mánadagur 28. mars 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Einki var at siga til, at
kvinn urnar hjá Fleyr vóru
sera skuffaðar, tá tað í gjár
stóð greitt, at einki føroya
meistara heiti kom til høldar
á hesum sinni. Nógv stóð á
fleiri teirra, tí tær høvdu jú
givið alt, men rukku kortini
ikki á mál, so Fleyr kundi fáa
fyrsta meistaraheitið síðani
1997.
– Vit eru sjálvandi sera
skuff aðar, men av tí at vit
spældu av hundanum til, er
hetta tann rætti vinnarin í
dag. Og eina ella aðrastaðni eri
eg allíkavæl nøgd við silvur.
Vit hava verið øgiliga góðar
ígjøgnum kappingarárið, men
í finalunum fann Mjølnir
sítt besta spæl fram – og tað
gjørdu vit ikki, segði 20 ára
gamli liðformaðurin hjá Fleyr,
Rakul Dalsgaard Jakobsen.
– Mjølnir spældi øgiliga
væl í fyrra dystinum, og vit
gjørdu heldur ikki so nógvar
feilir, so tí kundi tað lata seg
gera hjá okkum í dag. Men tá
vit bara spældu eitt gott sett
í seinnu finaluni, kundi tað
ikki bera á mál hjá okkum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Millum
spælararnar
hjá
Mjølni eru systrarnar Purk
hús, 18 ára gamla Sofía og
20 ára gamla Elisabeth, sum
eis ini eru tær báðar hægstu
á liðnum við ávikavist 180
og 181 sentimetrum. Tær
vóru báðar eitt stórt smíl,
tá føroya meistaraheitið var
kom ið til høldar.
– Eg veit ikki, um vit
høvdu væntað at vunnið
tvær ferðir 31, men tað var
nakað soleiðis, vit høvdu
vónað, at tað skuldi gangast.
Tað var harðari at spæla
seinna dystin, tí tað merktist,
at vit høvdu spælt dagin fyri,
men eg haldi, at vit vóru betri
allan vegin ígjøgnum, segði
Sofía, ið fekk uppbakking frá
eldru systrini, Elisabeth:
– Ja, vit trúðu uppá, at vit
skuldu vinna, alt riggaði bara
og koyrdi, sum tað skuldi.
Hetta er heilt fantastiskt og
vit eru ordiliga glaðar. Sjálvt
um tað er sunnukvøld, so skal
tað feirast, tí Marjun (Kalsø,
blðm.) hevur bjóðað okkum
í ball.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kv. finalurnar
Leygardagin:
Fleyr - Mjølnir 1-3
(21-25, 24-26, 25-23, 21-25)
Sunnudagin:
Mjølnir - Fleyr 3-1
(25-18, 23-25, 25-17, 25-6)
ari við Manér
fyrsta settið, og síðani svaraði
Fleyr aftur við at vinna annað sett.
Í triðja setti vísti Poulina Øregaard
seg sum góðan servara hjá Mjølni,
tá hon mestsum einsamøll við ein
ari drúgvari røð av servum fekk
settið í posan.
Um hetta var skelkurin, ið
beindi fyri Fleyr, skal ikki verða
sagt, men í øllum førum hildu
kvinn urnar úr Klaksvík fram í
sama stíli í fjórða setti, meðan
einki vildi ella kundi bera til hjá
Fleyr.
Gott álopsspæl
Grundina undir samlaða sigurin
legði Mjølnir leygardagin í fyrru
finaluni, sum eisini endaði 31, men
tó var ein heilt annar dystur. Tá
vóru bæði lið væl við og lupu á við
fullari megi. Spælarar báðu megin
netið brúktu sína slagstyrki og
bjóðaðu av, samstundis um ferðin
á spælinum var nógv.
Fleyr var tó tað av liðunum, ið
hevði teir størru trupulleikarnar
at dragast við, tí ov nógvir lættir
bóltar fóru fyri skjeyti, av tí at
móttøkurnar ov ofta ikki vóru
nóg góðar. Sjálvt um tað ongantíð
ordiliga gjørdist leyst millum liðini,
mátti Fleyr bøta fyri fleiri smærri
og størri niðurtúrar, ið gjørdu, at
spælið ongantíð fekst at hanga
nóg væl saman.
Hinvegin var meira stýr á tí,
sum Mjølnir gjørdi, og líka sum
sunnudagin, var tað Mjølnir, ið
megnaði at halda høvdið kalt í
avgerandi støðunum. Tí var spælið
hjá klaksvíkskvinnum nógv meira
støðugt og trygt, so liðið ongantíð
fór í panikk ella veruliga misti
tamarhaldið á tí, sum hendi.
Sæð yvir báðar finalurnar,
hevði Mjølnir fleiri spælarar, ið
veruliga tordu at taka ábyrgd. Í
verjuni var Margit Joensen tann
brandur, hon kann vera, tá hon
er upp á tað besta, og í álopinum
løgdu bæði Sofía Purkhús og Birgit
Guttesen nógv fyri. Men sum heild
var liðspælið størsta styrkin hjá
Mjølni, ið tóktist væl fyri kring
allan vøllin, har allar sóu út til at
vita, hvør júst teirra uppgáva var.
hilmarjan@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Stórt
skuffilsi
Smílandi
systrar