fríggjadagur 25. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
10
VIKUSKIFTI
Michelin stjørnur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
At kalla stoltleikan hjá Keypmannahavn
– Noma – fyri føroyskan er kanska at
yvir dríva eitt sindur. Men part av mat
skráini hevur høvuðskokkurin René
Redzepi fingið íblástur til úr Føroyum,
og føroyskur fiskur og føroysk skeljadjór
verða regluliga flutt niður til Noma.
Orsøkin til at nógv væntaðu, at
Noma fór at fáa triðju Michelin stjørn
una, er tí at matstovan er korin besta
í heim inum, tá hon fekk »S Pellegrino
World’s 50 Best Restaurant Award« í
fjør.
Matummælarir hjá stóru donsku
bløð unum eru í øðini og geva nýggja
stjór anum hjá Guide Michelin
skyldina.
– Man er næstan farin at ivast í, um
Michelin hevur gloymt at vitja Keyp
mannahavn í ár, skrivar Else Bjørn á
heimasíðuni AoK.dk.
Men heilt so galið er neyvan. Keyp
mannahavn stendur seg væl, um ein
samanber við hinar norðurlendsku
høvuðs staðirnar. Hesuferð fekk Keyp
manna havn 11 stjørnur, Stockholm 8
stjørn ur, Helsinki 6 stjørnur og Oslo 4
stjørnur.
Í Keypmannahavn er Noma einasta
matstova við tveimum stjørnum,
með an Stockholm kann reypa sær av
at hava tvær matstovur við tveimum
stjørn um.
Ferðast víða
Nýggi stjórin í guide Michelin Rebecca
Burr er ein av nógvum Michelinum
sjónarfólkum, ið ferðast um alt Evropa
og royna hotell og matstovur. Hotell
stjørnurnar vekja als ikki líka nógvan
ans, sum matstovustjørnurnar gera.
Í fjør vóru 1.557 hotell og 1.771
mat stovur í 44 ymiskum býum í 20
ymiskum londum roynd.
Tey, sum testa fyri Michelin, gjalda
fyri matin og eru dulnevnd so tey fáa
somu viðferð sum øll onnur.
Guide Michelin hevur 111 ár á baki,
meðan lítlasysturin »Guide Michelin
Main Cities of Europe«, har býirnir í
Norðurlondum verða testaðir, er bara
29 ára gomul.
Bóklingurin var upprunaliga ein
roynd at fáa fólk at koyra meira og slíta
meira dekk – Michelin er ein dekk fyri
tøka fyrst og fremst. Við góðum mati
helt man, at hugurin at fara langar bil
túrar fór at gerast betri í Fraklandi, har
bókin fyrst var útgivin.
Nú eru Michelinstjørnurnar næsta
meira kendar enn dekkini og fyri
allar tær matstovur, ið ikki náa upp
til stjørn urnar, hevur man gjørt eina
egnan klassa, ið eitur »Bib gourmand«
ella fólksins stjørnur, ið tað eisini verð
ur kallað. Tað er góður matur til ein
hóskandi prís, og av hesum hevur
Keyp mannahavn heilar 12 matstovur.
Meiri enn bæði Stockholm og Gøteborg
hava tilsamans.
Stockholm hevur leingi verið býurin
í Norðurlondum, sum hevur havt flestar
stjørnur, men svenski høvuðsstaðurin
er nú yvirhálaður av Keypmannahavn.
Tíverri verða ongar royndir gjørdar av
matstovum á Íslandi ella í Føroyum. So
til tann guidin kemur, mugu vit lata
okkum noyða við Noma og aðrar frá
líkar matstovur – um vit nú fáa pláss.
Bíði tíðin til eitt borð á Noma er umleið
eitt hálvt ár í skrivandi løtu.
StjørnuglanSur
á tallerkinum
Í farnu viku vórðu tær bleiktrandi MIchelIn sTjørnurnar aftur býttar
út. sTjørnuglansurIn ger MaTsTovurnar vÍðagitnar, og tÍ er ynskIð
at fáa tær sera sTórT. »føroyska« noMa var – hóast Tvær stjørnur
– við svIðusoð. nógv høvdu nevnIlIga vænta, at matstovan Í ár fór
at verða fyrsTa norðurlendska MaTsTova við TrIMuM stjørnum
Restaurant Noma einasta matstova í Keypmannahavn
við tveimum Michelin-stjørnum