Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 10 Sosialurin Leo Poulsen Verkætlan Saltsilo hev ur verið eitt gløðandi sam talu­ evni, sum hevur stung ið seg upp við jøvnum millum bilum sein nu árini. Og mein ing ar­ nar eru tvíbýttar millum tey, sum hálova verkætlanini og tey, sum halda hana vera »det glade vanvid«. Í gjár varð so bjóðað inn til tíðindafund, at »greiða frá um øll ivamál og svara øllum spurn ingum«. Og sigast má, at tíðindafundurin var áhuga verdur. Albert Isfeldt er knýttur at verkætlanini eftir einari skip an, har hann bert fær nak að burtur úr, um verk æt­ lan in gerst veruleiki, eins og aðrir ráðgevarar. Men hann heldur hesa verkætlan vera so áhugaverda, at hann feg in arbeiðir undir hesum treyt­ um. Fyrst varð vitjað í Salt­ silo ini, har Eyðun Nosløe og Trónd ur Enni framførdu Eg vil liva; síðani greiddi Ólavur Ras mussen frá um siloina, áðr enn leiðin varð løgd í Nadd odda neystið til ein góðan bita, áðrenn Ólavur Rasmussen og Albert Isfeldt greid du frá og svaraðu spurn ingum. Fyrst varð tosað um kost­ nað in av verkætlanini. Greitt varð frá, at Mærsk grunnurin er ógvuliga kravmikil, tá teir lata stuðul til eina verkætlan, og vilja hava, ikki bert trygd fyri, at verkætlanin kann fremjast í verki, men sanni­ liga eisini fyri, hvussu rakst­ ur in skal fíggjast. Støðukanningar umframt ser frøð ingakanningar av betong i num eru gjørdar og tær vísa, at góðskan av betongi num røkkur frá sera vánaligt til sera gott. Og tað merkir, at partar skulu skiftast út. Farið verð ur nú undir at kanna heilt ná­ greiði liga, hvat skal varð veit­ ast og hvat skal skiftast út av betongi num. Hitast við sjóhita Mærsk grunnurin kravdi, at allar kostnaðarmetingar skul di gerast við 12% meir­ kost nað fyri at leggja upp fyri. Sagt varð, at sjálvt við hes um meirkostnað vísur met ingin, at verkætlanin kann gerast innan fyri tær 58 milliónirnar, sum tilsøgn er um. Og skuldi tað kortini víst seg, at kostnaðurin verður meiri enn tær 58 milliónirnar, verð ur eingin rokning send hvørki donsku stjórnini ella løg tingi num. Og meiri sigi eg ikki, segði Ólavur Rasmussen ógvu liga kryptiskt. Eitt av tí kanska mest áhuga verda, sum kom fram á tíðindafundinum var, at silo in skal hitast við sjóhita. Sjógvur verður pumpaður inn í siloina gjøgnum eina skipan, ið virkar sum ein umvend køliskipan, sum um veksl ar tey 5­7 hitastigini til 40­50, ja, heilt upp í 90 hitastig. Nýttar verða hita­ pump ur, og hitin verður lagdur í gólvini, greiddi Al­ bert Isfeldt frá. Hetta er ein hitaskipan, sum longu er ment og longu er tikin í nýtslu við góðum úrs liti. Eg dugi ikki at siga, hvus­ su hon reint tekniskt er bygd upp, men Articon hevur ein bygning inni á Skála, ið nýtir hesa skipan, og hon virkar ógvu liga væl, sigur Albert Isfeldt. Alment fíggjað Á tann hátt ber til at spara rætti liga fitt í mun til upphitan við olju, og tað er ein áhugaverdur háttur at hita høllina upp og ein áhuga verdur háttur at spara í rakstrinum. Og júst fíggingin av rakstri num er tað, ið hevur verið kjarnin í kjakinum. Men eisini tað fekst greiða á á tíðindafundinum. Grundraksturin verður fíggj að ur við almennum stuð li. Tvøroyrar kommuna hev ur veitt trygd fyri ein­ um rakstrarstuðli á tvær millión ir krónur um árið, og í umsóknini til Løgtingið liggur ein rakstrarstuðul á 2,5 milliónir krónur. Talan er sostatt um ein fíggjar­ og rakstrarpakka, og verð ur hesin samtyktur í Løg tingi­ num, hava vit eina tryggj­ aða rakstrarfígging á 4,5 milliónir krónur, sigur Ólav­ ur Rasmussen. Albert Isfeldt greiddi eisini á tíðindafundinum frá, hví tað er rætt at varðveita salt sil o ina. Konstruktiónin er heilt einastandandi í Norðan lond­ um. Tað finst eingin líknandi bygn ingur, og tí er rætt at varð veita hann heldur enn at ríva hann niður fyri síðani at byggja hann uppaftur, sigur Al bert Isfeldt. Saltsiloin skal hitast við sjóhita Á tíðindafundi í Naddoddaneystinum á Tvøroyri í gjár kom nógv áhugavert fram um Salt verkætlanina. Svar kom upp á, hvussu raksturin skal fíggjast og ikki minst, at siloin skal hitast við sjóhita Á tíðindafundinum í Naddoddaneystinum greiddi Ólavur Rasmussen og Albert Isfeldt, arkitektur, frá um verkætlanina Mynd: Jens Kristian Vang Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni framførdu »Eg vil liva« í Saltsiloini undan tíðindafundinum Mynd: Jens Kristian Vang