fríggjadagur 25. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
20
VIKUSKIFTI
– Eg vaknaði Ein oktobEr morgun í 2009. Eg fEkk ikki andað, hEvði ilt fyri
bringuna og hoknaði niður á gólvið. Tá visti Eg, at Eg máTTi taka mEg
saman, sigur akramaðurin Jan vesTergaard, sum tá vigaði 170 kilo. hann
hevur tapt sEg 40 kilo sEinasta árið við broyta kosTvanar og røra sEg.
Tá Jan
hoknaði
niður
samrøða
barbara holm
barbara@sos.fo
Vit hoyra mangan um tey, sum hava
fingið skurðviðgerð í magasekkin, og
soleiðis eru sloppin av við mong kilo.
Men summi gera tað eisini uttan
skurðviðgerð. Ein teirra er 27 ára
gamli Jan Vestergaard, sum vigaði 170
kilo fyri einum ári síðani. Hann varð
noydd ur at gera okkurt við støðuna, tí
heilsan var farin at bila.
– Eg vaknaði ein morgun eftir ein
býtúr í Havnini. Um tað mundið vigaði
eg 170 kilo. Tá eg fór á vesið, fekk eg
álvarsliga ilt fyri bringuna og hoknaði
saman. Eg visti ikki, hvat var á vási,
men tað gekk upp fyri mær, at heilsan
ikki helt til vektina longur, greiður Jan
Vestergaard frá.
Ógvusligt óhapp
viðførdi 50 kilo
Tá ið Jan Vestergaard lítur afturá, undr
ast hann á, hví hann loyvdi sær sjálvum
at blíva so feitur.
– Eg haldi, at meira og meira ein
tekur uppá, verri verður tað at koma í
gongd, sigur hann.
Jan sigldi við Roc Amadour sum
dekk ari í 2007. Tá vigaði hann 120
kilo. Men eftir eina ógvusliga hending
umborð, har Jan fekk ein lemm á hond
ina og mista høgra peikifingur, fór hann
í skúla í Havn.
– Eg var tarnaður av hondini og fekk
tí ikki gjørt tað stóra kropsliga arbeiða.
Eg hevði nakrar jarnstengur í hondini
eftir hendingina, og bara armurin kom
ímóti onkrum, fekk eg ógvusliga pínu,
sigur Jan Vestergaard.
Skaðin í hondini og lívið í skúlanum
gjørdu, at Jan tey næstu tvey árini legði
alla kropsliga venjing frá sær og tók 50
kilo uppá.
– Eg bleiv meira og meira dovin og
var á einari vandamiklari kós, staðfestir
hann.
Tað ber til við sunnum
mati og venjing
Brádliga varnaðist Jan Vestergaard,
at hann nú vigaði 170 kilo, og sostatt
hevði lagt 50 kilo aftrat sær seinastu
tvey árini. Jan gjørdi av, at nú skuldi
hetta steðga.
– Eg visti, at eg mátti út at røra meg
og eta sunnari.
Viljastyrkin gjørdi, at Jan megnaði
at tapa seg 40 kilo.
– Eg var á Tórsbreyt hvørt kvøld,
óansæð veður og vind. Og eftir eina tíð
byrjaðu kiloini at fara av mær, greiður
Jan frá.
Men venjingin á Tórsbreyt varð
ikki nóg mikið. Kosturin skuldi eisini
leggjast um.
– Eg drakk nógv sodavatn hvønn
dag og át ósunt, og tað royndi eg at
leggja á hillina, greiður Jan frá.
Við hjálp frá einum kostráðgeva
eydnaðist tað Jan at leggja kostin nógv
um, og soleiðis fáa eitt betri lív.
– Ein vinkona hjá mær, sum er
kost ráðgevi, hevði hoyrt, at eg ætlaði
mær at sleppa av við kiloini, og hon
hjálpti mær veruliga víðari við at geva
mær eitt skema, sum eg kundi fylgja
dagliga, soleiðis eg visti, hvat eg inntók
av kalorium, greiður Jan frá.
Eisini onnur vinfólk hjá Jan hjálpti
honum á leiðini.
– Ein vinmaður, sum hevur verið í
herinum, hjálpti mær nógv. Hann vandi
við mær hvønn dag í fleiri mánaðir og
trýsti meg til at klára meg betur hvønn
dag, greiðir Jan frá.
Eitt fantastiskt lív
Hóast Jan hevur tapt seg 40 kilo, so
eru tað kortini áleið 20 kilo eftir til
málstrikuna. Men hóast tað, so er lívs
góðskan hjá honum vaksin munandi.
– Tað kennist heilt fantastiskt at
verða sloppin av við 40 kilo. Eg eri
blivin betur fyri upp á allar mátar. Eg
orki nógv betur í gerandisdegnum,
eri meira jaligur og als ikki líka dovin
longur, greiður Jan frá.
Hann heldur, at tey, ið hava trupul
leikar við vektini, mugu fara í gongd
sum skjótast, tí longri tú bíðar, verri
verður stigið at taka.
– Mítt ráð er at fáa tær eina kost
ætlan, sum tú fylgjur neyvt. Og so at
vera aktivur gjøgnum dagin og royna
sum frægast at fáa kropsliga venjing.
Og so vita vit øll, at sodavatn, øl og
brenni vín ikki er gott fyri vektina ella
heilsuna. Tað má eisini minkast, um
ein vil sleppa av við kiloini, sigur Jan
Vestergaard.
mynd: Jleivur nygaard