fríggjadagur 25. mars 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
8
VIKUSKIFTI
Fara vit at síggja teg aftur
í føroyskum politikki?
Áhugin fyri, at vera við til at skipa okkara
samfelag betur til frama fyri okkum øll fer altíð
at vera til staðar. Men tað eru nógvir mátar at
vera við at skapa broytingar, og í løtuni er tað
í føroyskum vinnulívi, at eg leggi mína tíð og
orku. Um eg verið at síggja aftur í føroyskum
politikki í framtíðini – ja, tað vil framtíðin vísa.
Hvat fekk teg av fyrstan tíð
at fara upp í politikk?
Har eru so nógv viðurskifti í Føroyum, ið
eg meti vit kunnu gera betur. Mær dámar
ikki at sita á síðulinjuni og gremja meg, tá
møguleiki er fyri, at gera nakað fyri at broyta
og betra. Havi eisini nógv hugskot til, hvussu
vit kunnu skipa okkum betur. Fór tí upp í
politikk fyri at vera við til at skapa eitt betri
og sjálvbjargið samfelag fyri allar føroyingar.
Hvat er tað
besta við tínum
verandi starvi?
At kunna vera
við til at gera
mun og menna
týðandi partar
av føroyskum
vinnulívi. Góðir
starvsfelagar.
Eitt avbjóðandi
og fjølbroytt
starv
Og hvat er tað ringasta?
Havi ábyrgd av trimum stórum økjum í TF
samtakinum. Menningardeild, KT-deild og
Marknaðarføringsdeild. Á øllum hesum
økjum eru sera nógv viðurskifti, ið arbeitt
verður við, og menningarmøguleikarnir eru
nógvir. Tí er torførast uppgávan ofta, at
tú – tá raðfestast skal – mást lata týðandi
mál bíða, tí tað er neyðugt at raðfesta
onnur og enn meira týðandi mál fremst.
Er tað serliga spennandi at
arbeiða í TF í hesum tíðum við
keypi av banka og stjóraskifti?
Ja, hetta eru søguligar og avbjóðandi tíðir
fyri TF samtakið. Tíðir, ið seta stór krøv til
nærlagni, skynsemi og rættar avgerðir. Vit
hava í samtakinum nógv sera vælskikkað
starvsfólk, og tað er tí bæði spennandi og
hugaligt at arbeiða saman um at menna TF
samtakið til - umframt tryggingar og pensjón
– eisini at fevna um bankavirksemi. Hetta
er nakað, ið verður til fyrimuns fyri bæði
kundar, starvsfólk og føroyska samfelagið.
Hvat gert tú í frítíðini?
Tann frítíðin, ið er tøk, verður fyrst og
fremst gagnnýtt saman við familjuni. Ikki er
stórvegis rúm fyri øðrum í hesum døgum.
Við jøvnum millumbilum verður tíð eisini
sett av til at møtast við vinfólkum.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Í løtuni liggur tilfar um Eik banka og LÍV á
borðinum, men havi fyri stuttum lisið bókina
»Dronningeoffret« eftir Hanne Vibeke Holst
og »Tinder og Dale« eftir Spencer Johnson.
Tvær ymiskar og á hvør sín hátt góðar bøkur.
Hvat fært tú ov sjálvdan tíð til?
Listin er langur yvir ting, ið eg kundi hugsað
mær at havt meira tíð til. M.a. hevði eg
ynskt at meira tíð var til, at fara oftari til
Klaksvíkar at vitja ommu mína úti í Grøv.
Eisini hevði eg ynskt mær meira tíð til at
íðka ymsan ítrótt og at lesa fleiri bøkur.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ja, vit ferðast lutfalsliga nógv í egnum
landi. Hava ikki verið saman sum familja
uttanlanda seinastu 3 árini, men hava í
staðin valt at ferðast í egnum landi. Hava
serliga verið í Víkarbyrgi og í Norðoyggjum.
Hvat er tín
lívsrættur?
Ræst kjøt.
Er tú til motión og action
ella heimligan hugna?
Áðrenn børnini gjørdust partur av
lívinum brúkti eg ómetaliga nógva tíð
og orku til ítrótt og annað virksemi, men
nú eru tað børnini og heimligi hugnin,
ið verða tikin fram um í nøkur ár.
Verður tú framvegis at finna á
Tryggingarfelagnum Føroyum um 10
ár – ella verður tú løgmaður tá?
Vit vita ikki hvat framtíðin hevur at bjóða,
men vóni, at eg tá eri í einum avbjóðandi
starvi, har eg – saman við øðrum góðum
fólkum - kann vera við til at gera mun
og skapa menning har sum eg eri.
Kristina Háfoss
Kundi hugsa
mær at vitja
ommu oftari
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
KrisTina HáFOss hevur nógvar spEnnandi
aVbjóðingar í sínum starvi, pOliTiKKurin er
lagdur til ViKs fyri fyrst, og FríTíðin verður
brúKT til tey nærmasTu. hon kundi Hugsað
sær at ViTja ommu sína í KlaKsVíK oftari
mynd: ÁLVUR HARALDSEN
Áðrenn børnini gjørdust partur av lívinum, brúkti eg ómetaliga nógva tíð
og orku til ítrótt og annað virksemi, men nú eru tað børnini og heimligi
hugnin, ið verða tikin fram um í nøkur ár, sigur Kristina Háfoss
faKta
Navn: Kristina Háfoss
Aldur: 35 ár
Útbúgving: Cand.polit og cand.jur
Starv: Deildarstjóri í TF samtakinum