Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen – Eg eri ræðuliga vónbrotin og tað eru vit allir. Vit spældu ikki so væl, sum vit gjørdu í gjár, tá vit skuldu havt av­ gjørt tað, segði 24 ára gamli lið for maðurin hjá Mjølni, Thorvald Danielsen. – Vit brúka nokk so nógv teir somu menninar, og tí vóru vit øgiliga troyttir. Men tað sama var galdandi fyri ÍF, sum eisini brúkti nokk so nógv teir somu, men teir vunnu so allíkavæl. Serliga vónbrotin er Thor­ vald av, at Mjølnir skuldi koma langt hetta kappingarárið, men allíkavæl ikki vinna nakað: – Tvær ferðir silvur er ongantíð gott. Vit høvdu sum mál at koma í bæði steypa­ finaluna og FM­finalurnar, men at tapa báðar, er eitt stórt vónbrot, segði hann. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Maðurin, ið frá síðulinjuni hevur roynt at fingið tað besta fram í fuglfirðingunum, var sera fegin sunnudagin, tá hann kundi staðfesta, at felags arbeiðsinnsatsurin hjá øllum rakk til gullið: – Vit hava havt rættiliga gott tak á Mjølni í vetur, tí vit hava vunnið allar átta dystirnar ímóti teimum. Teir máttu og skuldu vinna í dag, so tí var nógv størri trýst á teimum, segði hann. – Nú var langt síðani, at vit vistu, at vit skuldu í finaluna, men tað hevur ikki staðið á at motiverað menninar, men verið ótrúliga lætt. Har hava verið 14 mans til venjing hvørja einastu ferð, og teir hava givið alt. Sjálvur hevur Suni eisini givið alt, tí hann fer nú at takka fyri seg sum ÍF­venjari á hesum sinni: – Nei, eg haldi ikki fram sum venjari næsta kappingarár, tí hetta fer við ov nógvari tíð. Bara tveir tímar í koyring er tað hvørja ferð, so tað krevur øgiliga tíð. Men hevði eg ikki havt so góða konu, hevði tað ikki gingið. Nú havi eg so eisini vunnið greipuna við ÍF sum venjari, og tað er stórt, so eg kann róliga gevast á toppinum, segði Suni Hansen. hilmarjan@sosialurin.fo Mansfinalurnar Leygardagin: ÍF - Mjølnir 3-2 (20-25, 32-30, 22-25, 25-16, 20-18) Sunnudagin: Mjølnir - ÍF 1-3 (18-25, 19-25, 25-21, 16-25) n FM-ForMin Tað var nú ikki bara við slag­ styrkini, at Rúni vísti seg frá síni bestu síðu á Eiði í gjár, tí bæði í fyrsta og fjórða sett servaði hann nógvar og góðar bóltar til ÍF. Í fyrsta setti vóru fleiri av hansara karakteristisku lopservum, ið gjørdu munin ímóti endanum, og í fjórða setti var hann maðurin, ið servaði ÍF frá 17­15 til 22­15. At ÍF vann tvey tey fyrstu sett­ ini í gjár, fekk helst avgerandi týdning, tí uppaftur størri gjørdist mótbrekkan hjá Mjølni, ið byrjaði betur í báðum teimum fyrstu sett­ unum, men ikki megnaði at halda fast. Í triðja setti fylgdust liðini leingi, men mitt í settinum fór Mjølnir framum og vann tað. Mjølnir var skjótari út úr start­ holinum í fjórða setti, men nokk so skjótt kom ÍF við og fór eisini framum. Tað stóð á jøvnum 11­11, men restina av settinum var ÍF frammanfyri og vann við vaks andi sjálvsáliti og nógv meira sann­ førandi spæli. Nervapirrandi Leygardagin vísti Mjølnir stak góðar taktir og var klárt betri alt fyrsta sett og meginpartin av øðrum setti, tá Mjølnir var frammanfyri 21­13, men allíkavæl mátti síggja ÍF koma sterkt aftur og vinna settið 32­30. Henda løtan boðaði frá góðum, tí settbóltarnir fóru bæði henda vegin og hin vegin, men ÍF hevði neyðuga yvirskotið, tá avtornaði. Hetta fekk tó ikki klaksvíkingar niður við nakkanum, tí teir tóku triðja sett, men vórðu væl og virðiliga settir upp á pláss í fjórða setti, so tað stóð á jøvnum 2­2 í settum. Og tí kom fimta settið, sum nevnt omanfyri, ið bæði lið kundu havt avgjørt, áðrenn ÍF umsíður vann síðstu bóltarnar. Samanumtikið spældi Mjølnir sera væl leygardagin, men tað gjørdi ÍF eisini, tá liðið endiliga var komið í gongd. Og júst evnini at vinna, tá mest ræður um, vísti seg at vera størsta styrkin hjá ÍF, ið sostatt uppiborið kundi fara avstað við meistaraheitinum, ið er tað sjeynda hjá fuglfirðingum! hilmarjan@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Ræðuliga vónbrotin Gullvenjarin takkar fyri seg