Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 Sosialurin er hóast alt – og enn - tann fiskur, vit eru eymast um. - Vit í reiðarafelagnum hava víst á, at vit eiga at gera okkum nógv størri ómak fyri at fáa meira burturúr toskafiskiskapinum. Vit mugu fyrst og fremst broyta hugburð. Eg kann ikki lata vera við at endurtaka, at vit í reiðarafelagnum her hava víst á gongdar leiðir. Viberg segði, at vit hava lítla og onga ávirkan á, hvussu gýtingin vignast, men vit kunnu sjálvir gera av, hvussu vit fiska. - Tá fiskurin er vaksin undan ringastu vandunum, er eftir okkara meting altavgerandi. Fiska vit tá rætt, er slottið vunnið, og restin kemur av sær sjálvum. Hann vísti eisini á, hvussu toskafiskiskapur seinastu fimm árini hevur verið. Hann helt, at tað hevur verið heilt galið við støddarbýtinum. - Vit hava sett eina talvu upp, sum vísir, hvussu fiskatalið er hjá ymisku bólkunum, og hvør miðalprísurin er fyri hvønn veiddan fisk. Hettar eru tøl, ið geva okkum nakað at hugsa um, legði formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, aftrat. Felagið hevur á síni heimasíðu nevndu talvur, sum lesarar, ið vilja vita meiri um hesi sjónarmið, kunnu hyggja eftir. vilmund@sosialurin.fo 16.-19. MAI: ÍROKNAÐ: 1 KOYGGJA Í DEILDUM 4-KOYGGJUKAMARI + 2 x BUFFET + 3 x MORGUNMAT + 1 x MATPAKKA + BUSSÚTFERÐIR Í ÍSLANDI VITJIÐ SLÓÐIR FØROYINGA Í ÍSLANDI Komið við til Seyðisfjarðar 16. mai og upplivið Ísland saman við Óla Jacobsen, blaðmanni, sum fer at greiða frá ymiskum søguligum hendingum, sum føroyingar hava verið partur av. Vitjað verður á Norðfjørðinum, Vattarnesi og Seyðisfirði. Óli Jacobsen verður við á túrinum sum frásøgumaður TLF. 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO sum gandaorð Viberg Sørensen kann vera rættiliga áhugaverdur at lurta eftir, og soleiðis var eisini á fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum, har hann hevði ein rættiliga áhugaverdan fyrilestur Mynd: Vilmund Jacobsen