Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 Sosialurin Neyðugt Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, sigur, at um stutta tíð skulu tríggjar stórar og umstríddar, men neyðugar avgerðir takast og tær er hann ikki bangin fyri at taka Áki Bertholdsen Nú skulu tiltøk setast í verk, sum fara at útvega okkum 2000 nýggj arbeiðspláss í føroysku fiskivinnuni. Tað var boðskapurin hjá Kaj Leo Holm Jo hanne­ sen á landsfundi Sam­ bandsfloksins í Skopun leyg­ ar dagin. Hann staðfestir, at eingin ivi er um, at um stutta tíð skulu at tríggar týðandi av­ gerðir takast um okkara høv­ uðsvinnu. – Lat okkum gera hat trick fyri at lyfta alla høv uðs­ vinnuna upp í champ ions leauge, sum gamli mál mað­ urin tók til á rámandi mynda­ máli Hattrick ­ Tann fyrsta avgerðin er at taka eina endaliga støðu til, hvussu vit áseta eitt til ­ feingisgjald á allan før oysk­ an fisk. Tað merkir, at tilfeingis gjald skal leggjast á eini 400.000 tons. – Tað er neyðugt fyri at fáa marknaðarkreftirnar at virka og fyri at staðfesta fiskiríkidømið er fólksins ogn. Annað næsta neyðuga stigið er at leiða okkum burtur frá lokalari burð ar­ dygd til altjóða burðardygd. – Tað nyttar einki at vera føroyskur heimsmeistari í burða dyggari veiði, tá ið okk­ ara keyparalond ikki vita av tí og tað eru tey altjóða krøvini, sum verða avgerðandi. Tann triðja stóra av gerð­ in at taka, er, at alt mat vøru­ tilfeingið, vit føroyingar eiga í hesum parti av heiminum, eigur at virðisøkjast í so stóran mun sum gjørligt, áðrenn tað verður selt víðari út í heim. – Tað fer at gera okkum kappingarfør og skapa eini 2000 nýggj arbeiðspláss í okkara høvuðsvinnu. Verða hesar tríggjar for­ treytirnar í lagi, eigur restin at verða upp til vinnuna sjálva at gera av, hvussu virðisøkingin av tí ríkidømi, hon hevur goldið fyri, verður seld hægstbjóðandi um allan heim Men í hesum sambandi sigur løgmaður eisini, at samstundis er tað neyðugt, at lógin um at øll rættindi verða inndrigin í 2018 verð­ ur avtikin, tí nærri vit koma 2018, størri verður ótrygg­ leikin hjá vinnuni um fram­ tíðar karmar. Føroyar í fremstu røð um fimm ár ­ Um fimm ár skulu Føroyar verða ímillum fremstu lond í heim in­ um, tá ið talan er um virðisøking av mat­ vørum úr sjónum. Hetta er málið, vit eiga at seta okk um, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løg­ mað ur og formaður Sam bands floksins, á lands fundi flok sins leyg ar dagin. Fyri at hava nakran møguleika at røkka hesum máli, er neyðugt at skipa fiskivinnuna av nýggjum við færri og sterkari vinnutólum. Tað er hetta, sum skal til, fyri at vit skulu verða fult kappingarfør við heimsins lond, bæði tá ið talan er um burðadygga veiðu og kappingarførar virð­ isøkingareindir. Í hesum sambandi staðfestir hann, at ein kappingarfør virðis­ økingareind kann vera antin eitt skip ella eitt virki, ella bæði. Missa milliardir Kaj Leo Holm Jo hanne­ sen førdi fram, at høvdu vit borið okkum rætt at seinastu tíggju árini, hevði okkara útflutningur ikki verið fýra milliardir í dag, men fleiri milliardir størri. ­ Her hugsi eg fyrst og fremst um alla ta virðisøking og allar teir arbeiðstímar, vit geva okkara kapp ingar neyt­ um við at lata okk ara ráðvøru upp í hend­ urnar á okkara kapp­ ingarneytum okkara ­ Eg eri ómetaliga spentur uppá tey næstu fimm árini í føroyskari útflutningsvinnu, og eg eri bjartskygdur um, at vit koma at skapa stóran vøkstur bæði inna fiskivinnu og alivinnu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 2000 nýggj arbeiðspláss í fiskivinnuni FISKIVINNA Tilfeingisgjald, burðardygg veiða og økt virðisøking skulu útvega okkum 2000 nýggj arbeiðspláss í fiskivinnuni, sigur Sambandsflokkurin Eitt hattrick skal gera lyfta Føroyar upp í Champions League Um fimm ár skulu vit vera ímillum heimsins fremstu