mánadagur 28. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
- Tá vit á fyrsta sinni halda
floksting í Haraldssundi og á
Kunoynni, er tað við stórari
eyðmýkt
mótvegis
teirri
sterku søgu og tí stóra mag-
ni, sum fólkið á hesari oyggj
hevur skapað og givið okk-
um.
Tað segði Høgni Hoydal,
for maður í Tjóðveldi, tá hann
byrjaði røðu sína á floks-
tingi num í Haralds sundi.
- Vit verða bergtikin av
hesi í miðal hægstu oyggj
Før oya. Vit gerast hugdjørv
og bilsin av tí lívi, sum er
livað, og tí lívi, sum er mist
ímillum hesi fjøll og tind-
ar. Vit gerast errin av, at
Kunoyggin av øllum oyggj-
um og plássum í Før oyum,
hev ur alið fram ta sterk as tu
frælsis stremb an ina millum
sítt fólk.
Hann vísti á, at á fólka at-
k vøðu ni hin 14. september
1946 atkvøddi Haraldssund
100% fyri loysing. Bert Kolt-
ur og Trøllanes megnaðu tað
sama av øllum bygdum í Før-
oy um.
- Taka vit Kunoyar bygd,
vóru 96% fyri loysing. Av
øll um fólki, sum vóru á vali
á Kunoynni, atkvøddu øll
fyri loysing - uttan tvey,
sum atkvøddu fyri stjórnar-
uppskotinum
–
og
ein
atkvøða varð ógildað. Úrslit-
ið var 87-2. Eingin oyggj, ið
hýsir fleiri bygdum, kann
vísa á slíka undirtøku.
Í byrjanini av røðu síni
segði
Høgni
Hoydal,
at
flokk ur in er takksamur fyri
stuðul in í hesari oyggj.
- Her bitu ikki ræðu-
mynd ir og sundurlyndi á.
Tað ber helst til at siga um
haraldssundsfólk, at í eini
bygd, sum hevur ein tann
ringasta sólargangin í Før oy-
um og liggur í myrkri stóran
part av degnum og árinum
- har sóu Haraldssundsfólk
kort ini ljósið, legði for mað-
ur in í Tjóðveldis aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Tey valdu loysing í Haraldssundi
FLOKSTING Í Haraldssundi, Koltri og Trøllanesi
var 100% undirtøka fyri loysing á fólkaatkvøðuni
hin 14. september. Hetta fór ikki aftur við
borðinum, tá Høgni Hoydal helt sína formansrøðu
á flokstingi í Haraldssundi leygarmorgunin
Vilmund Jacobsen
Tjóðveldi vil hava neista og
glóð aftur í føroyskan poli-
tikk og vil taka við landsins
leiðs lu.
- Vit vilja beinanvegin fara
undir at fremja ítøkilig mál,
ið kunnu skapa álit og virð-
ing aftur í føroyskt fólka ræði
og politikki. Mál, sum hava
beinleiðis týdning fyri fólk
og vinnulív – og fyri øll, sum
vil ja virka og liva her.
Í
formansfrágreiðing
síni segði Høgni Hoydal, at
Tjóðveldi vil hava skil í egn-
um húsi, sum hann tók til.
- Vit vilja broyta tær fast-
løstu skipanir, ið taka áræðið
burt ur frá fólki og vinnu,
segði hann og legði aftrat:
Tjóðveldi vil hava –
* Upprudding í almennu
fyri sitingini. Vit krevja eina
óspilta fyrisiting, har brot
á rættartrygdina fáa av leið-
ingar beinanvegin, og har
bygn að urin verður endur-
skoðað ur frá grundini.
* Politiska útlutingin av til-
fein gi og vinnurættindum
verð ur steðgað. Allar vinn ur
skulu hava javnar kapp ing-
ar treytir, og fiskirættindi
skulu bjóð ast út.
*Fíggingar-og rentu kost nað-
ur skal minkast fyri vinnu
og húsarhald. Realkredittur,
Húsa láns grunnur,
lóg gáva
við víkj andi
pen inga stovn-
un um og onnur átøk skulu
fremj ast til tess at minka um
dýra kostnaðarstøðið.
*Skatta-og av gjalds skipan-
ir nar skulu endurskoðast.
Vaks an di
gjøld
hava
seinas tu árini hækkað um
skattatrýstið á flestu húsar-
hald og vinnur og skapa
djúpri gjáir millum sam-
felags bólkar.
* Føroyskur førleiki skal
menn ast. Íløgur og politisk
á tøk skulu vigast eftir, um
tey menna føroyskan før-
leika og kappingarførið hjá
før oysk um fyritøkum.
* Gjáirnar millum sam felags-
bólk ar og økir í landi num,
skulu smalkast. Komm un ur-
nar mugu nú leggjast saman,
so vit fá økir í landinum, sum
kun nu kappast í rímiligari
javn vág.
Samstundis
má
kommun u skattur og lands-
skatt ur endurskoðast.
Høgni Hoydal segði í síni
formansfrágreiðing, at Tjóð-
veldi hevur sett frælsi og bú-
skap ar liga endurreisn sum
høvuðs evni fyri flokstingið
hesa ferð.
- Orsøkin er, at fyri okkum
han ga hesi mál óloysiliga
sam an, segði formaðurin í
Tjóð veldi.
vilmund@sosialurin.fo
Í Haraldssundi var 100% undirtøka fyri loysing hin 14. september í 1946
Mynd: Vilmund Jacobsen
Álit og virðing aftur
í føroyskan politikk
FLOKSTING Tjóðveldi setti frælsi og búskaparliga endurreisn sum høvuðsevni fyri
flokstingið, sum flokkurin helt í Haraldsundi. - Orsøkin er, at fyri okkum hanga hesi
málini óloysiliga saman, segði Høgni Hoydal í síni formansfrágreiðing
- Vit vilja broyta tær fastløstu skipanir, ið taka áræðið
burtur frá fólki og vinnu, segði Høgni Hoydal
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fleiri enn 100 fólk vóru á flokstingi hjá Tjóðveldi í
Haraldssundi fríggjakvøldið og leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen