Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 8 Sosialurin Sterilisatiónin hjá Terja skal í nevnd SteriliSatión Hendurnar upp, tey sum stemma fyri, at Terji Rasmussen verður steriliseraður. Soleiðis sær Terji støðuna fyri sær, tá ið hansara umsókn um sterilisatión verður viðgjørd. Hann undrast stórliga á, at ein nevnd skal góðkenna, at hann verður steriliseraður. Eyðun Klakstein Fyrst í vikuni var 44 ára gamli poppsangarin Terji Rasmussen hjá lækna í Havn. Ørindini vóru at biðja læknan skipa fyri, at hann kundi verða steriliseraður. - Eg eri stoltur av at eiga 5 deilig børn, men tú er nóg mikið, og tí ætli eg mær at steriliserast, sigur Terji Rasmussen. Men læknavitjanin spældi ikki soleiðis av, sum Terji hevði ímyndað sær. Í staðin fyri at fáa øll viður skifti upp á pláss, fekk hann ein bíligan látur og eitt umsóknarblað heim við sær. Og so setti Terji seg við telduna og skrivaði til allar sínar Facebook-vinir: Var hjá lækna í dag fyri at sleppa at verða sterili­ ser aður, men fyrst skal sterili seringsnevndin taka avgerð um eg sleppi. Sterili­ seringsnevnd!? Hvør segði persónligt frælsi? Síggi tað fyri mær. Ja, í dag skulu vit so viðgera umsókn frá Terja. Hvør stemmar fyri? Og viðmerkingarnar streym aðu inn til Terja. Fólk søgdu sína hugsan, skemtaðu sær og góvu honum frískar viðmerkingar. Og Terji, ja, hann dugdi sjálvandi at svara fyri seg – væl og virðiliga! Komisk støða Læknin greiddi Terja frá, at um hann skuldi steriliserast, so skal hann senda umsókn til Sterilisatiónsnevndina, sum er mannað við fimm fólkum. Tey skulu síðani siga gott fyri sterilisatiónini. Í umsóknini skal Terji Rasmussen greiða frá, um hann er giftur, hvussu nógv børn hann eigur, aldurin á teimum, hvussu gamal hann og makin eru, og hann skal eisini grundgeva fyri, hví hann skal steriliserast. - Tað er milt sagt komiskt, at ein nevnd skal taka støðu til, um eg skal steriliserast. Tað mátti verið nóg mikið, at eg og læknin hjá mær tóku støðu til tað, sigur Terji Rasmussen. Hann ætlar sær at senda umsókn til Sterilisa tións- nevndina, og hann sær fyri sær, at tað kann blíva ein komisk viðgerð í nevndini. - So fara tey at sita har við umsóknunum. “Tann næsti er Terji Rasmussen”, og so skulu tey viðgera mína umsókn. Tosa um grundgevingarnar, sum eg havi skrivað, og taka eina niðurstøðu. Ein hægri myndugleiki skal gera av, um eg sleppi at steriliserast. Tað er ótrúligt. - Vónandi fái eg ikki eitt nei, nú tað er blivið so nógv hóvasták burtur úr míni umsókn, sigur Terji skemt- andi. eydun@sosialurin.fo - Tað er milt sagt komiskt, at ein nevnd skal taka støðu til, um eg skal steriliserast. Tað mátti verið nóg mikið, at eg og læknin hjá mær tóku støðu til tað, sigur Terji Rasmussen. Mynd: Álvur Haraldsen Sterilisatiónir Umsóknir um sterilisatión til Sterilisatiónsnevndina. Menn Kvinnur Samanlagt 2009 28 38 65 2008 17 38 55 2007 33 32 65 2006 34 58 92 2005 22 43 65 2004 21 30 51 2003 21 39 60 2002 17 31 48 2001 14 47 61 2000 17 35 52 1999 9 50 59 1998 16 60 76 5 fólk taka støðu Lógin um sterilisatión ásetur, at ein nevnd, sum er mannað við fimm fólkum, skal taka støðu til allar møguligar sterilisatiónir í Føroyum Nevndin er mannað við hesum fólkum: Sorinskrivarin – Henrik Møller Landslæknin – Høgni Debes Joensen Yvirlækni í gynækologi – Steintóra Samuelsen Yvirlækni í psykiatri – Tórmóður Stórá Jarðarmóðir – Jona Højgaard