fríggjadagur 25. mars 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
14
VIKUSKIFTI
Fanin uppfann hjúnabandið
fyri at pína fólk. Og sum allan
ann an fanans skap hjá fananum
tók kirkjan hjúna bandið til sín
og billar sínum trælum inn, at
hjúna band er kærleiki. Ja, fyrstu
vikuna kanska. Og eftir hana
stend ur deyðin í durunum og
bíðar.
Hjúnaband er kúgan, og øll
vilja vera kúgað. Hini eru ikki í
ordan.
Hjúnaband er stovnað, sum
sagt, tað gjørdi fanin ein dag in,
hann var ringur av timbur monn
um, fyri at tvey fólk kunnu kúga
hvørt annað til deyðin skilur.
Soleiðis er tað.
Undarligt, at Gaddafi og aðrir
arabiskir ribbaldar ongantíð
hava hótt við at leypa á til dømis
Frakland fyri hjálpa teimum, sum
gera uppreistur og berjast móti
politinum í gøtum og á torgum
har.
Nú siga tey lærdu, sum kanna
alt og øll í høvd og reyv og livur,
at brennivín samanumtikið er
skaðiligast av øllum rúsevnum,
skaðiligari enn øll tey forbodnu
rúsevnini. Soleiðis samanumtikið.
Kortini eru onnur rúsevni enn
brennivín og religión harðliga
forboðin.
Og hóast fleiri føroyingar
doyggja av mjólk, kjøti, smøri
og cola enn av brennivíni og
amfetamini, kunnu øll, sum
røkka upp á handilshillarnar,
keypa so nógv feitt og sukur, sum
teimum lystir og tey eiga pengar
fyri. Blandað sukurkand fyri rest.
Tubbak er heldur ikki forboð
ið, hóast eisini tað er forbiðið.
Eg fari at endurtaka tað, sum
eg skrivaði fyri nøkrum árum
síðani. Seljið øll rúsevni, veik
sum sterk, á apotekunum fyri
ein sámuligan prís. So sleppa vit
undan kriminalitetinum, sum
hongur uppi í rúsevnunum, tí tey
eru forboðin. Og politiið kann
brúka sínar pengar og sítt fólk til
annað.
Frí søla er einasti máti at
sleppa undan kriminalitetinum.
Brotsgerðirnar eru ikki so ringar
í Føroyum. Ikki enn, men tær
koma.
Og tað er bæði lættari og
skjótari at tøma Sundalagið við
einari teskeið enn at stegða rús
evnasmuglingini.
Men vilja politikarar og politi
og dómsvald hava kriminalitetin,
so verður tað so, tí tey ráða.
Nú talar lesarin, um nakar er,
at, jú, men, verður sølan frí, fara
øll at ganga skeiv og høg hvønn
einasta dag.
Og hvat so, kanska tað hevði
sparkað hetta samfelagið úr mið
øldini.
Nei, tey, sum brúka rúsevni,
verða hvørki fleiri ella færri. Júst
sama úrslit sum tey nógvu “stóru”
rúsevnismálini í rættinum og
nevningatingum geva. Tey broyta
einki.
Einki land hevur megnað at
steðga rúsevnasmugling, heldur
ikki tey, sum hava deyðarevsing
fyri at royna at smugla rúsevni.
Hetta eru tankar, sum til
ber at spæla sær við á dagligu
gonguferðini millum seyð, gæs
og dunnur.
Ein dagin steðgaði tó alt
hugarok, tá eg kom út á Hvíta
nesvegin at venda. Ein bláur
bussur fór framvið. Ikki ein
hjá Bygdaleiðum, men ein
útlendskur, giti eg. Á bussinum
stóð við stórum, hvítum stavum:
Jesus is Alive – He will
Return.
Ókey. Har stóð eisini nógv
annað á bussinum, sum eg ikki
fekk lisið. Bussurin var í tveimum
hæddum, hevði tvey dekk, so tey
vóru nærri síni Gudi til hansara.
