Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 Sosialurin Ítróttarblaðið Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 23 657 514 143 36 2 Stjørnan 21 592 493 99 35 3 Tjaldur 22 616 532 84 33 4 VB 22 568 550 18 24 5 Kyndil 23 530 586 -56 14 6 VÍF 21 473 586 -113 7 7 StÍF 22 438 613 -175 5 StÍF – Neistin 17-26 Kyndil – VB 24-36 Tjaldur – Stjørnan 24-24 30. mars: VÍF - Stjørnan 3. apríl: VÍF – Kyndil 3. apríl: Stjørnan – StÍF 3. apríl: VB – Tjaldur 9. apríl: StÍF – VB 10. apríl: Neistin – Stjørnan 10. apríl: Tjaldur - VÍF Seinastu dystirnir í Sunsetdeildini: Uni Holm Johannesen Nú mátti røkka ella støkka hjá Tjaldur, varð sagt undan dyst­ inum. 24­24. Tað høvdu fá væntað. Nú verður dúgliga gitt og rokna út, hvat fer at henda í finalustríðnum í bestu kvinnudeildini. Treytirnar hjá Tjaldur eru ein­ faldar. Kvinnurnar úr Runavík skulu vinna sínar seinastu dystir. Eydnast tað, skal Stjørnan vinna á Neistanum í høllini á Hálsi tann 10. apríl. Fær Neistin stig, spæla bláu havnarkvinnurnar finalurnar. Durita var við Tað var ikki vænta, at Durita Christophersen fór at spæla við Stjørnuni aftur í hesum kappingar­ árinum. Hon er flutt til Danmarkar. Venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Ljósstein, hevur eisini víst aftur git ing unum, at landsliðsleikarin spældi afur í ár. Durita Christophersen var við í Runavík í gjár. Tað var týðiligt, at hon er ikki eins væl fyri sum fyrr, men í Klaksvík verður sjálvsagt vóna, at hon finnur stórspælið fram aftur skjótast tilber. Hon tókt ist troytt seinastu løtuna, men mun­ aði væl í verjupartinum. Durita er stór og sterk, og tað gav týðiligar fyri munur í løtum. Adina mansvard Tað var lítið um Adinu Petru og hin­ ar kvinnurnar úr Runavík, tá tær vitjaðu í Havn síðsta vikuskiftið. Neistin eyðmýkti tær og vann heili 40­19. Taptu tær aftur í dag, høvdu tær ongan virknan leiklut í finalu­ stríðnum. Adina Petra hevur verið darvað av sjúku, men var væl uppløgd hesa ferð. Stjørnan ætlaði sær ikki at varðveita spenningin í odda stríð­ num og legði nógv fyri at fáa fult. Petra var mansvard, og tað setti stundum kílar í álopsspælið hjá heima liðnum. Hon stóð seg væl, hóast tað, og skeyt fleiri mál. Annika Thomsen hevur verið skadd í hondini, og hon spældi heldur ikki við fullari megi í gjár. Hin stórspælarin, Simona Petersen, noydd ist tískil av álvara at taka ábyrgd, og tað riggaði væl. Linligar stjørnur Stjørnan spældi ikki serliga væl. Tað eydnaðist at taka broddin úr álops spælinum hjá heimaliðnum, men tað hilnaðist ikki væl at hótta mótstøðuverjuna. Ov ofta var lítið hugflog, umframt at óneyðug mist­ øk darvaði spælinum. Tað varð skjótt greitt, at Stjørnan dúvaði upp á skjót álop. Tjaldur hevði munin so at siga alla tíðina. Heimaliðið var á odda fyri einum ella tveimum málum, men gestirnir togaðu seg upp undir lið ina á teimum móti endanum. Tjaldur hevði síðstu skotroyndina í dyst inum, men Adina Petra sendi fram við málinum. Tann 10. apríl Stjørnan skal næstu dagarnar spæla móti VÍF og StÍF, sum hava myndað botnstríðið í bestu kvinnudeildini alt kappingarárið. Tað er helst ein avgreiðsluspurningur hjá kvinn­ unum úr Klaksvík. Greiður Tjaldur sína skyldu og vinnur á VB og VÍF, fellur avgerðin endaliga tann 10. apríl. Tá bresta Neistin og Stjørnan saman í høllini á Hálsi. Verður tað so, at Tjaldur og Stjørnan vinna sínar dystir, og finalu liðini verða funnin tann 10. apríl, kann Stjørnan gera av, um Tjaldur ella Neistin skal í finaluna. Tað kann fáa ávirkan, at Stjørnan hevur longu vunnið seg í finaluna tá – og tískil einki hevur at spæla fyri móti Neistanum. Tað ber til at gita. Um eina viku, tá Tjaldur hevur spælt í Vági, fáa vit fleiri upplýsingar til vega. Fyribils kunnu vit bara gita. uni@sosialurin.fo FRAMVEGIS OPIÐ Tjaldur vónar nú, at Stjørnan vinnur á Neistanum tann 10. apríl. Tað er einasti møguleikin hjá steypavinnarunum at fáa pláss í finalunum um FM-heitið Mynd: Álavur Haraldsen Vit kunnu bara gita HONDBÓLTUR Støðan hjá Tjaldur er ikki vónleys. Kvinnurnar úr Runavík skulu vinna útidystin á VB og heimadystin á VÍF. Eydnast tað, verður tað helst upp til Stjørnuna at gera av, hvørjum tær skulu spæla finalurnar ímóti. Tað ber framvegis ikki til at siga, hvørji lið fara í finalurnar Uni Holm Johannesen Tað var bara ein avgreiðslu­ spurningur, tá Neistin vitjaði í ítróttarhøllini á Skála seinna­ partin leygardagin. Neistin vann 26­17. Stórskjúttin Barbara Brauer, sum hevur verið mill­ um allarbestu spælararnar í hesum kappingarárinum, var ikki við hesaferð. Hon hevur meitt sær fótin. Tað tóktist ikki darva spælinum stórvegis. Heima liðið hótti ongantíð gestirnir, sum stríðast fyri at sleppa í finalurnar um føroya­ meistaraheitið. Hinar ræddust ikki at taka ábyrgd. Jacklin Durhuus, sjey mál, Marjun Danberg, fimm mál, og Birita Wardum, fýra mál, gingu á odda í álopsspælinum. Rebekka Justinussen var ein­ asta veruliga hóttanin hjá StÍF, men undantikið hennara skot­ styrki, hevði heimaliðið lítið at bjóða. Ongan mun VB vann sannførandi á Kyndli í høllini á Hálsi í gjár. Munurin var tólv mál – 24­36. VB og Kyndil hava einki havt at spæla fyri, uttan æruna, í nógvar vikur. Tað merkist á spælinum. VB hevur av álvara fylt stigaposan seinastu tveir mánaðirnar, og tvey stig komu í skjáttuna aftur hesaferð. Eingin slingur í valsinum HONDBÓLT Barbara Brauer var ikki við, tá Neistin vann greitt á botnproppinum um vikuskiftið. VB bukaði Kyndil Tað var ikki nógv Kyndilskvinnur fingið gjørt við VB Mynd: Álvur Haraldsen