mánadagur 28. mars 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Síðst í januar fóru teir tríggir,
Hans Michael Hansen, Mart
in Mørk og Finn Hansen
yvir til Lofoten at kryvja
tosk. Vertíðin er vanliga um
tríggjar mánaðir, og liggur
heilt væl fyri, ber til at tjena
tað mesta av einari ársløn
hesar mánaðirnar.
Og tað sá eisini gott út
fyrstu vikurnar.
Vit svóvu lítið og einki og
kruvdu mest sum í døgndrift.
Tað var ógvuliga strævið, men
tað var hetta, vit vóru farnir
til Noregs at gera, sigur Finn
Hansen, ið dagliga starvast
sum løgreglumaður.
Hann hevur upparbeitt
sær nógva avspáking, tí hann
er hundaførari og arbeiðir
tí nógva yvirtíð. Saman
við honum eru eisini Hans
Michael Hansen, sum til
dagligt eig ur og rekur Mica,
og triði mað urin í ferða
lagnum er Martin Mørk,
sum er sjálvstøðugur timbur
maður.
Lofoten fiskaríið er at
sammeta við várróðurin á
Norðhavinum, og vanliga er
vertíðin tríggjar mánaðir.
Ofta viðrar illa í januar og
fyrst í februar, men í ár er tað
øvugt. Nú er tað í endanum
av vertíðini, at vánaliga
veðrið er.
Men sum nevnt hildn að
ust fyrstu vikurnar sera væl,
og tað førdi til, at enn ein
løgreglumaður, Karl Oddmar
Rasmussen, kom yvir til
hinar tríggjar í Lofoten at
kryvja.
42 mans
Finn Hansen sigur, at teir
standa við seks linjur.
Fýra mans spretta og
avhøvda, og tríggir mans
taka innanúr og skilja livur
og rogn. Vit eru tilsamans 42
mans við linjurnar, og tað eru
allir aldrar, ungir sum eldri
menn, sigur Finn Hansen.
Hann sigur, at alt verður
brúkt.
Ungir dreingir skera
lippur, og teir kunnu forvinna
upp í fleiri hundrað krónur
um tíman. Teir fáa 40 krónur
fyri kilo av lippum, sum teir
skera, sigur Finn Hansen.
Eisini høvdini verða gagn
nýtt, og einki fer til spillis.
Hetta er at meta við
vertíðina á Norðhavinum.
Bátar koma langvegis frá at
fiska tosk, heilt norðan úr
Ålesund og suðuri úr Bergen,
sigur Finn Hansen.
Talan er um bátar úr 30
fót heilt upp í 60tonsarar.
Sum nevnt er vertíðin
1012 vikur, og teir fýra før
oyingarnir, sum eru í Lofoten
í løtuni, verða verandi har
tvær vikur aftrat. Teir vóna
sum vera man, at veðrið fer
at batna, so teir aftur fáa
nakað at gera.
Fitt fólk
Teir fýra eru sera væl nøgdir
við umstøðurnar.
Teir høvdu útvegað okk
um eina íbúð við trimum
kømurum. Vit gjalda 2.000
krónur fyri íbúðina umframt
mat, so tað er rímiliga væl
sloppið. Vit búgva so her
fýra mans í løtuni, sigur Finn
Hansen.
Tað búgva umleið 2.000
fólk í býnum, og føroy ing
ar nir eru ovfarnir at blíð
skapinum.
Tosa um, at føroyingar
eru gestablíðir. Tað er eina
standandi, sum fólkið her
er blítt og fyrikomandi. Øll
tosa og spyrja og eru so blíð
og týð, sigur Finn Hansen.
Føroyingunum dáma so
statt ógvuliga væl í Lofoten,
hóast veðrið ikki hevur
verið til vildar, og úrtøkan
tí heldur ikki var tann, sum
vónað varð.
Vit fáa tímaløn, og vit
mugu siga, at hon er rímiliga
góð. Vit stóðu upp í 20 tímar
um døgnið fyrstu tíðina,
so tað var nógv arbeiði. Nú
hevur so at siga einki verið
at gjørt seinastu tríggjar
vikurnar, so tað er bert at
vóna, at seinastu tvær vik
urnar fara at verða góðar,
áðrenn vit venda nøsina
heim aftur til Føroya og
ger andisdagin, sigur Finn
Hansen.
Skora kassan í Lofoten
Føroyingar, sum eru farnir til Lofoten at kryvja tosk, kundu rættiliga havt skorað kassan, men tað hevur viðrað
illa í seinastuni, so tað hevur bert verið arbeiði í fimm av teimum átta vikunum, sum vertíðin higartil hevur verið
Martin Mørk og Finn Hansen við einum
stórum toski – tað er toskurin í miðuni
Teir fýra, sum í løtuni eru í Lofoten og kryvja tosk. Frá vinstru Martin Mørk, Karl
Oddmar Rasmussen, Hans Michael Hansen og Finn Hansen