Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Fyrri dysturin var ímóti Skot­ landi fríggjakvøldið, og hann var ikki serliga gamal, tá tað longu sást, hvønn veg tað bar. Hálv leiksstøðan var 20­7, og tá av tornaði, høvdu før oysku hond bóltsmenninir vunn ið 41­17. Sama lagið var í seinna dyst­ inum, sum var leygarkvøldið ímóti írsku vertunum, tó at mun urin á papp írinum var eitt sindur minni. Hesa ferð vóru Føroyar á odda 19­9 í hálv­ leikinum, og vunnu at enda 35­ 16. – Vit vistu, at tað var av mark­ að, hvussu stóra mótstøðu, vit skuldu vænta okkum. Kortini haldi eg, at bæði Skotland og Írland hava gjørt framstig, síð­ ani vit spældu ímóti teimum í 2007 og vunnu uppaftur meira. Kanska eru skotarnir eitt sind­ ur betur fyri enn írar, og teir vunnu eisini tann seinasta dyst in teirra millum við fýra málum, sigur Dia Midjord, ið sam an við Kára Nielsen er lands liðsvenjari. Blandaður hópur Hópurin, teir báðir høvdu tikið út til ferðina í Dublin, fevndi um bæði ungar og eldri spælarar, so tað bar til hjá teimum at hava eina unga ketu inni viðhvørt og so eina eldri viðhvørt, umframt at lið­ ið eisini var blandað, so teir yngru og eldru vóru saman um at manna liðið. – Eg haldi, at vit spældu góðan hondbólt, hóast mót­ støð an ikki var so øgilig. Vit koyrdu á alla tíðina, og írski hond bólts formaðurin takk­ aði okk um eis ini fyri, at vit ikki spardu okkum, men góvu bæði írum og skotum alla ta mótstøðu, teir kundu fáa. Og viðvíkjandi bland ingini á lið­ num, so stóðu teir yngru spæl ­ ararnir hjá okkum einki aftan fyri teir eldru og royndaru, sigur Dia. – Hetta er jú ein óvanlig støða fyri okkum, tí tað plaga at vera vit, ið spæla ímóti lið­ um, ið eru nógv betri enn vit. Tá spyrja fólk viðhvørt, hvussu tað ber til, at tey góðu liðini tíma at spæla ímóti okk um, men tað gera tey. Tí eiga vit held ur ikki at siga nei takk, tá vit fáa eina innbjóðing frá eitt nú Skot landi og Írlandi, ið arbeiða við at menna sítt hond­ bóltsspæl. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Týsdagin 26. apríl byrjar venj arin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, í einum nýggjum starvi yviri í Norra, har hann fyrst og fremst skal taka sær av U18­liðnum hjá Ranheim Idrettslag, sum er felag í Trónd­ heim­býarpartinum, Ranheim. – Besta kvinnuliðið hjá fel ag num spælir í triðbestu deildini, men teir satsa nógv upp á ungdómin og vilja hava meg at venja eitt nýtt U18­ lið upp. Í Norra spæla U18­liðini í sokallaðu Spar­deildini, ið telur 14 tey bestu U18­liðini í Norra, greiðir Svein Rógvi frá. – Tey størstu feløgini leggja nógv fyri, so tey kunnu vera umboðað í Spar­deildini, sum hevur nógva prestisju í sær. Júst nú hevur Ranheim Idrettslag tríggjar góðar U16­spælarar, sum eru á landsliðnum í sínum aldurs bólki, og hesir tríggir spælararnir skulu líkasum vera stamman á einum nýggjum U18­liði, ið skal upp í Spar­ deild ina at bjóða teimum bestu av. Talan er um ein trý ára sáttmála, og hetta fyrsta árið kemur Svein Rógvi eisini at vera knýttur at besta kvinnu lið num hjá felagnum sum »manager«, so hann kemur at standa fyri ábyrgdini av spæl ara­ innkeypum og øðrum viður skiftum kring liðið. Størsta avbjóðing – Eg má siga, at hetta per són liga er nógv tann størsta av bjóð ingin, eg higartil havi havt sum venjari. Áður havi eg roynt meg í 1. deild niðri, í bæði Odense og Fredericia, men hetta er ein munandi størri av bjóð ing, har mær verður litið til at byggja nakað upp frá grund ini, sigur 37 ára gamli venjarin, sum í føroyskum hondbólti hevur vant bæði Stjørnuna, Neistan og Kyndil, umframt kvinnu landsliðið. – Hetta er eitt felag, sum veru liga er til reiðar at satsa, so tí er hetta eitt sera spennandi starv at fara undir. Har eru einir 500 spælandi limir í felag num, og hondbólturin har er á nokk so væl hægri stigi, enn vit kenna tað í Føroyum. Hetta er ein uppgáva, eg verliga gleði meg at fara undir. Svein Rógvi er giftur við Anniku Ljósstein, ið bæði er kend frá Stjørnuni og lands liðnum, men hon fer í fyrsta umfari ikki við til Norra, tí hon júst hevur fingið nýtt starv á røntgendeildini á Lands sjúkra húsinum, men sum skilst eru innbygdir nakrir ferða­ seðlar í sáttmálan hjá Svein Rógva, so Annika kann óivað byrja at venja seg til eina »sjómanna konu­ tilveru«. hilmarjan@sosialurin.fo Fingið sátt­ mála í Norra Hondbóltur Svein Rógvi Nielsen skiftir í næstum Stjørnuna út við norska felagið Ranheim Idrettslag, ið hann hevur gjørt trý ára sáttmála við. Fremsta uppgávan verður at byggja upp eitt U18-lið, so tað kann bjóða teimum stóru av í bestu deildini Smurdu skotar og írar av Hondbóltur Manslandsliðið í hondbólti var nógv tað besta liðið í trílandakappingini, sum var í Dublin um vikuskiftið. Bæði ímóti Skotlandi og Írlandi gjørdist talan um sannførandi stórsigrar Hondbólts landsdystirnir: Fríggjakvøldið: Føroyar - Skotland 41-17 (20-7) Málskjúttar: Hans Áki Dal-Christiansen 8 (2), Finnur Hansson 6, Magnus Müller 5, Dánjal Tórgarð 5, Áki G. Olsen 4, Niklas Reginson 4, Joen Pauli Høgnesen 3, Rúni Fossdal 2, Bjarti Hansen 2, Tony Weihe 2, Andrias Nielsen 1 Leygarkvøldið: Føroyar - Írland 35-16 (19-9) Málskjúttar: Joen Pauli Høgnesen 7 (1), Bjarti Hansen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 4 (1), Finnur Hansson 4, Rógvi Sørensen 3, Dánjal Tórgarð 3, Tony Weihe 3, Rúni Fossdal 2, Andrias Nielsen 2, Áki G. Olsen 1 nÝGGJA AVbJóÐInG Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen, fer beint eftir páskir til Norra, har hann næstu trý árini skal byggja upp eitt nýtt U18-lið í felagnum Ranheim Idrettslag í Tróndheimi Savnsmynd