Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 36 · 25. mars 2011 6 TIPS FRÁ eydnu eydna@sosialurin.fo Tað krevur hvørki nógva tíð ella orku aT geva heiminum ein glaðan og humoristiskan dám. her eru nøkur prei Til aT peppa Tað upp, sum annars skjóTT kann gerast eiTT sindur keðiligt og ópersónligt. Festlig innsløg til heimið VIKUSKIFTI - til tað, sum annars er eitt sindur keðiligt Hurðar fylla í grundini rættiliga nógv í heiminum, og tær eru sjáldan vakrar ella festligar á at líta. Men hvat við einum serligum hurðatapeti? Myndirnar eru óteljandi, og á stóru myndini sæst, hvussu nógv tað broytir við eini slíkari visuellari fellu í rúminum. Sí meiri á www.style-your-door.com nú alt hevur verið hvítt í eina tíð, eru litirnir veruliga við at koma til heiður og æru aftur. eitt blikk av máling kann skjótt geva møblunum lív og spæl. Tapetið hevur eisini fingið endurreisn, men ikki bert til veggirnar. Hvat við at tapetsera og lakkera møblarnar? ella gólvini? Bert hugflogið setur markið. Vit hava øll nógvar leidningar í húsinum, og teir flestu eru gráir ella hvítir. Men ein snildur máti at fáa litir inn í heimið er við at skifta heldur tristu leidningarnar út við leidningar í alskyns litum. Wallstickers, sum eru klistrimerki til veggin, hava í eina tíð verið nógv at sæð. Tey kunnu nýtast til nærum øll undirløg: tapet, gips, flísar, hurðar o.m.a., og tey kunnu skapa eitt stuttligt motiv á eini stórari flatu. Harvið gerst rúmið meiri áhugavert og humorisktiskt. Her eru eitt par at seta á wc-hurðina. www.coolprint.dk