mánadagur 28. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Venjararnir, Heðin Askham og
Julian Hansen, brúktu høvið at
leggja seinastu hondina á fyrireik
ingar nar til drúgva kappingarárið,
sum stendur fyri framman. Ser liga
framdu venjararnir nógvar broyt
ingar í seinna hálvleiki.
EB/Streymur vann uppiborið.
Leikliga vóru sundalagsmenn greitt
omaná. Arnbjørn T. Hansen stóð
fyri báðum málunum í dystinum.
Lions skipar fyri
Tað eru Lions Club í Føroyum og
Fótbóltssambandið, sum skipa fyri
stórsteypadystinum. Í ár var avgerð
tikin um, at ágóðin frá dystinum
fór til CTDfelagið, sum varð sett á
stovn í desember 2009.
CTDfelagið roynir at upplýsa
um sjúkuna. CTD er stytting fyri
Camitin Transportør Defekt. Sjúk
an kann arvast frá foreldrum til
børn, og Lions Club og FSF meta, at
tað er týdningarmikið at upplýsa
um avleiðingarnar av sjúkuni.
Hetta er fimta árið upp í slag, at
steypavinnararnir og føroya meist
ar arnir spæla um Lionssteypið.
B36 vann í 2007, NSÍ í 2008, og HB
vann í 2009 og 2010.
Tað verður spælt um steypið í
10 ár.
Lagt bragdliga fyri
EB/Streymur vann Klaks víks kapp
ingina síðsta vikuskiftið, og sunda
lagsmenn vunnu stór steypa dystin
í gjár. Spælarahópurin hjá Heðini
Askham tykist vera tilreiðar.
Arnbjørn T. Hansen legði EB/
Streym á odda, tá fyrra umfari var
hálvan tíma gamalt. Fýra minuttir
inn í seinna hálvleik økti framherjin
um leiðsluna.
Sundalagsmenn
vóru
nógv
grammari og sigurin var fult upp
borin. Longu næsta viku skiftið
vitjar EB/Streymur aftur í Gunda
dali. Tá skal dysturin móti B36 í
fyrsta umfari av steypakappingini
avgreiðast. HB fær vitjan av
Víkingi.
HB – EB/Streymur 0-2 (0-1)
Dómari: Pætur Albinus
0-1: Arnbjørn T. Hansen, 29.
0-2: Arnbjørn T. Hansen, 49.
HB: Heðin Stenberg – Pætur T. Jørgensen, Rói Danielsen (Tórður S. Hreiðarsson, 46.), Vagnur M. Mortensen,
Hendrik Rubeksen – Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen (Óli Arge, 46.), Ólavur í Ólavsstovu, Jógvan
Rói Davidsen – Jón Krosslá Poulsen (Andrew av Fløtum, 46. (Jógvan Andrias Nolsøe, 77.))
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Aage Hansen, Egil á Bø (Bárður Olsen, 46.), Sorin Anghel, Alex José dos Santos
(Leif Niclasen, 66.) - Hans Pauli Samuelsen (Arnar Dam, 69.), Marni Djurhuus, Daniel Udsen (Poul G. Olsen, 84.),
Levi Hanssen (Brian Olsen, 46.), Pætur Dam Jacobsen – Arnbjørn T. Hansen
hagtøl: faroesoccer.com
Andrew skaddur
Andrew av Fløtum noyddist av vøllin í seinna hálvleikinum í gjár.
Framherjin loysti av Jón Krosslá Poulsen í hvíldini. Hann varð ikki drúgvur
og fór út við skaða. Sum skilst, er framvegis ikki staðfest, hvussu
álvarssamur skaðin er, men tað er nógv, sum bendir á, at hann spælir ikki
aftur næstu vikurnar.
Uni Holm Johannesen
Fótbóltsárið 2011 byrjaði loksins
um vikuskiftið. Fyrstu undan
dystirnir í steypa kappingini
skuldu avgreiðast. Einki óvænt
að úrslit var hesaferð.
Skála vann stórt
Stórar broytingar hava verið
í umbúna á Skála í vetur.
Erland Berg Danielsen, sum
spældi við NSÍ í fjør, umboðar
nú
aftur
barndómsfelagið.
Martin Olsen var á næstbesta
lið num hjá Víkingi í fjør, men
hann roynir seg eisini á Skála.
Tað ger toftamaðurin Niklas
Poulsen eisini.
