Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 Sosialurin ar upp nulívi Jan Müller – Hetta er eitt sera áhugavert samstarv fyri okkum. Het­ lend ingar hava ta avbjóðing, at teir ikki hava tær tænastur, sum vit kenna í Føroyum, og vit í Føroya Tele hava gjøg­ num Shefakaðalin longu fingið stórar vinnukundar í Hetlandi. Vit halda hetta kann byggjast meira út, og tað er nakað, sum er áhugavert fyri bæði okkum og hetlendingar at hyggja at. Sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele eftir, at hetlendski løgmaðuinr, Sandy Cluness saman við øðrum úr hetlendska oyggja­ ráðnum hava vitjað á Føroya Tele. Kristian Davidsen vísir á, at Føroya Tele setti fyri nøkrum árum síðani hol av samstarvið við Hetland og oljuvinnuna har, tá eitt nú oljupallar vórðu bundnir í Shefakaðalin. Kaðalin hev ur síðani latið fleiri aðrar dyr upp, og tað nýggjasta er samstarv við franska olju felagið Total, sum byggir ein gassterminal í Het landi. Alt byggiplássið og terminalurin skulu sjálvandi hava eitt gott samband við breiðabandi til umheimin, og tað hevur Føroya Tele veitt oljufelagnum. Stjórin í Føroya Tele sigur víðari, at man kann so eisini hugsa sær, at hetta samstarvið verð ur útbygt í framtíðini, so tað umfatar aðrar kundar eisini. – Vit trúgva, at hetlendski marknaðurin kann út byggj ­ ast. So er tað bara spurn ing­ urin, hvussu nógv Føroya Tele skal gera og hvat aðr ar tele fyri tøkur kundu gjørt við Føroya Tele sum heilsølu­ veitara av tænastum knýttar til Shefakaðalin. Hetlendingar nøgdir Hetlendingar eru sera væl nøgdir við, at Shefakaðalin kemur í land í Hetlandi og vilja hava eitt økt samstarv við Føroya Tele. Teir vilja fegnir hava tænastur í Het­ landi, sum líkjast teimum vit kenna í Føroyum. So Hetland og økið rund an um Hetland er ein áhugaverdur framtíðar mark naður fyri Føroya Tele. – Síggja tit eisini møgu­ leikar at víðka tykkara marknað til oljuvirksemið í Norðsjónum? – Tað gera vit. Vit hyggja alla tíðina eftir møguleikum. Vit hava sum er fingið nakr­ ar boripallar vestan fyri Hetland uppá okkara skipan, men tað tekur langa tíð, frá tí at tú byrjar at tosa við hesi feløgini, til nakað ítøkiligt kemur burtur úr. Men vit trúgva, at tað spakuliga kunnu koma fleiri kundar aftrat. jan@sosialurin.fo Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 í Føroyum sprettir og mennir seg til at gerast ein so mikið professionell og stór fyritøka, at hon kann kappast við nógv størri fyritøkur úti í heimi. Søgan um Føroya Tele í Hetlandi er eitt sera gott dømi um hesa menning, og vit í Hetlandi vilja fegin lata hurðarnar upp fyri slíkum fyritøkum. Ferðasambandið Sandy Cluness hitti eisini stjórarnar í Smyril Line og Atlantic Airways, meðan hann var í Føroyum. – Vit fingu góð prát, og eg skilji væl, at Smyril Line ikki fyri tíðina hevur megina til at taka Hetland uppí aftur sína føstu rutusigling. Vit ynskja felagnum alt væl og vóna, at tað einaferð í framtíðini kortini verða møguleikar fyri at byggja brýr millum oyggjarnar sjó vegis. Hann sær eisini fram til, at Atlantic Airways eina­ ferð í framtíðini kann vera við til at venda gongd ini, soleiðis at tað aftur verð­ ur lent í Hetlandi, tá flogið verður millum Før oyar og Stórabretland. Hetlend­ ingar vilja gera sítt til fyri at kanna, hvussu ein slík ruta kann vinna frama eisini í tí politiska umhvørvinum í Bretlandi. Sandy Cluness sær fram til at hitta føroyska løg mannin á fundi í juni, tá oddafólkini í Hetlandi, Orknoyggjunum og Hebrid­ unum hittast í Føroyum. Seinast tey hittust var í Orknoyggjunum í fjør. Hes­ in toppfundurin verður í sambandi við eina stóra ráðstevnu í Føroyum um framtíðina á havinum. Í juli verður eitt av heim sins størstu segl­ skipa tiltøkum í Hetlandi. Tá koma størri seglskip úr øllum heiminum til Lerwick at vera við í eini kappsigling og stevnu. Sandy Cluness vónar, at eisini føroysk seglskip verða við. Slík stevna fyri seglskip varð hildin fyri 10 árum síðani, og tá vórðu Føroyar væl umboðaðar. jan@sosialurin.fo Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04 Hetlendski løgmaðurin Sandy Cluness her saman við stjórunum á Føroya Tele og Articon, sum nú rudda slóð fyri føroyskum virksemi í Hetlandi Mynd Jan Müller Føroya Tele sær stórar møguleikar í Hetlandi Samvinna – Vit trúgva, at hetlendski marknaðurin kann útbyggjast. So er tað bara spurningurin, hvussu nógv Føroya Tele skal gera, og hvat aðrar telefyritøkur kundu gjørt við Føroya Tele sum heilsøluveitara av tænastum knýttar at Shefakaðalin sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele Hetlendingar hava altíð havt stóra virðing fyri tí, sum føroyingar hava gjørt og staðið fyri Stórur dagur á Føroya Tele, tá hetlendski løgmaðurin saman við vinnulívsfólki vitja Mynd Jan Müller Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele saman við hetlendska løgmanninum Sandy Cluness á ovastu hæddini á Føroya Tele bygninginum Mynd Jan Müller