fríggjadagur 25. mars 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
26
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Á pappírinum er ikki yvir at
dylja, at fuglfirðingar eru favo
rittar undan FMfinalunum
ímóti Mjølni, tí ÍF hevur verið
langt framman fyri øll hini
mans liðini alt kappingarárið.
Og hóast Mjølnir fekk trýst
ÍF í steypa finaluni, sum mátti
upp í fimm sett, er tað altso
ÍF, ið kann vinna greipuna um
viku skiftið.
– Hjá okkum hevur venj ing
ing verið meira taktiskt síðstu
dagarnar, tí vit vita, at Mjølnir
kann spæla væl. Nú er so langt
síðani, at vit vistu, at vit komu
í finaluna, men nú tað nærk
ast, eru vit ordiliga klárir og
sjálvandi eisini spentir. Eg
trúgvi, at tað verður okkara
fyri munur, at vit hava fleiri
streingir at spæla uppá enn
Mjølnir, sigur Rúni Weihe í ÍF.
Sigast má, at ÍF hevur í
vetur gjørt slætt borð í øllum
dystunum ímóti Mjølni, tí ÍF
hevur vunnið allar fimm lands
kappingardystirnar, umframt
steypafinaluna. Kortini hava
mong jøvn sett verið, og av
teim um tilsamans 24, liðini
hava spælt, er eitt endað 3129,
eitt 3028, tvey 2927 – enntá í
sama dysti! – og eitt 2624.
– Vit vita væl av, at ÍF er
favo rittur, men eg haldi slett
ikki, at munurin er so stórur á
okk um og teimum, sum mong
gera tað til. Tá vit spæla upp
til okkara besta, eru vit betri
enn teir. Vit mugu bara fáa
alt at koyra, tí tað krevst, skal
tað eydn ast at vinna á ÍF, sum
hevur havt munin á okkum
í all an vetur, sigur Thorvald
Danielsen í Mjølni.
Tummas
Óli
Mortensen
verð ur fyrsti dómari í báð um
mansfinalunum, har hann í
morgin hevur Óla G. Samuelsen
sum annan dómara og sunnu
dagin Rúni Hentze.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Fólkini í Flogbóltssambandinum
fingu næstan kaldasveitta, tá ser
liga Teraflexgólvið fekk stóran
skaða í Trongisvági fyri viku síðani,
tá tað varð brúkt til FMfinalurnar
hjá teimum yngru leygardagin, um
framt at kvinnurnar TB og Fleyr
spældu á tí sunnudagin.
– Skaðin hendi, tá gólvið skuldi
takast av aftur, tí tað vísti seg, at
klistrið, vit høvdu brúkt til at hefta
gólvið við, hevði brent seg fast, so
tað partvíst ikki vildi loysna frá
gólvinum í sjálvari høllini, umframt
at tað í støðum gjørdi, at Teraflex
gólvið skrædnaði, sigur Magnus
Tausen, formaður í Flog bólts sam
bandinum.
– Hetta er sjálvandi ikki gott, og
einar tvær av rullunum hava fingið
stóran skaða, sum enntá er komin á
næstan teimum ringastu støðunum,
har hann kann koma. Men vit fara
at gera alt fyri at umvæla og lappa
tað, so tað verður væl spælandi á
tí á Eiði um vikuskiftið. Vit skulu
nokk klára tað.
At valið aftur í ár fall á Eiði,
nú FMfinalurnar skulu spælast
í morgin og sunnudagin, var ikki
nøkur torfør avgerð hjá Flogbólts
sambandinum at taka:
– Skipanin er tann, at vit skulu
hava uttanveltaðan vøll í einari
góðari høll, og í fjør gekst so mikið
væl á Eiði, har tey gjørdu eitt gott
arbeiði, at vit gjørdu av at royna tað
aftur har. Tað síggja vit eisini fram
til, sigur Magnus Tausen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Kvinnurnar hjá Mjølni hava um
vikuskiftið møguleikan at vinna
greipuna, um tær vinna á Fleyr í
FMfinalunum, tí longu framman
undan hevur Mjølnir jú vunnið
steypakappingina. Hinvegin hevur
Fleyr møguleikan at vinna fyrsta
meistaraheitið
hjá
kvinnunum
síðani 1997!
– Vit eru spentar og hava roynt
at vant, sum spældu vit ímóti
Fleyr. Nú hava vit kjansin at fara
við greip uni, og tað ætla vit eisini.
Hetta eru tvey rættiliga jøvn lið, so
eg vænti tveir dystir við nógvum
og góðum álopsspæli, har tað liðið
vinn ur, ið torir betur, sigur Eina
Kalsø í Mjølni.
Fleyr hevur havt munin á Mjølni
í vetur við einum 32 og einum 31
sigur, meðan Mjølnir hevur vunnið
eina ferð 31. Men serliga í síðsta
dyst inum tóktust liðini jøvn, og har
end aði eitt sett 2624 og eitt 2725.
– Sjálvandi eru allar øgiliga
spentar, nú vit eru í einari FM
finalu, men tað hevur ikki ávirkað
venj ingina nakað serligt hesa vik
una. Vit kunnu ikki byrja upp á
nakað nýtt nú, men fara at gera tað,
sum hevur verið nóg mikið til at fáa
okkum í finaluna. Eg trúgvi, at tað
liðið, sum kemur betur frá byrjan,
fer at vinna, sigur Rakul Dalsgaard
Jakobsen í Fleyr.
Báðar
kvinnufinalurnar
er
Sveinur Tróndarson fyrsti dómari,
og sum annan dómara hevur hann
Randi Larsen aftur at sær í morgin
og Óla G. Samuelsen sunnudagin.
hilmarjan@sosialurin.fo
ÍF hevur
havt munin
Mansflogbóltur Fuglfirðingar
hava vunnið allar dystirnar ímóti
Mjølni í vetur, men í steypa
finaluni vístu teir í Mjølni, at
teir saktans kunnu spæla við
Íf faVorIttur
Higartil í vetur hava menninir hjá ÍF vunnið allar seks
ferðirnar, teir hava spælt ímóti Mjølni, so tí má ÍF liva við
leiklutinum sum favorittur undan mansfinalunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Eikligan, FM-Finalur á Eiði
26/03 15.00 Fleyr-Mjølnir (kvinnur)
26/03 17.00 ÍF-Mjølnir (menn)
27/03 15.00 Mjølnir-Fleyr (kvinnur)
27/03 15.00 Mjølnir-ÍF (menn)
StórStEypadyStur í gundadali
27/03 16.00 HB-EB/Streymur
SunSEt-kappingin
26/03 17.00 StÍF-Neistin
27/03 14.30 Kyndil-VB
27/03 15.00 Tjaldur-Stjørnan
Dystir um vikuskiftið:
JØVn lIÐ
Fleyr og Mjølnir eru tvey sera jøvn
lið, so tí kunnu helst væntast tvær
spennandi og tættar FM-finalur
teirra millum um vikuskiftið
Mynd: Álvur Haraldsen
KVInnuflogbóltur Væntast kunnu
tvær spennandi finalur millum kvinnurnar
hjá Fleyr og Mjølni um vikuskiftið, tí liðini eru
sera jøvn og passa væl saman í spælistíli
Tvey jøvn
kvinnulið
Gólvið skrædnaði
flogbóltur Teraflexgólvið fekk stóran skaða í Trongisvági
fyri einari viku síðani, men í dag verður tað umvælt, so tað
verður klárt til FMfinalurnar í morgin og sunnudagin