fríggjadagur 25. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
18
Sosialurin
Kjak
Sum øllum kunnugt, sum
búleikast í høvuðsstaðnum, so
hevur menningin rakt miðbýin
og gongugøtuna eins meint
og nógvar aðrastaðni í størru
býunum á fastlandinum, har
okkara gongugøta stórt sæð er
burtur og miðbýurin er deyður
sum býrúm. Handilssentrini
taka til sín stóran part av tí
aktiviteti, sum fyrr var at
síggja í gongugøtuni.
Hetta er rákið allastaðni,
har alternativar loysnir ikki
verða royndar. Vit skulu ikki
seta forðingar fyri menn
ingina, men tá vit kunnu hava
bæði, handilssentur og væl
virkandi gongugøtur, um vit
nýta loysnir, sum onnur kring
okkum hava sera góðar royndir
av, so er tað undrunarvert, at
hesar loysnir ikki verða troytt
ar, og hugstoytt at tær ikki
verða so frægt sum umrøddar.
Men er einans talan um
at skapa býrúm í høvuðs
staðnum, so fólk síggjast
aftur í gongugøtuni? Kann
høvuðsstaðurin, miðbýurin og
gongugøtan nýtast til nakað
nógv størri og meira týdn
ingarmikið, nakað sum er við
at gerast eitt stórt vandamál
fyri demografiska landslagið,
har hagtøl vísa, at tey ungu
undir víðari lestri uttanlands
ikki venda heim aftur.
Skúlar og býrúm
Hetta at nýta størri skúlar
sum aktivar komponentar í
býarmenningini, sum verulig
lokomotiv fyri menningini av
býrúmum og gongugøtum,
er roynt aðrastaðni við sera
góðum úrslitum.
Hjá okkum hava myndug
leikarnir lagt hægru læru
stovnarnar fjart frá bygdum
økjum, í andsøgn við tað sum
hendir í londunum kring
okkum. Vit hava Miðnáms
skúlan í Kambsdali, Fiski
vinnuskúlan í Vestmanna, og
Miðnámsskúlan í Hovi. Felags
fyri skúlarnar er, at bussur
stendur við høvuðsdyrnar
at
koyra
næmingin
frá
skúlanum, og síðani verður
ljósið sløkt. Her fæst eingin
akkumulerandi effekt frá
skúlanum, sum stóra talið
av næmingum annars kundi
havt í nærumhvørvinum, um
karmarnir vóru teir røttu.
Umframt at vit ikki fáa
skapt eitt nøktandi lestrar
umhvørvi, sum næmingar
søkja til, so er annað vanda
mál við staðsetingini, sum
kann hava álvarsligar avleið
ingar fyri dygdina í undir
vísingini, nevniliga, at vit
fáa ikki væl útbúnar lærar
ar at trívast í og søkja til
tílíkar útbúgvingarstovnar.
Staðsetingin er tískil í sær
sjálvum destruktiv fyri alt
lestrarumhvørvið.
At staðseta miðnámsskúla
í høvuðsstaðnum, sum iva
leyst skal nærkast milliardini
tá samanum kemur, uttan at
nýta hann til menning av bý
rúminum, er skelkandi. Mark
leys líkasæla fyri høvuðsstaði
okkara og teimum lesandi!
Miðnámsskúlin við
Marknagilsvegin
skeivt staðsettur!
Eru skúlarnir staðsettir uttan
eina størri ætlan, er ivaleyst
spurningurin vit sum borg
arar kunnu stilla landspolitik
arum okkara, og kunnu vit
loyva okkum at nýta hundrað
tals milliónir á tílíkan hátt,
uttan at nýta tílíkar glæsi
ligar bygningar, sum vit ikki
hava so nógvar av á hesum,
í allar mátar kørgu klettum,
sum aktivar komponentar í
myndan av býrúmum?
Nú
gjørdist
Miðnáms
skúlin í Hovi partur av ein
um størri rumbulsmáli, men
er hetta lítið av miklum,
verður hildið áfram við ver
andi strukturleysu staðset
ing av størru skúlunum, m.a.
staðseting av Miðnámsskúla
num við Marknagilsvegin, við
útjaðaran av høvuðsstaðnum.
Skulu
vit
enn
einaferð
vera vitni til, at skúlin ikki
verður nýttur sum partur av
menningini av býrúminum,
hesaferð í høvuðsstaðnum,
og sum partur av einari størri
demografiskari ætlan, sum
kann gerast dragkraftin heim
aftur hjá teimum avlærdu?
Almenna og kommunala
fyrisitingin hevur ikki eitt
lokkandi
skrivstovuum
hvørvi, sum er kappingarført
við tað londini rundan um
okkum kunnu bjóða. Her
verða ótíðarhóskandi bygn
ingar leigaðir, ella bøtt verður
um gamlar kroysur, heldur
enn at byggja nýtt, nýtiligt
og tíðarhóskandi.
Ein milliard tøk til myndan
av býrúmi í høvuðsstaðnum.
Fyri Tórshavnar býráð skuldi
hetta verið eitt upplagt høvi
til at ment miðbýin, ja ivaleyst
einasta høvi sum býðst hesa
øldina. “Ein nýggj byrjan”.
