Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 36 · 25. mars 2011 25 VIKUSKIFTI atvoldin til, at føroyskir næmingar hava fatað føroyskt sum eina turrisliga lærugrein, ið ikki var líka spennandi sum danskt. Í kanningini hjá Vár í Ólavsstovu kemur greitt til sjóndar, at næm ingarnir enn halda lærugreinina vera gamaldags og siðbundna, og teir vilja fegin hava, at lærugreinin verður nútímansgjørd. Teir sakna modernitet og víðskygni. Vár í Ólavsstovu staðfestir, at hvat nyttu viðvíkur, halda næmingarnir ofta danskt vera eitt týdningarmiklari mál enn føroyskt, tí fleiri teirra ætla sær undir framhaldandi lestur í Danmark. Hinvegin hevur føroyskt eina nógv sterkari støðu sum lærugrein, hvat teirra samleika viðvíkur, og næmingarnir »siga frá heitum kenslum og áhuga fyri lærugreinini,« sum Vár í Ólavsstovu málber seg. Hetta er ein mótsøgn. Næmingarnir kenna seg heima í føroyskum, men lærugreinin er ikki nóg forvitnislig og tíðar hósk- andi. Tær heitu kenslurnar fyri før- oyskum, heldur Vár í Ólavsstovu, eru týðiligt tekn um, at føroyskt er ikki bara ein lærugrein í máli, men ein samleikalærugrein, sum er persónliga, ættarliga, sosialt og tjóðarliga grundað. Næmingarnir hava í sambandi við henn ara kanningar sagt frá positivum kenslum mótvegis føroyskum, ið ikki samsvara við tað, teir í roynd og veru uppliva í lærugreinini í gerandis- degnum. Hetta kann tulkast sum eitt slag av skyldu, ið næmingarnir kenna mótvegis føroyskum, heldur hon. Kjølfest í føroyskum Í ritgerðini vísir Vár í Ólavsstovu eisini á, at næmingarnir sakna samrøður og meira tvívegis samskifti í undirvísingini í før oyskum. Undirvísingin er nógv merkt av, at samskiftið er einvegis, at næm ingar verða yvirhoyrdir, og lærararnir skriva upp á talvuna. Hetta hevur við sær, at næmingarnir hava ilt við at gjøgnumskoða, hvat endamálið við undirvísingini í grundini er. Kortini eru teir trúgvir ímóti føroyskum. Vár í Ólavsstovu skrivar: »Skyldan og óttin fyri, at føroyska málið doyr út, eru rættiliga vanligar kenslur millum studentaskúlanæmingar. Tey eru ítøkiliga bangin fyri, at føroyskt skal hvørva, og tað er rættiliga vanligt, at tey eru ímóti, at fremmandaorð verða tikin upp í føroyskt. Nógvir næm ingar siga tað vera eina týðandi upp gávu at arbeiða ímóti ávirkan frá danismum og amerikanismum, sam stundis sum ein minniluti upplivir, at før oyskt er ov afturlatið fyri upptøku av fremmanda- orðum, og at ov nógv orka verður brúkt at gera nýggj føroysk orð.« Mótsetningarnir millum danska statin og føroysku tjóðina hevur søguliga elvt til, at føroysktlærugreinin hevur verið eitt politiskt stríðsmál millum føroyskar sjálv stýrispolitikarar øðrumegin og før- oyskar samríkispolitikarar og danskar ráðharrar hinumegin. Enn tann dag í dag verða føroyskt og danskt sett hvørt upp ímóti øðrum, tá talan er um tímabýti og fakligt innihald. Alt hetta hevur gjørt føroyskt til ein hugsjónar- ligan stríðsspurning. Men nú er nakað nýtt hent. »Við tíðini er hent eitt paradigmu- skifti í hesum spurningi,« skrivar Vár í Ólavsstovu, sum eisini spurdi næm- ingar nar um teirra politisku støðu. »Sam ríkisvongurin vísir í spurnar- skema kanningunum, at føroyskt er bæði tað persónliga og stovnsgjørda móðurmálið, og teirra tjóðskapur er traditiónsfestur og knýttur at Føroyum. Hetta stendur í greiðum mótsetningi til tann upprunaliga diskursin á hesum økinum, har danskt og Danmark um- boðaðu hesi viðurskifti.« Síðan skrivar hon: »Fyri sjálv stýris- vongin er tjóðskapur í stóran mun hug sjónar liga grundaður, og hann inni heldur statsmyndan sum eitt grund- liggjandi aðalmál. Tey lýsa ikki nevni- verda skyldu mótvegis før oyskt læru- greinini og føroyskum máli. Tey vísa á, at fyri tey er nýtímansgerð av føroyskt- lærugreinini sera týdningarmikil, um hon skal hava nakra framtíð fyri sær og fyri, um hon skal hava nakra vælvild millum næmingar.« Eitt eru allir næmingar tó samdir um, skrivar Vár í Ólavsstovu: »Felags fyri allar næmingar er, at Føroyar og før oysktlærugreinin vísa seg at vera trygdar havnin, sum tey altíð kunnu venda aftur til, og sum gott er at falla aftur á, um útheimur og tað fremm- anda eru ov beisk og trupul og tey fak- ligu krøvini ov høg og ov trupul at fáa tamarhald á. Sum heild vísa føroyskt- lærugreinin og Føroyar seg sum ein trygdarhavn, ið flestu næmingar knýta at ætt og familju.« Mynd: Álvur Haraldsen Felags fyri allar næmingar er, at Føroyar og før oysktlærugreinin vísa seg at vera trygdar­ havnin, sum tey altíð kunnu venda aftur til – Sum heild vísa føroyskt lærugreinin og Føroyar seg sum ein trygdarhavn, ið flestu næmingar knýta at ætt og familju, men næmingarnir vilja hava lærugreinina nútímansgjørda, sigur Vár í Ólavsstovu