mánadagur 28. mars 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Um tú selur partabrøv
við vinningi, skal inn
tøkan setast á sjálv upp
gávuna.
Antin við vilja ella av
ósketni vóru tað fleiri
fólk, sum ikki góvu upp
vinningin, og tá ið Taks í
2007 fór undir eitt serligt
átak fyri at kanna, um
rætt var uppgivið, kom
Taks fram á umleið 600
fólk, sum ikki høvdu
uppgivið vinningin av
partabrøvum. Tey høvdu
harvið brotið lógina um
kapitalvinning.
Hesi fólk fingu at
hoyra frá Taks, sum
ikki bara kravdi tey
at gjalda skattin men
eis ini gav teimum eitt
sektaruppskot.
– Tey flestu góðtóku
sektarupppskotið men
nøkur vildu ikki gjalda,
og tey málini hava vit
latið politinum, sigur
Eyðun Mørkøre, stjóri á
Taks.
Umleið 20 mál av
hesum
slagnum
eru
latin politinum, sum nú
fer at eftirkanna málini
og sektaruppskotini.
Sektaruppskotini
eru ymisk til støddar,
og okkurt er nakrar
hundrað túsund krónur.
Randi Jacobsen
Fyri góðum tveimum
árum síðan seldi reiða
ríið Christian í Grótinum
nótaskipið
av
sama
navni til Kili, har skipið
varð bygt.
Vit hava alla tíðina
síðan hugt eftir einum
øðrum skipi, sigur Eyðun
Rasmussen, stjóri.
Í seinastu viku vóru
teir í Noregi og hugdi
at nótabátinum Kings
Cross (myndin), sum teir
meta at vera eitt gott
skip. Kings Cross varð
smíðaður í 1987.
Í hesi viku fellur
avgerðin, um reiðaríið
skal keypa hetta skipið.
Nú hevur tað skund
at fáa nýtt skip fyri at
varðveita
loyvið
hjá
Christiani í Grótinum.
Randi Jacobsen
Tá ið Faroe Seafood fór
á húsagang, stóðu fleiri
hundr að
fólk,
føroyingar
sum út lend ingar, við ongum
arbeiði.
Eingin væntaði, at tað
fór at ganga so long tíð, til
virkini lótu upp aftur, og
tí varð skipað so fyri, at
út lendingarnir
ikki
bein
an vegin vórðu sendir av
land inum men komu und
ir somu skipanir sum hini
arbeiðsleysu fólkini í Før oy
um.
Men nú er tilgongdin
byrjað, at útlendingarnir, sum
einki arbeiði hava í Føroyum,
mugu fara heim aftur. Um
leið 40 hoyringsskriv eru
send politinum í Føroyum
frá danska stovninum Ud
lænd ingeservice.
Fleiri av teimum útlend
ing unum eru farnir úr Føroy
um, og nøkur hava verið
heppin at finna annað arbeiði.
Útlendingarnir
kunnu
tó
ikki sum føroyingarnir bara
skifta arbeiði. Ud lænd inge
service skal geva loyvi, og
Udlændingeservice
hevur
lovað at avgreiða tey málini
heilt skjótt.
Politiið kannar
skattabøtur
Taks hevur sent politinum um
leið 20 mál, har fólk ikki hava
góðkent sektar upp skotið fyri
ikki at hava upp givið vinningin
av sølu av parta brøvum
Hugt at
nýggjum skipi
Reiðaríið hevur verið í
Noregi og hugt eftir einum
nótabáti, sum skal avloysa
Christian í Grótinum
Útlendingarnir verða vigaðir
Útlendingarnir, sum arbeiddu hjá Faroe Seafood, hava fingið hoyringsskriv
um uppsøgn. Politiið fer nú at eftirkanna hvørt einstakt mál
Randi Jacobsen
Seinasta hálva árið hava
Peter Slyne og Jákup Veihe
spælt við tankan um at gera
sjónvarp, og nú er komið á
mál.
Fyrsta sendingin verð
ur at síggja á Rás 1 hjá Tele
varpinum
leygarkvøldið.
Send ingin varir ein tíma ella
so.
– Hetta verður ein undir
haldssending. Vit fara at
senda satiru, samrøður og
prát við gestir. Set verður
beinleiðis, sigur Peter Slyne.
Sendingin hevur fingið
navnið Bakaríið, og tað er ikki
av tilvild. Teir hava nevniliga
leigað gamla bakaríið hjá
Frants Restorff í Tórgøtu í
Havn.
Bíligari
Peter Slyne sigur, at teir ikki
á nakran hátt fara at kappast
tekniskt
við
kringvarpið,
tí tað ber ikki til. Teir satsa
burturav upp á innihaldið.
Hetta er í fyrsta umfari
ein roynd.
– Eg havi altíð hildið, at tað
má bera til at gera sjónvarp
bíligari,
enn
kringvarpið
sigur. Tað kann ikki vera
rætt, at tað nýtist at kosta so
nógv, sigur Peter Slyne.
Sendingin verður fíggjað
við stuðlum. Teir renna ikki
eftir smúm lýsarum men
hava vent sær til tær størstu
fyritøkurnar. Fleiri teirra
hava játtað at stuðla nýggju
sendingina.
Teir hava annars fingið
hjálp frá góðum fólki, útgerð
hava teir leigað úr Danmark,
og Televarpið stendur við
ábyrgdini av at senda.
Bakaríið verður at siggja
hvørt leygarkvøld.
Nýtt føroyskt
sjónvarp
Bakaríið eitur nýggj undirhaldssending, sum
leygarkvøldið verður at síggja á Rás 1
Sent verður klokkan 21 úr gamla bakarínum hjá Frants
Rastorff, og í fyrsta umfari verða tólv sendingar