Vit hava veruliga tørv á at
skapa eitt umhvørvi, har tey
ungu, eftir lestur í útlondum,
hava hug at venda aftur til.
Verður skúlin staðsettur við
Marknagilsvegin, tá verður
arbeitt eins og higartil uttan
eina miðvísa ætlan, og vit fara
frá einum rumbulsmáli í Hovi
til eina gølu í høvuðsstaðnum.
Har Esbjerg en fremtid
som studieby?
Á Internetinum kann lesast
grein har Esbjerg býur stillar
sær spurningin, um býurin
hevur eina framtíð sum
lestrarbýur. Hetta er spurn
ingur sum teir leiðandi í
størri býunum í londunum
rundan um okkum stilla sær.
Her heima verður hetta ikki
viðgjørt sum eitt viðkomandi
evni, hvørki í menningini av
høvuðsstaðnum, ella sum
eitt demografiskt orðaskifti,
í kapping við útheimin.
Millum størru býirnar
í londunum rundan um
okkum er stór kapping um
tey lesandi, tí tað er almenn
vitan, at trívast tey lesandi
í býnum, so gongst býnum
væl. Í Norra vísti kanning,
at Trondheim var millum
best umtóktu býir, og komst
hetta m.a. av einum góðum
lestrarumhvørvi.
Men eins og í Esbjerg kunnu
vit spyrja:
• Hevur Kambsdalur, Vest
manna og Hov eina framtíð
sum lestrarbýir?
• Hevur Klaksvík eina
framtíð sum lestrarbýur?
• Hevur høvuðstaður
okkara eina framtíð sum
lestrarbýur?
Kambsdalur,
Vestmanna
og Hov kunnu ikki nýtast sum
lestrarbýir, tá teir ikki hava karm
arnar rundan um skúlan, sum
eru altavgerandi, og ikki kunnu
skapa teir heldur. Teir koma tí
ongantíð at lúka hesi krøv.
Klaksvík hevur ikki karm
arnar, fær teir neyvan, og sum
menningin á undirvísingarøki
num er í løtuni, so er neyðugt
at Føroyar hevur eitt vælvirk
andi og kappingarført um
hvørvi, sum liggur savnað á
einum stað, og liggur tað best
í høvuðsstaðnum. Størri eru
vit heldur ikki. Trupulleikin
er
bert,
at
høvuðsstaður
okkara eigur ongan góðan
innan tinggátt, og verður
lýstur sum veruliga orsøkin
til, at bygdirnar ikki mennast.
Veruleikin er tó júst hin øvuti,
at ein sterkur høvuðsstaður
er borganin fyri at vit kunnu
varðveita bygdirnar. Verður
høvuðstaðurin álaður sund
ur, og fellur, so sum verandi
politikkur á tingi vil borga fyri,
tá fella bygdirnar við.
Heldur
enn
at
stríðast
saman við høvuðsstaðnum um
at menna karmar sum kunnu
vera við til at kappast við lond
ini úti í heimi, sum draga tey
ungu burtur frá okkum, so er
uppgávan vorðin hon, at roynt
verður at draga tey ungu úr
høvuðsstaðnum út til útjað
aran, fyri at bjarga hesum undan
vaksandi fráflytingini. Úrslitið
gerst sjálvsagt júst tað øvuta.
Skúlin og umhvørvið
rundan um skúlan
Skúlin vit byggja í dag, skal
vera ein annar enn hann vit
bygdu fyri bert fáum árum
síðani.
Internetið
hevur
broytt skúlagongd radikalt.
Nørre Nissum seminar hevur
í dag fleiri næmingar sum eru
knýttir at skúlanum umvegis
fjarlestur enn næmingar eru
á sjálvum skúlanum. Hetta er
gongdin, har umhvørvið gerst
óviðkomandi. Tí er staðseting
av skúlum ein sera viðkom
andi spurningur. Er ikki eitt
fangandi umhvørvi rundan um
skúlan, so fáa vit ikki skapt eitt
lestrarumhvørvi sum lýkur nú
tíðar tørv. Umhvørvið rundan
um skúlan er altavgerandi. Um
hvørvið á sjálvum skúlanum er
sekundert. Næmingarnir blíva
burtur sum tíðin líður, og teir
bestu lærararnir søkja ikki inn
í umhvørvið. Og vandamálið,
teir næmingar sum gera seg
lidnar í útlondum, hava einki
frá lestrartíðini her heima,
sum dregur teir aftur til økið.
Ringrásin verður slitin.
Ung kvinna: Eg kundi ikki
hugsað mær at sitið í fjøllun
um í Hovi og lisið til Heilsu
røktara. Tá fari eg heldur til
Danmarkar, ella eg lesi í Norra
umvegis Internetið, tó eg har
skal gjalda fyri útbúgvingina.
Tað er av týdningi at hava
í huga, at kappingin framyvir
ikki einans verður at fáa fatur
á tí lesandi og læraranum,
men eins týdningarmikið tí
avlærda, við einum lokkandi
umhvørvi sum viðkomandi
ynskir at venda aftur til fyri
at bjóða sínum egnu børnum.
