Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Ein av ungu spælarunum hjá ÍF er 21 ára gamli Uni Reinert Petersen, sum spælir libero. Hann var sera fegin, tá hann eftir seinnu finaluna í gjár stóð við øðrum av steypunum, ÍF fekk. – Tað er ein øgiliga góð kensla at standa her við steyp inum nú. Tað hevur nokk verið eitt sindur tungt at motiverað okkum, men tað er veldugt, at vit nú hava klárað tað. Vit orkaðu væl og hava kanska fleiri streingir at spæla uppá enn Mjølnir, segði hann. Millum spælararnar hjá ÍF eru fleiri, ið mestsum mugu velja millum fótbólt og flogbólt, og Uni er ein teirra: – Eg veit ikki, hvat eg skal siga til tað. Nú er tað jú soleiðis, at venjararnir eru beiggjar, so tað mugu teir finna útav, segði hann flennandi, áðrenn hann saman við hinum stillaði upp til eina glaða liðmynd av greipu vinnarunum úr Fugla­ Hilmar Jan Hansen Hóast hann er 30 ára gamal og javnan hevur trupulleikar í rygginum at dragast við, so megnaði Rúni Weihe enn eina ferð at vísa sítt virði, tá mest var brúk fyri tí. Og tí kundi hann í gjár standa saman við liðfeløgunum í ÍF og fegnast um føroyameistaraheitið. – Hetta var hart, og tað má tað eisini vera, tá tvey tey bestu liðini spæla upp til sítt besta. Dysturin leygardagin sat øgiliga tungt í beinunum í morgun og at byrja við í dyst­ inum í dag, men so blivu vit heitir og komu í gongd, segði Rúni eftir seinnu finaluna á Eiði í gjár. – Eg haldi, at vit spældu ótrúliga væl tey bæði fyrstu sett ini, men so kiksaði tað onkurs vegna í triðja setti. Kort ini bleiv tað sum so mang an hjá okkum, tí tað vísir seg, at tá vit veruliga skulu levera, so gera vit tað eisini. Levera, tá vit skulu Øgiliga góð kensla ÍF Fann Mansflogbóltur Leygardagin var talan um ein metlangan fimmsettara, men sunnudagin var lítil og eingin ivi, tí tá fann ÍF fram FM-formin, ið vísti seg at vera so mikið góður, at Mjølnir ikki fekk svarað aftur Hilmar Jan Hansen Hóast tað var dysturin í gjár, sum var løtan, tá ÍF vann og fekk gullið, verður tað óivað dysturin dagin fyri, ið verður standandi sum tann meira minniligi. Ikki minst, tí talan gjørdist um ein metlangan dyst, sum vardi í tveir tímar og 23 minuttir – í effektivari tíð, væl at merkja! Tað var eisini dysturin, tá Mjølnir skuldi kent sína vitjunar­ tíð. Serliga í fimta setti, tá ÍF var á veg til at vinna trygt og var á odda 14­10. Brádliga kom Mjølnir við og fór framum 15­14. Eins og ÍF bara hevði verið ein bólt frá at tikið settið og sigurin, var tað nú brádliga Mjølnir, ið »bara« skuldi vinna henda eina bóltin eyka og fara við øllum. Men einki bar til hjá Mjølni, ið ikki megnaði at avgera, og tá tað so kiksaði fleiri ferðir, raknaði ÍF við aftur og fór avstað við tí heila við at vinna hetta fimta settið 20­18 og fyrra finaludystin 3­2. Ikki sørt, at hetta minti um steypafinaluna, har Mjølnir eisini var væl á veg í evstu løtu, men allíkavæl mátti finna seg í einari yvirháling. Soleiðis endaði tað við, at ÍF eisini vann henda dystin á Mjølni, eins og ÍF hevur gjørt tað í allan vetur. Seinna finalan sunnudagin var áttandi dysturin millum liðini í vetur, og tá hann var av, talaðu hagtølini fyri seg, tí ÍF hevur vunnið teir allar! Oddaliðið var betri ÍF hevur eisini verið oddalið í all­ an vetur, so at fuglfirðingar nú eisini struku avstað við meistara­ heitinum, var fult í tráð við stiga­ talvuna, ið altso ikki leyg her. ÍF hevur verið best, og hóast Mjølnir spældi minst líka væl leygardagin, var eingin ivi í gjár, tá Mjølnir bara í løtum slapp at vera við. Báðar dagarnar vísti tað seg, at hjá ÍF skal nokk so nógv ganga ígjøgnum Rúna Weihe, sum hesar dagarnar enn eina ferð fekk víst, at hann er suverent mest verdi spæl­ arin í føroyskum flogbólti. Tað er veruliga at vóna, at hann fult út verður »fit for fight«, tá farast skal avstað til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight í summar. Myndir: Álvur Haraldsen