Hetta var fyrsti skrásetti
dyst urin hjá skálamonnum
við 21 ára gamla Eliesari Olsen
sum venjara. Skálamenn løgdu
bragdliga fyri. Teir vunnu við
fimm málum, 72, á Royn, sum
fluttu upp í triðbestu deildina
í fjør.
Uppiborin sigur
TB spældi fyri fyrstu ferð á
nýggja heimavøllinum, gras
vøllinum í Hvalba. Tvøramenn
eru ikki vanir við at spæla
á grasi, og tað darvaði eisini
spælinum í løtum, tá FF Giza
vitjaði. TB vann uppiborið 20.
Dmitrije
Jankovic,
sum
skifti úr B36 til TB í vetur, var
fyri fyrstu ferð í verjuni hjá
tvøra monnum. Martin Tausen
spældi við FC Suðuroy í fjør,
men stríðshugaði miðvallarin
spælir nú aftur við TB.
Eingin ivi
Undrið FF tykist hava lagt
nógv fyri í vetur. Rúni Elttør,
sum fyrr hevur spælt við KÍ,
B36 og ÍF, er venjari. Nýggir
menn í hópinum eru millum
ann að klaksvíkingurin Leon
Bjartalíð
og
toftamaðurin
Øssur Jacobsen.
Undrið FF vann 60 á MB.
Heimaliðið fekk bara eitt mál
fyri steðgin, men tað kom
ferð á málskjótingina í seinna
hálvleiki.
uni@sosialurin.fo
Favorittarnir
vunnu
FÓTBÓLTUR Sum væntað
vunnu Skála, TB og Undrið FF
seg víðari úr undanumfarinum í
kappingini um løgmanssteypið
Skála – Royn 7-2 (4-1)
1-0: Jákup Johansen, 3.
2-0: Erland Berg Danielsen, brts., 17.
3-0: Jákup Johansen, 30.
4-0: Jóhannus Mikkelsen, 45.
4-1: Bjarni á Hólalagi, 45.
4-2: Jónar Holm, 59.
5-2: Edvin Jacobsen, 65.
6-2: Erland Berg Danielsen, 69.
7-2: Martin Olsen, 90.
Reytt kort: Suni Ernstsson, Skála, 45.
TB – FF Giza 2-0 (2-0)
1-0: Rógvi Joensen, 11.
2-0: Tórur Mortensen, 23.
Undrið FF – MB 6-0 (1-0)
1-0: Marius Nystrøm Hansen, 18.
2-0: Leon Bjartalíð, 58.
3-0: Guttormur Patursson, 75.
4-0: Esmar Æðustein Poulsen, 77.
5-0: Christian Vilhelm Jacobsen, 81.
6-0: Kristoffur Vidtfeldt, sjálvmál, 90.
Dystirnir í steypakappingini næsta vikuskiftið:
B68 – FC Hoyvík
HB – Víkingur
Undrið FF – KÍ
NSÍ – B71
07 Vestur – FC Suðurpy
ÍF – Skála
B36 – EB/Streymur
AB – TB
Uni Holm Johannesen
Mikkjal Hvannastein, formaður,
sigur við nordlysid.fo, at felagið
vil spæla í Klaksvík, hóast
Undrið FF hevur heimavøll,
sam bært lutakastinum.
Tað er eitt ynski frá okk
ara leikarum og venjarum
um at sleppa at spæla dystin
í Klaksvík, har karmarnir eru
nógv betri við eitt nú nógv
fleiri áskoðarum. Teir vænta, at
tað verður nógv stuttligari at
spæla ein slíkan dyst í Klaksvík,
sigur Mikkjal Hvannastein við
heimasíðuna.
uni@sosialurin.fo
Undrið
vil spæla í
Klaksvík
FÓTBÓLTUR Sannførandi sigurin á
MB um vikuskiftið hevur við sær, at
Undrið FF skal spæla móti KÍ í fyrsta
umfarinum av steypakappingini
50.000 krónur
til CDT-felagið
FÓTBÓLTUR CDT-felagið fekk 50.000 burtur úr
stórsteypadystinum, sum EB/Streymur vann uppiborið á
føroyameistarunum. Arnbjørn T. Hansen var stóra hetjan
Niels Nattestad frá Lions Club og Frankie Jensen frá CTD-felagnum
Mynd: Heðin Weihe, www.hb.fo