Tvs. umhvørvið um skúlan
skal vera partur av konsepti
num. Tað fáa vit ikki við
Marknagilsvegin.
Skúlaætlanin við Markna
gilsvegin eigur at verða
slept,
og
skúlin
lagdur
inni í miðbýnum í høvuðs
staðnum,
skulu
Føroyar
hava eitt einasta stað sum
lýkur treytirnar, sum settar
verða til ein lestrarbý. Um
ikki, lýkur høvuðsstaðurin
heldur ikki treytirnar, og vit
hava einki tílíkt at bjóða okk
ara ungdómi í kappingini við
londini rundan um okkum.
Til ber við einum penna
stroki at flyta útbúgvingar
úr einum býi í annan, av
einari oyggj í aðra, men
næmingar, lærarakreftir og
demografiska rákið letur seg
ikki kúga á henda hátt
Hvar aðrastaðni í heimi
num hevur flokkur havt
ætlanir um at lóggeva leik
vøllin hjá landsliðnum úr
høvuðsstaðnum? Sjálvt lands
dystir og steypadystir kunnu
vit ikki semjast um at hava í
høvuðsstaði okkara.
Landspolitikarar
hava
byrjað
eina
niðurbræðing
av høvuðsstaði okkara, sum
er einasta bulvirki ímóti tí
totalu fráflytingini. At halda
at Føroyar sleppa undan tí
ráki, sum fer fram um allan
vesturheimin, og tvíhalda um
eina loysn, sum í øllum sínum
facettum er degenererandi
fyri samfelagið, er ilt at skilja.
Matadorministarar,
høvuðsstaður og
lestrarbýur
Í fjølmiðlunum verður tíðum
kunnað um Jobmatch átøk
uttanlands, har roynt verður
at lýsa fyri lesandi hvat vit her
heima hava at bjóða teimum
avlærdu. Men her hava vit,
við stórum avleiðingum fyri
tey avlærdu, væl stuðlað av
nýggju vallógini, fingið eitt
nýtt fyribrigdi. Landsstýris
menn, sum síggja møguleikan
í at keypa sær sæti á tingi alt
lívsskeiði, um teir taka ein
størri almennan stovn úr
høvuðsstaðnum,
og
flyta
hann út í annað øki. Lands
stýrismenn sum soleiðis spæla
matador við stórum máls
økjum. Matadorministarar.
Avleiðingarnar eru, um
framt at máa støðið undan
okkara høvuðsstaði, at hetta
stuðlar beinleiðis undir ta
fráflyting, sum somu politik
arar tosa um at steðga. Tí, fáa
vit avlærd at flyta úr Madrid,
Bryssels, London, Stockholm
ella
Keypmannahavn
til
almennar stovnar á bygd?
50 út av hvørjum 100 les
andi uttanlands venda ikki
heim aftur, samstundis sum
150 útbúgvin flyta av landi
num hvørt ár!
Partur av mótspælinum
hjá politiska mynduleikanum
er matadorspæl við læristovn
um, almennum arbeiðspláss
um og høvuðsstaði okkara.
Og hvussu við skikkaðum
umsøkjarum til størvini á
lítlu plássunum, og dygdin í
tænastuni tey kunnu veita?
Kann tað halda ung vælút
búgvin frá at flyta heim aftur?
Kann tað vera orsøk til at væl
útbúgvin flyta av landinum?
Spurningur má veruliga
verða
settur
við
hvørt
Jobmatch tiltøkini eru til
nakað gagn, heldur “matador
politikkurin” áfram. Hvat
skal skapa okkara høvuðs
stað komandi, um tað ikki
eru almennir stovnar, og
tænastuvinnur
avleiddar
av teimum. Hvat er okkara
høvuðsstaður uttan nógvir
sterkir almennir stovnar?
Hvussu fáa vit eitt sterkt
lestrarumhvørvi uttan ein
sterkan høvuðsstað, og hvat
eru Føroyar uttan eitt sterkt
lestrarumhvørvi
og
ein
sterkan høvuðsstað?
Lógarsmíðið er alt ov
seinført, og ikki tíðarhóskandi
einum framkomnum samfelag
á fleiri økjum. Grunnleggjandi
tænastur kunnu ikki veitast,
m.a. ber ikki til at veita borgara
tænastur um Internetið, og
alternativar bústaðarmøgu
leikar. Krøv sum avlærd stilla,
skulu tey búleikast her.
Landstýrismenn og býráðs
politikarar, uppgávan beint
nú er at fáa flutt Miðnáms
skúlan frá Marknagilsvegi
til miðbýin. Tit hava einans
eitt skot í byrsuni, og neyvan
verður nakað annað at løða
við hesa øldina! Uppgávan og
ábyrgdin er langt størri enn
vit sum borgarar meta tit
geva tykkum far um.
Ein milliard til myndan av býrúmi
í høvuðsstaðnum – kann gleppa okkum av hondum
Mourits M. Joensen
Tit hava einans eitt skot í byrsuni, Føroya Landsstýri og Tórshavnar býráð,
og neyvan verður nakað annað at løða við hesa øldina!