fríggjadagur 25. mars 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36
Sosialurin
– ger mun
N
O
R
Ð
U
R
L
E
N
D
S
K
T
U
M
H
V
Ø
R
V
I
S
M
E
R
K
I
5
4
1
7
0
5
Okkara sølutoymi skal víðkast, og tí leita
vit eftir einum sølufólki/ráðgeva, sum fær
sum fremsta mál at hjálpa kundum okkara
at røkka teirra mál um. Føroyaprent hevur
sum aðalmál, at allir okkara kundar kenna
seg nøgdar við arbeiði og tæn astustøði á
virkinum. Okkara kundar eru allastaðni
í land inum, og tí fer nýggja sølufólkið at
arbeiða úti ein stóran part av tíðini. Hug
ur og hegni at arbeiða sjálvstøðugt og evni
at skapa góð sambond við onnur, eru av
avgerandi týdningi fyri trivnaðin í hesum
avbjóðandi starvi.
Tað er ein fyrimunur um tú hevur :
eina viðkomandi útbúgving innan sølu
UÊ
og marknaðarføring
hevur vitan um og royndir frá grafiskum
UÊ
virki
royndir við B2B sølu
UÊ
Tað er neyðugt at:
tú hevur lætt við at samskifta við og skilja
UÊ
viðskiftafólk og starvsfelagar
tú kennir teg trygga/n við at tingast við
UÊ
viðskiftafólk – og at tey kenna seg trygg
við teg
tú hevur áræði, ert álítandi, ert nær
UÊ
lagdur/løgd og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt
tú dugir at raðfesta og at arbeiða við fleiri
UÊ
málum í senn
tú verður motiverað/ur av kapping
UÊ
tú dugir at orða teg í talu og á skrift
UÊ
Vit bjóða eitt spennandi starv á Føroya
størsta grafiska virki. Okkara felags mál er at
varð veita og styrkja menningina av grafiska
yrkinum, so kundar okkara í dygd og tæn
astu altíð eru í góðum hondum. Vit vilja við
hesum tryggja, at Føroyar framhaldandi hava
eitt framkomið og kappingarført grafiskt
virki.
løn og arbeiðstreytir sambært avtalu.
UÊ
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira, so ring ella skriva til
Hansinu Dahl, sølu og marknaðarleiðara, á
telefon 594559, hansinadahl@foroyaprent.fo
Umsóknarfreist 4. apríl 2011. Starvið
verður sett skjótast gjørligt eftir hetta.
Umsóknin skal sendast til:
Føroyaprent Pf.
Hoyvíksvegur 59
Boks 3118
110Tórshavn
Merk umsóknina: Sølufólk
Sølufólk til føroyaprent
Føroyaprent vil tryggja føroyingum eina kappingarføra prentsmiðju, har kundin veit, at hansara uppgáva
er í tryggum hondum. Bæði innan grafiska uppseting, prent og bókaframleiðslu. Vit framleiða alt frá
visitkortum og brævørkum til faldarar, bløð og bøkur. Á Føroyaprent ivast vit ikki í, at nýggjasta tøknin,
góða handverkið og tær drúgvu royndirnar geva besta úrslitið. Føroyaprent er svanamerkt prentsmiðja.
www.torshavn.fo
Stuðul úr felagsgrunni
Felagsgrunnur millum Nuuk í Kommuneqarfik
Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn
Møguleiki verður nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk i
Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn. Grunnafundur verður
í mai mánaði, har avgerð verður tikin um hvør fær stuðul.
Býarstýrini í Kommuneqarfik Sermersooq, Reykjavík og Tórshavn seta
árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til
tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum
hesar kommunur og borgarar teirra.
Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir
treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing
um tiltakið. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðu
kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at hetta umsóknarblað
verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla sum til ber.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Anva Bech, skrivara, telefon 302010.
Umsókn merkt „Fællesfond mellem Nuuk i Kommuneqarfik Sermersooq,
Reykjavík og Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32,
110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 20. apríl 2011.
tórshavnar
kommuna
Ríkisumboðið
fær onga átalu
Randi Jacobsen
Eini ung hjún í Havn ætt
leiddu í fjør ein drong úr
Etiopa. Drongurin æt Mark
us.
Tríggjar mánaðir seinni
varð góðkenningin av hjúnum
sum ættleiðingarforeldur tik
in frá teimum, og drongurin
varð tikin frá teimum.
Foreldrini vildu ikki góð
taka hetta, og tey kærdu tí til
Fólkatingsins umboðsmann.
Umboðsmaðurin svaraði
beinanvegin, at hann ikki
fór at kanna avgerðina um
at afturkalla góðkenningina
sum
ættleiðingarforeldur,
tí hann helt seg ikki kunna
hjálpa foreldrunum at fáa
barnið aftur.
Hinvegin
játtaði
hann
at kanna málsgongdina og
um rætt var atborið, tá ið
myndugleikarnir tóku barnið
frá hjúnunum.
Umboðsmaðurin
sigur,
at hann ikki kann finnast
at Ríkisumboðnum. Hann
nevnir ein fund, sum var
millum
Ríkisumboðið
og
foreldrini,
men
partarnir
vóru so ósamdir um, hvat
kom fram á fundinum, og
umboðsmaðurin sá seg ikki
føran fyri at taka dagar
ímillum tær ymisku frágreið
ingarnar.
Hann sigur eisini, at hann
einki hevur at finnast at
myndugleikunum, tá ið teir
tóku barnið frá hjúnunum.
Mamman, sum ættleiddi
drongin, veit enn ikki, um
hon heldur aðrar møguleikar
vera at royna at fáa drongin
aftur.
Veitst tú eina søgu, send
so SMS á 28 50 04
Hjúnini, sum í fjør ættleiddu og síðan mistu
drongin Markus, fingu einki burtur úr at
kæra til Fólkatingsins umboðsmann
Lesið
-so eru tit við!
Lesið
-tað loysir seg