Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen – Nú hava vit vunnið alt, sum vit kunnu vinna, staðfesti ein av royndaru spælarunum hjá Mjølni er 28 ára gamla Lena í Buð, sum sipaði til føroya­ meistaraheitið, steypa kapp­ ingina og tær báðar smáu kapp ingarnar, Fleyr­ og Mjølnir­kappingina. – Eg má viðganga, at hetta er nakað av tí besta, eg havi upplivað, tí tað má vera langt síðani, at eg havi verið við til at vunnið so nógv sum í vetur. Og eg haldi, at vit settu eina tjúkka reyða striku undir, at vit bara eru tær bestu! Hon helt, at tað var eitt sindur tungt at koma í gongd í gjár, eftir ein harðan dyst dagin fyri, men tá so Mjølnir var komið í gongd, koyrdi tað bara: – Eg haldi, at tað vísti seg, at vit høvdu nógv meira yvirskot enn tær, segði Lena í Buð. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Avgerandi løtan í kvinnu­ finaluni í gjár var byrjanin av fjórða setti, tá hevarin hjá Mjølni, Eina Kalsø, servaði 10 bóltar á rað, so tað gjørdist 11­1 til Mjølnir. Hetta var møn ustingurin hjá Fleyr, ið ongan tíð kom fyri seg aftur. – Ja, tað var ein góð kensla at koma so væl framum og tað hjálpti okkum eisini rætt­ iliga væl. Men eg haldi, at vit høvdu munin báðar dystirnar, segði 20 ára gamla Eina Kalsø, ið viðgekk, at tað var eitt sindur møðsamt at skula spæla tveir dagar á rað. – Vit vóru sjálvandi eisini móðar, men eru í góðari venj­ ing, so vit eiga at orka tveir dystir á rað. Og av tí at vit vunnu leygardagin, var meira trýst á Fleyr, tí tær máttu og skuldu vinna. Men vit vistu, at vit vóru betri enn tær, og tað fingu vit eisini víst. hilmarjan@sosialurin.fo Betri báðar dagarnar Ongantíð vunnið so nógv Mjølnir Meista Kvinnuflogbóltur Eftir eina javna fyrru finalu, har Mjølnir hevði munin á Fleyr, gjørdist seinna finalan ein uppvísningur frá Mjølni, ið var betri á øllum økjum og fult uppiborið streyk avstað við meistaraheitinum Hilmar Jan Hansen Vanligt er at siga, at stigatalvan lýgur ikki. Men nú stigatalvan ikki er endin, tí FM­finalur avgera, hvør í veruleikanum er best, má hjá kvinnunum í Eikliguni sig ast, at stigatalvan ikki var heilt eftir­ farandi kortini. Tá sjálv landskappingin var av, var Fleyr ovast, men nú FM­final­ urnar eftirfylgjandi eru spældar, er tað Mjølnir, ið situr á trúnini og kann breggja sær av at vera før­ oya meistari. Leygardagin var ikki tann stóri munurin á Mjølni og Fleyr, men tá so seinna finalan var á skránni í ítróttarhøllini á Eiði í gjár, var eingin ivi um, hvat av liðunum var betri og hvat var verri. Nú gekk sjón fyri søgn, at Mjølnir á øllum økjum hevði munin og tí eisini fult uppiborið kundi leggja sær eitt meistaraheiti aftrat. Mjølnir kundi sostatt seta eina tjúkka striku undir sigurin, ið gav felagnum tólvta meistaraheiti í meistara deildini síðani 1986 – og tað fyrsta síðani 2005. Hetta merk­ ir, at mest vinnandi felagið í før­ oyskum kvinnuflogbólti er aftur á slóðini við einum liði, ið er ein góð blanding av ungum og evnaríkum spælarum og so nøkrum, ið hava drúgvar royndir í skjáttuni. Útklassing Í fjórða setti í gjár gjørdist talan um reina útklassing, tí Mjølnir vann tað 25­6! Eitt rættiliga óvan­ ligt settúrslit í einum dysti mill­ um tvey av bestu liðunum – og púra óhoyrt í eini finalu. Eina Kalsø legði botnin, tá hon servaði Mjølnir frá 1­1 upp á 11­1, og so var einki meira at gera hjá Fleyr, ið full komuliga fór í upploysn. At enda vóru tað bara ein ella kanska tvær á liðnum hjá Fleyr, ið framvegis stríddust fyri sakini, tí restin hevði longu givið upp eftir vánligu byrjanina. Mjølnir kom enntá upp á 16­2, áðrenn Fleyr vann nakrar bóltar, men annars einki fekk gjørt fyri at binda fyri, tí dysturin longu var taptur uppi í høvdinum. Seinna finalan í gjár byrjaði annars við, at Mjølnir lættliga vann Myndir: Álvur Haraldsen