Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 6 Sosialurin Óvissa um eldra sambýlið í Svínoy Randi Jacobsen Út yvir at Klaksvíkar komm una í ár fer at inni loka húsið á ætlaða eldra sam býlinum í Svín ­ oy, er ivasamt, um Svín­ oy fær nakað eldra sam­ býli. Almannamálaráðið og Nærverkið hava einki havt við málið at gera í tvey ár. Í 2009 søkti Klaks vík­ ar kommuna um stu ð uls­ lán bæði til at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík og eldrasambýli í Svínoy, og tá kommunan varð noydd at raðfesta, valdi hon røktarheimið í Klaks vík. Síðan hevur Klaks­ víkar kommuna ikki søkt tað almenna um fígging til eldrasambýlið. Borðið fangar Tað var undanfarna bý ráð í Klaksvík, sum bant seg til yvirfyri svín oyingum at byggja eldra sambýli í Svínoy. Av talan varð niðurfeld í saman leggingar sátt­ málanum. Tí avtaluni dámar Gun vá við Keldu, núver­ andi borgarstjóri ikki at leypa frá, hóast eing­ in kennir til tørv in á eldraplásum í Svín oy. Hon heldur, at komm­ unan hevur skyldu til at standa við sítt orð. Peningur er settur av á fíggjarætlanini hjá kommununi til at inni loka húsið. Gunvá vð Keldu útilokar ikki møgu leikanum fyri, at húsið kann verða brúkt til okkurt annað enda­ mál. – Tann spurningurin kann altíð takast upp­ aftur, sigur Gunvá við Keldu. Eingin kanning er nakrantíð gjørd av tørv­ in um á eldraplássum í Svínoy, og hann er neyvan vaksin, síðan hugskotið kom fram. Við ársbyrjan stóðu 38 fólk skrásett at hava bústað í Svínoy. Seinasta tørvskann­ ingin var fyri øki, í hesum førinum norðoyaøkið, ikki bygd fyri bygd. Lítið sannlíkt er, at gomul fólk eru til reiðar at fara úr øðrum bygdum á sambýli í Svínoy. Eldri fólk í Svínoy hava eisini sagt, at tey heldur vilja liva síni ellisár antin í Klaksvík ella í Havn, har børn teirra búgva. Heldur ikki er nakr ­ an tíð kannað, um heilsu­ starvsfólk eru sinn að at fara til Svínoyar at arbeiða. Almannamálaráðið hevur onga umsókn fingið aftur um stuðulslán til at byggja eldrasambýli í Svínoy Randi Jacobsen Fysioterapeutfelag Føroya fer nú av álvara at seta kikaran á eldraøkið. 8. apríl skipar felagið fyri ráðstevnu undir heitinum “Sum longst við egið lív”. Hitt evnið er tvørfaklig visiter­ ing. – Okkara mál er, at eldri fólk skulu hava fleiri og fjøl­ broyttari tilboð, enn tey fáa í dag, og at hugsað verður meira um fyribyrging og venjing, siga Marjun Poulsen og Marita Tórheim, sum sam­ skipa ráðstevnuna. Læra av øðrum Fýra danskir fyrilestrahald­ arar verða á ráðstevnuni. Ein teirra er Anne Mette Dal gaard frá Fredericia komm unu, har tey hava eina verkætlan við hjálp til sjálvhjálp og fyribyrging fyri eldri borgarar. Júst hesum royndunum halda Marjun Poulsen og Marjun Tórsheim, at føroy­ ingar hava nógv at læra av. Tær halda tað vera neyð ­ ugt, at hugt verður øll um eldraøkinum, hvussu pen­ ingurin verður brúktur, og hvat tey eldru fáa burturúr. – Har hugsa vit ikki um sparingina men um at geva teimum eldru eitt betri lív. At klára seg sum longst Tær nevna sum dømi, at tá ið eitt eldri fólk eitt nú hevur brotið beinið og verur útskrivað, tekur heimarøktin sær av viðkomandi. Alt gott um heimarøktina, men tað hevði loyst seg, at ein fysio­ terapeutur beinanvegin tók sær av viðkomandi við venj­ ingum. Harvið kom hetta fólk ið nógv skjótari fyri seg. Tann minsti parturin av teimum gomlu hevur røkt fyri neyðini, og hjá nógvum kundi tað bíða í nøkur ár við røktini, um tey gomlu fingu meira venjing í at klára seg sjálv og taka ábyrgd av sínum egna lívi. Eitt dømi er, at fleiri eldri fólk fáa heimahjálpina at hjálpa sær við at sleppa í styðisokkar. Antin kundu tey gomlu lært at sloppið í hesar sokkar, ella tey fingu eitt hjálpitól til endamálið. Hatta er bara eitt lítið dømi. Kom í gongd – Í Føroyum verður ikki kannað, hvørjar venjingar eldri fólki tørvar. Her verður bara kannað, hvørja røkt teimum tørvar. Í Danmark hava fólk sambært lóg krav upp á uppvenjing og við­ líka haldsvenjing fyri at fáa førleikan aftur. Soleiðis átti tað eisini at verið hjá okkum. Hóast eingin lógaráseting er í Føroyum, ber væl til at fara til verka. Tað er bara ein hugburðsbroyting, sum skal til. Okkurt er tó hent. Økisterapeutar eru sett ir í starv kring landið, men trupulleikin er, at tað finst eingin leiðbeining um manna gongdir, terapeutarnir eru einsa mallir hvør á sínum øki, og tí støðast teir ikki í størvunum. Nakrar kommunur hava fingið eyguni upp fyri, hvussu væl tað ger eldri fólk um at fáa uppvenjing. Í onkr ari kommunu luttekur Nær verkið í uppvenjingini. – Men tað vantar ein ætlan fyri alt landið, soleiðis at somu tilboð eru allastaðni í landinum. Tað hava vit ikki sum er. Fysioterapeutarnir hava fingið Rósu Samuelsen, lands stýriskvinnu í al­ manna málum, Gunvá við Keldu, forkvinnu í KSF, Ás­ bjørn Djurhuus, formann í FKF, Mary í Garði, stjóra í Nærverkinum og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn at sita við pallborðið á ráðstevnuni. – Tað hava vit gjørt, tí vit vilja hava okkurt at henda skjótt. Vit vilja í dialog við hesi fólkini. Vón teirra er, at eftir ráðstevnuna verður settur ein arbeiðsbólkur at orða málið og mannagongdirnar. – Vit mugu hava tera­ peut iska leiðslu, sum kann taka stig til, at tey eldru beinanvegin koma í venj­ ing og ikki bara líta á heimarøktina. Hetta hevði spart nógva orku í heima­ røktini, og tey eldru fingið betri lívsgóðsku. Í staðin fyri bara at fáa røkt skulu tey eldru eggjast til at taka ábyrgd av egnum lívi. Fáa vit tey í gongd, liva tey betur, verða glaðari, og hetta er eisini besti mátin at fyribyrgja tunglyndi hjá eldri fólkum, siga Marjun Poulsen og Marita Tórsheim. Fyribyrgja ellisbrek við heilsufremjandi venjingum Tað ber væl til at geva eldri fólkum eitt betri lív við fyribyrging og venjingum heldur enn bara røkt og viðgerðum, siga fysioterapeutarnir Marjun Poulsen og Marita Tórsheim Í fleiri støðum í landinum hava tey fimleik og aðrar venjingar fyri eldri fólk