fríggjadagur 25. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 35 · 25. mars 2011
18
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Hon er uppvaksin í Havn, men býr og er gift á
Toftum. Um ein góðan mánað fyllir hon 29.
Tað, sum er øðrvísi við hennara arbeiði
enn hjá flest øðrum kvinnum, er, at hon
siglir sum dekkari við línuskipi. Hetta er ikki
nakað, hon bara ger í løtuni. Siglingstíðin
er langt síðan komin í hús, og hin 1. august
klokkan 10.30 byrjar hon á skiparaskúla.
- Avgerðin er tikin, og eg eri ógvuliga
fegin um at vera sloppin á skúla. Eg hevði
bara 9. flokk, men tók seinni lærugreinar á
VUC (Voksen Uddannelse Center). Í Danmark
fekk eg góð úrslit, eitt nú 11 í enskum og
9 í rokning. Hetta lyfti undir miðaltalið í
mínum prógvum. Tá eg søkti á skiparaskúla,
læt eg inn prógvið, eg hevði úr Tórshavnar
Kommunuskúla, prógvið í lærugreinum á VUC
saman við váttan um trygdarskeið og bláu bók.
Marita sigur, at hon var umborð
á línuskipinum Reynsatindi, tá
brævið kom frá skúlanum.
- Eg bað tey hyggja í tað, og himmalglað
var eg, tá tey søgdu mær, at eg var sloppin inn.
Eg hoppaði og dansaði, og næstu frívaktina
svav eg slett ikki, sigur hon brosandi.
Siglingstíðin er 12 mánaðir, men tá er
talan um at hava verið 365 dagar í sjónum.
- Tí skalt tú helst hava verið knýtt at
skipi tað mesta av tveimum árum, men
tað hevði eg væl og virðiliga, sigur hon.
Marita sigur, at tað gjørdi ikki
frøina minni, at ein annar, sum siglir
við Reynsatindi, eisini slapp á skúlan
og skal byrja sama dag sum hon.
Munur á skiparum
- Um eg nakrantíð gerist skipari á línuskipi,
veit eg ikki, men tað er kanska ikki
óhugsandi, at eg einaferð fari at standa
á brúnni sum stýrimaður á línuskipi.
Tá tú prátar við Maritu, skilst, at
tað ikki bara er pengarnar, hon hevur
áhuga í, men so sanniliga eisini, hvussu
arbeiðsumstøðurnar eru umborð, og hvussu
samskifti, samanhald og samstarv er millum
fólkið. Hon hevur eisini áhuga í, um fiskurin,
sum kemur á dekkið, er stórur og góður.
- Hesa tíðina, eg havi siglt, havi eg eisini
lagt til merkis, at stórur munur er á skiparum.
Summir hugsa mest um at fáa fisk, men
tíma ikki so væl, tá tú spyrt um vegleiðing.
Aðrir hava størri áhuga í, at tú fært svar upp
á spurningar, ið kunnu stinga seg upp.
Í dag eru Marita og maður hennara,
Kristian, bæði við línuskipunum, Reynsatindi.
- Knút Høgagarð, sum eisini býr á Toftum, er
skipari, og eg havi alt gott at bera manninum.
Í stuttum heldur hon, at tað er torført at
finna ein betri og meiri avvigaðan línuskipara.
- Tú spyrt, og hann vísir stóran
áhuga í at svara. Knút hevur eisini
stóran áhuga í umstøðum og trivnaði
umborð, leggur hon aftrat.
Byrjaði við Næraberg
Men hvussu byrjaði so karrieran á sjónum
hjá Maritu Reynheim Danielsen?
- Eg fór fyrsta túr við Nærabergi í
mai mánað ár 2000. Pápabeiggi mín,
sum hevði verið við Skálabergi, sigldi við
Nærabergi sum kokkur, og pápi mín hevði
eisini verið umborð sum hjálparkokkur.
Marita var bara hin eina túrin við Nærabergi,
og hon dylur ikki, at hetta tímdi hon slett ikki.
- Tað var hvørki galið við skipi ella manning,
ei heldur umstøðunum umborð. Eg helt bara
ikki, at hetta var nøkur avbjóðing fyri meg. Eg
hevði áður arbeitt á fiskavirkinum hjá Faroe
Seafood í Havn, og eg helt, at arbeiði sum
pakkari við Nærabergi líktist alt ov nógv tí,
eg ikki tímdi serliga væl á fiskavirkinum.
