Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 20 Sosialurin Jan Müller Í farnu viku vitjaði hetlendski løgmaðurin, Sandy Cluness saman við embætis- og vinnu lívsfólki í Føroyum. Endamálið við ferðini var at knýta tættari sambond millum oyggjasamfeløgini í Atlantshavi. Hetlendingar vóru sera væl nøgdir við vitjanina. – Hetta hevur verið ein sera gevandi og jalig vitjan - bæði hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, løgmanni og hjá Føroya Tele og Articon. Vit eru sera hugtiknir av, hvussu væl útbygdar Føroyar eru sum samfelag, ikki minst á teleøkinum við eitt nú breið bandstænastum sigur Sandy Cluness og leggur aftrat, at tey í Hetlandi síggja fram til at kunna fáa líknandi tænastustøði, sum tit hava her og sum gagnar bæði vinnulívi og vanliga borgaranum. Hetlendskir mynd ugleikar og vinnulív fara nú av álvara í samráðing við Føroya Tele um, hvussu henda útbygging kann fremj- ast í Hetlandi við føroyskari hjálp. – Vit hava eisini vitjað Articon, sum skal dýpa havn ina í Scalloway fyri okkum. Eg havi eina kenslu av, at hetta byggifelagið er rættiliga professionelt og hevur førleikar, sum vit væl kunnu brúka í øðrum høpi í Hetlandi. Sandy Cluness hevði eisini góðar samrøður við Johan Dahl, landsstýrismann og hevur boðið honum til Hetlands at síggja, hvussu hetlendingar royna at menna varandi orkukeldur. Eisini hvussu samstarv kann fáast við Føroyar á hesum øki. – Vit eru tjóðir, sum eru nógv tengdar at oljunýtslu og her kann menning av varandi orkukeldum koma at gagna okkara samfeløgum. Olja og gass Hetlendski løgmaðurin vís- ir á, at tey eru í gongd við stórar útbyggingar á olju- og gassøkinum í Hetlandi og síggja eisini her møguleikar fyri samstarvi við føroyingar. -Vit skulu brúka upp til 1000 fólk til at byggja eina nýggja gassverksmiðju í Sullom Voe, so her eru kanska eisini møguleikar fyri samvinnu við Føroyar, har føroysk eks- pertisa og vørur og tænastur kunnu verða partur av um- røddu útbygging, sum fer at taka eini 5 ár. Sandy Cluness sigur víð- ari, at gasskeldurnar, ið skulu lata gass til eitt nú bretska marknaðin, liggja ikki so langt frá føroyska markinum heldur, og tí letur hetta eisini upp fyri framtíðar møguleikum fyri samvinnu. Hansara innasta vón er, at kemur ein størri samvinna í gongd, so kann hon kanska skapa grundarlag fyri ferða- sambandi aftur millum oyggj arnar. – Vit í Hetlandi hava altíð havt stóra virðing fyri tí, sum føroyingar hava gjørt og staðið fyri. Bara Føroya Tele er eitt gott dømi um, hvussu ein fyritøka Hetland letur dyrn fyri føroyskum vinn Møguleikar – Vit skulu brúka 1000 fólk til at byggja eina gassverksmiðju komandi fimm árini, so her eru eisini møguleikar hjá føroyskari vinnu – ekspertisu, vørum og tænastum sigur hetlendski løgmaðurin Sandy Cluness Kai Leo Johannesen, løgmaður saman við hetlendska løgmanninum og varaløgmanninum í Roykstovuni í Kirkjubø Mynd Jan Müller