fríggjadagur 25. mars 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Formaðurin í Føroya Reiðara
felag,
Viberg
Søren sen,
var ein av fleiri, sum hildu
fyrilestur á fiski vinnu tingi
num í Norður landa húsinum.
Í byrjanini av síni røðu
helt hann fyri, at orðið
burðar dygt líkasum er vorðið
eitt gandaorð.
Og hetta er eisini yvir
skrift in her í dag, legði hann
aftrat.
Hann vísti á, at føroyingar
í sínari tíð høvdu lítlan og
ongan áhuga í fiskivinnu í
mun til tann áhuga, sum var
mill um okkara grannar.
Men hin 22. mai í 1772
kom Færø, fyrsta fiski skipið,
sum var bygt til hav fiski
skap, á Havnina. Tað var
kendi Ryberg, sum hevði
stóran handil í Vágsbotni,
ið hevði latið skipið byggja.
Hann átti fleiri skip, sum
vóru til fiskiskap undir Ís
landi og hevði nú eisini
ætlanir um at fáa føroyingar
at byrja havfiskiskap. Lang
tíðar ætlanin hjá honum var
at fáa eini 10 skip aftrat til
fiski skap við Føroyar.
Viberg Sørensen segði,
at føroyingar tá als ongan
áhuga høvdu í hesum og
stríddust hart ímóti roynd
unum.
Nøkur ár seinni varð hin
næsta royndin gjørd. Hetta
var í 1785. Tá reiddu nakrir
havna menn skipið Haabet út
til fiskiskap. Illa gekst at fáa
fólk, og teir máttu fáa fýra
soldát ar av skansanum at
hjálpa til. Teir varpaðu upp á
streymasjógvi, snørini stóðu
sjálvandi beint aftureftir
sjónum, men eftir roynd í
ein tíma fingu teir 216 fiskar.
Hetta var óhoyrt góður
fiskiskapur, og føroyingar
hildu, at sjálvandi skuldi
hendan royndin steðgast, tí
hetta fór at oyða havið.
Viberg vísti á, at sjálvur
kommandanturin
á
Skansanum, sum kallaðist
Born,
skrivar,
at
”denne
tanke at de fanger får meget
og skulle fiske havet tomt
og blandet med misundelse
hvoraf
det
menneskelige
hjerte sjældent er frit for...”
Nú á døgum høvdu vit
bara sagt, at tað var ikki
burðardygt. Hann legði
aftrat, at hendan royndin var
sostatt saboterað, og
Haabet fór ikki útaftur.
Hetta hevði verið ein gyltur
møguleiki at komið burturúr
oyðuni, sum føroyingar vóru
í, men alt fór fyri bakka.
Viberg
vísir
í
sínum
fyrilestri á, at Rybergshandil
keypti fisk frá útróðrabátum
og
framleiddi
klippfisk,
sum var seldur til Spaniu.
Avreiðingarmøguleikin var
har, men spell var tað, vit
ikki dugdu at síggja somu
møguleikar, sum útlendingar
sóu í okkara fiskigrunnum.
Bretsk, fronsk, belgisk og
skotsk skip høvdu tá fiskað
í nógv ár undir Føroyum.
Nólsoyar Páll var 19 ára
gamal, tá hendan royndin
hjá havnamonnunum koll
sigldi á aftrurhaldinum og
øvin sjúkuni, sum altíð hevur
tryvist væl her hjá okkum og
hevur køvt mangan fram
burð.
Og formaðurin í reiðara
felag num helt fyri, at tað er
ikki heilt frítt enn við øvund
sjúku her á landi.
At nakrir fáa meir av
køkuni enn eg sjálvur, er líka
so stórur spillivandi nú vit
skriva 2011, legði hann aftrat.
Hann setti eisini spurn
ingin, hvussu út hevði sæð
í Føroyum í dag, um før oy
ingar í 1772 høvdu stuðlað
Ryberg.
Hvat er burðardygt?
Orðið burðardygt er ikki so
gamalt í okkara máli, men
fyri tað hava vit hugsað
burðardygt og hava lagt okk
um eftir at taka okkum væl
av tí, vit hava livað av, bæði
í bø, haga og bakka. Ivist
tó í, um vit hava hugsa so
nógv um fiskastovnin. Vit
væntaðu bara, at stovnurin
hvíldi í sær sjálvum við
góðum og ringum fiskiárum.
Viberg segði, at tá vit
umrøða burðardygga fiski
veiði í Føroyum, meina flestu,
at bara toskastovnurin er væl
fyri so er burðardyggdin í
lagi.
Men so einfalt er tað
ikki.
Hetta
er
eitt
víð
fevnandi evnið, sum fevnir
nógv breiðari, og nógvir
spurningar eru ikki svaraðir
enn.
Hann vísir á, at tað er
FAOstovnurin
undir
ST,
sum hevur definerað, hvat
burðardygg
fiskiveiða
er.
Har eru fimm høvuðsmál,
sum skulu uppfyllast fyri, at
veiðan kann kallast burðar
dygg.
FAO sigur at vit skulu reka
fiskivinnuna:
* Lívfrøðiliga, ikki fiska
meiri, enn stovnurin tolir.
* Tekniskt ,brúka reiðskap
sum ikki oyðir.
* Fíggjarliga, tað skal loysa
seg at fiska.
* Sosialt, soleiðis at so nógv
sum gjørligt fáa ágóðan.
* Umhvørvisvinarligt, vit
skulu fara væl um náttúruna.
Hyggja vit at hesum, sæst,
at hjá okkum stendur ikki
so illa til. Vit uppfylla flestu
av krøvunum. Nøkur kunnu
vit kjakast um, men hetta
er leisturin, sum vit eiga at
halda okkum til, skulu vit
upp fylla altjóða krøvini.