Umborð á Nærabergi pakkaði hon surimi,
og hóast hon sá, at onnur trivust væl
umborð, hon helt simpulthen ikki, at hetta
var nakað fyri hana. Tískil gjørdist byrjanin av
sjólívinum hjá henni bert hesin eini túrurin.
- Eg fekk tó væl burtur úr, meðan
eg var við Nærabergi, og skatturin
var lítil, leggur hon aftrat.
Við línuskipum
Nú væntaði Marita, at hon fór
ikki at tíma til skips aftur.
- Nøkur ár seinni fór eg tó aftur at royna
meg á sjónum, og nú bar leiðin umborð á
línubátin, Thomas Nygaard, har eg var í eitt ár.
Marita sigur, at hetta var í 2006 ella í 2007.
- Óli Hansen úr Gøtu var stýrimaður, og
honum dámdi væl at læra frá sær, og eg
haldi, at ikki minst hansara leiklutur var ein
orsøkin til, at eg fór at stórtrívast. Tá eg
kom umborð, hevði eg eitt ynski um ikki at
standa við rulluna, men hetta var tað fyrsta
arbeiði, eg fekk, leggur hon brosandi aftrat.
Sum dekkari á línubáti hevur Marita
roynt alt uttan at verið lastamaður, og
ei heldur hevur hon kastað miður.
- Lastamenn eru oftast teir somu, og
eisini hava vit havt fastar miðukastarar,
sum hon málber seg. Annars geri eg alt,
sum hinir gera. Eg standi við rulluna,
blóðgi, kryvji – og eg standi í skúrinum.
Árið, tá ið hon var við Thomasi Nygaard,
var hon eisini umborð á Stapanum, og
eitt nú var hon tveir túrar í Íslandi.
Kona og maður
Tað, sum ikki minst er áhugavert við
Maritu og manninum, Kristiani Højgaard,
er, at tey sigla við sama línubáti.
- Áðrenn vit gjørdust par og giftust í
november í 2008, vóru vit eisini saman
við Thomasi Nygaard og Stapanum, og eg
kann siga, at tað var Kristian, ið lærdi meg
upp. Eg kann siga, at eg soleiðis forelskaði
meg í sjónum og manni í senn, sigur hon.
Áðrenn hjúnini fóru umborð á Reynsatind
fyri eini tíð síðan, vóru bæði við línubátinum,
Hoyvíkingi, tað mesta av einum ári.
- Vit hava altíð siglt saman uttan, tá eg
var við Stapanum. Kristian er altíð umborð,
tá eg eri umborð, men eg eri ikki altíð við,
tá hann er. Vit eru á sama kamari umborð,
men hava hvør sína koyggju, sigur hon
brosandi og leggur aftrat, at privatlívið er í
landi, men umborð eru tey skipsfelagar.
Hon sigur, at umborð á línubáti er tað
soleiðis, at antin trívist tú – ella trívist tú ikki.
- Tað er rættiliga stævið viðhvørt. Vit ganga
seks og seks, men er nógvur fiskur, bróta vit
vakt. Onkuntíð sigi eg, at nú fari eg ikki avstað
aftur, men tá eg so eri komin til hús, er alt
gloymt, og eg fari glað avstað aftur, sigur hon.
Dreymurin hjá Maritu Reynheim
Danielsen er einaferð at gerast
skipsførari, men hon viðgongur, at ein
slík útbúgving verður ikki tikin í einum.
- Nú hugsi eg í fyrsta lagi um at gerast
skipari, og eina slíka útbúgving ætli eg
mær at brúka á sjónum. Gerist eg nakrantíð
skipsførari, hugsi eg um at brúka útbúgvingina
í onkrum starvi á landi, sigur hon.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
Marita forelskaði seg
í sjómanni og sjólívi
Tey eru hjún, og bæði sigla við sama skipi. - Privatlívið er í landi, men umborð
eru viT skiPsfelagar, sigur 28 ára gamla, Marita reynheiM Danielsen
Fakta
Navn: Marita Reynheim Danielsen
Starv: Dekkari
Besta við starvinum: At koma heim
Ringasta við starvinum: At neglirnar
brotna
Skipari: Knút Høgagarð
- Onkuntíð sigi eg, at nú fari eg
ikki avstað aftur, men tá eg so eri
komin til hús, er alt gloymt, og
eg fari glað avstað aftur, sigur
Marita Reynheim Danielsen