Stendur so illa til við okkara
yvirtiknu trúgv, at útlendskir
hallelýjaboðarar billa sær inn, at
her er brúk fyri sálarbót. Hugsaði
eg og vendi við aftur. Hugsaði
um eina blaðgrein, eg las fyrr
um dagin. Hon var um, at børn
fara ov seint í skúla, ikki hvønn
morgun, men tey eru ov gomul,
tá teirra fyrsti skúladagur kemur.
Hví ikki lata børnini fara í
skúla tvey ára gomul, so eru tey
liðug, tá tey eru níggju, tíggju
ella ellivu og kunnu fara til
arbeiðis. Børn í arbeiði.
Blandað sukurkand
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Hevur valið verið?
Framsókn hevur fingið fleiri enn 2000
aktvøður, og enn koma listar inn
Dimmalætting
Lær at koyra við kenning
Rúsdrekka- og koyriskeið
Lýsing í bløðunum
Rættur ítróttarmaður!
Robin darvaður av skaða og stuldri
Kringvarp.fo
So sleppur mann undan at
skifta telefon nummar
Fasta telefon fyri fastan prís
Portal.fo
Hvør?
Autisma í Miðlahúsinum
Portal.fo
Lystilig list
Várframsýningin hjá Føroyskum
Myndlystafólkum
Portal.fo
So slapp Robbie frá at tapa...
Jóan Símun tapti fyri Robbie Keane
Portal.fo
Hvør umboðaði ráðið í royndini?
Lærarafelagið: Mentamálaráðið
dumpaði í landsroyndini
Kringvarp.fo
Banki í neyð
Teir føroysku bankarnir fáa ikki
harraboð frá Løgtinginum um at fáa
tann føroyska neybankan aftur
Portal.fo
So verður ball!
Íløgukarmurin næsta á
verður sprongdur
Kringvarp.fo
So varð tað staðfest
Autisma í Miðlahúsinum
Portal.fo
Ja – líka síðani 1948
Tjóðveldi hevur fyrireika seg í fleiri ár
portal.fo
ranga
í
strúpan
Drúgvur V4 dráttur
V4-drátturin hjá Útvarpinum hevur nógv – ja, nógv – ár á
baki. Men hann lokkar framvegis fólk at spæla, og líkt er
til, at V4 drátturin fyllir meira og meira í útvarpsskránni.
Heimasíðan hjá Kringvarpinum hevði í hvussu so er hesa
skránna í vikuni. Kanska er hatta í so leingi at skula at
hoyra uppá hasar kúlurnar mæla og mæla! Og vónandi
verður drátturin ikki endursendur!
18:55 V4-dráttur
21:00 15 tær bestu
Lagt til rættis: Steintóra Gleðisheygg Joensen
Dýrir dropar
Útvarpsmaðurin Stefan í Skorini greiddi í farnu viku
frá, hvussu gongdin í oljuprísinum var – millum
annað í USA. Stefan segði millum annað soleiðis:
“Ein tunna av amerikanskari olju kostaði á
virðisbrævamarkanðinum í New York 85,5 dollarar.”
Vit vistu ikki, at amerikansk olja var so høgt í
metum og seld í tunnum!
Líkist hann
ikki Akseli?
Okkara ítróttarskribentur Uni Holm Johannesen legði í vikuni leiðina fram við í ítróttarsendingini 3-2. Men vit
halda okkum ikki kenna Una aftur á skíggjanum. Er tað ikki okkurt við, at hann á hesi myndini líkist sera nógv
landsstýrismanninum í fíggjarmálum?
Hvør er hann?
Í vikuni var konsert í Norðurlandahúsinum,
har føroyski vísusangarin Hanus G.
Johansen spældi saman við kendum
grønlendskum vísusangara. Vit hildu, at
hann æt Rasmus Lybert, men sambært
heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum,
so hevur grønlendingurin skift eftirnavn.
Vit halda tó framvegis, at Lybert var tað
meira sermerkta eftirnavnið!