Viberg vísti tó á aftur, at
vit altíð eru mest upptikin
av toski, hýsu og upsa, hóast
tað eru fleiri stovnar enn so
undir Føroyum, og at nakrir
av hesum hava stóran bú
skap arligan týdning, sam
stund is
sum
vit
ongar
trupul leikar hava við flestu
av hesum fiskastovnum.
Hini fiskasløgini
Størsti stovnurin er upsin,
sum vit veiða burðardygt.
Veiðan hevur seinastu
10 árini ligið um 50.000
60.000 tons. Síðani vit settu
fiskidagaskipanina í verk,
hevur fiskiskapurin verið
sera støðugur og javnt góður,
legði hann aftrat.
Viberg Sørensen vísti á,
at nú verður at kalla eingin
kongafiskur
veiddur
og
veiðan, sum var eini 15.000
tons fyri 10 árum síðan, er nú
komin niður 1.600 tons.
Men tað eru tekin til,
at framgongd er aftur í
stovninum.
Hann segði, at blálongu
fiski skapurin hevur verið
vána ligur í longri tíð, men
ICES letur væl at hesum
stovni, sum er í menning.
Royndin eftir hesum
báð um fiskasløgum er mink
að nógv, og sum frálíður
missa vit kunnleikan, og
fiskiskapurin fjarðar burt
ur, hóast stovnarnir tola
roynd. Hetta er spell, tí hesi
fiskasløgini kundu verið gott
íkast til búskapin hjá okkum,
legði hann aftrat.
Viberg
Sørensen
vísti
eisini á, at aðrir stovnar eru
væl fyri – ja, so væl, at MSC
vísir til okkara fiskiskap sum
burðardyggan.
Tað hevur eisini víst seg,
at nú norðmenn ikki eru her,
gera vit meira av at royna á
djúpa vatninum við Føroyar,
og soleiðis fáa vit fleiri
aktørar, sum aftur gevur
meira av sær til samfelagið.
Makrelur og gulllaksur
Hann segði, at tað eru tveir
fiskastovnar, sum vit ikki
hava gjørt nógv við her hjá
okkum.
Annar er gulllaksurin,
sum nú er blivin eitt gott
íkast hjá nøkrum partrolar
um
um
summarið.
Tað
viðførir eisini, at minni roynd
er inni á grunnunum eftir
botnfiski, og harvið spara vit
grunnarnar. Gulllaksurin er
ein fiskur, sum vit ikki hava
givið nóg stóran ans, men
sum helst altíð hevur verið
her, og nú vit hava skip og
tøkni til hesa veiði, ber væl
til. Fíggjarliga er hetta eisini
eitt gott íkast.
Viberg segði, at ein annar
stovnur er makrelurin, sum
ikki nógv roynd hevur verið
eftir.
Vit hava mest brúkt
makrel sum býtisfisk við
russar, og sjálvir hava vit
havt atgongd til makrelveiði
í norskum sjógvi og ES
sjógvi. Nógv av makreli
hevur verið í okkara sjógvi,
og í fjør gjørdust Føroyar
ikki samdar við Noreg og ES
um, hvat vit halda er okkara
partur av heildarkvotuni.
Hann
vísti
á,
at
tá
semja ikki fekst við hini
strandalongdini, var einki
at gera uttan at fara at fiska
sjálvir.
Hetta gekk væl, og nú
síggja vit, at búskaparráðið
tosar um virðir omanfyri
miljardina. Hetta er komið
sera væl við, serliga nú
svartkjafturin bleiv burtur,
legði hann aftrat.
Viberg Sørensen segði, at
alt virðið á landgrunninum
hevur í miðal ligið um eina
miljard krónur ella úr 800
miljónum upp í 1,2 miljardir
krónur.
Tá sigur tað seg sjálvt,
at makrelurin vigar tungt
fíggjarliga. At hann so eisini
vísir seg at vera lættur at
fiska, ger hann uppaftur
meira
áhugaverdan.
Tað
vísti seg, at skipini, sum
í fjør fóru eftir makreli
fyrstu
ferð,
fingu
tað
væl at bera til. Hetta ger
sjálvandi, at menn blíva
positivir og veiðihugurin,
sum er fundamentið hjá
fiskimonnum, hevur góðar
dagar.
Meira burturúr
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag helt fyri, at í
upsafiskiskapi høvdu skipini
helst fingið meira burturúr
við at fryst umborð, og tað
høvdu virkini eisini fingið.
Tá kundu vit lagt alt
nógv betur til rættis. Nógv
hevur verið tosað um fastar
lønir í flakavinnuni. Komu
skipini
inn
við
frystari
vøru, høvdu allir partar
fingið meira burturúr. Tað
er bara at hyggja eftir, hvat
norðmenn gera. Men tað skal
stór umbygging til, áðrenn
vit hava frystiskip sum
veruliga megna uppgávuna.
Hann segði, at toskurin
Burðardyggleiki er vorðið
FISKIVINNUTING - Tá nakrir havnarmenn í 1785 reiddu skipið Haabet út, og ein dagin fingu 216
fiskar í ein tíma, hildu menn, at royndin mátti steðgast, tí hetta fór at oyða havið. Royndin varð
saboterað, og Haabet fór ikki útaftur. Hetta hevði verið ein gyltur møguleiki at komið burturúr
oyðuni, sum føroyingar vóru í, men alt fór fyri bakka, segði Viberg Sørensen, formaður í Føroya
Reiðarafelag, i áhugaverdum fyrilestri á Fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum
Í sínum fyrilestri vísti Viberg Sørensen
á áhugaverda søgu - og hann vísti eisini
á nógvar møguleikar og góð hugskot,
sum liggja í føroyskari fiskiveiði
Mynd: Vilmund Jacobsen