mánadagur 28. mars 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
Sosialurin
25
Eg veit ikki um eg segði nóg ofta við teg, at eg elskaði teg.
Hvussu nógv tú hevði at siga fyri meg, mammu og systrarnar.
Hvussu høgt í metum, ein og hvør tilvildarlig løta, vit høvdu
saman var. Allur láturin og tárini tú fekk fram í okkara
ræddum og eygnaholum, tá tú las tínar nýggjastu yrkingar og
hugleiðingar fyri okkum. Summar vóru tær skemtingarsamar,
aðrar álvarsamar, men tó bóru allar altíð ein djúpan vísdóm
og eitt gott hugvæti. Vit leitaðu altíð til tín, tá okkum tørvaði
vegleiðing um eitthvørt ella eitt erligt svar. Ja eitt erligt svar
fekk man altíð frá tær.
Tú dugdi betur enn nakar annar at síggja lutirnar frá
einum øðrum sjónarmiði, sum hevði tú eitt loynimið, har tú
sást heimin og lívið ígjøgnum serstaka sjóneyku.
Ja, segði eg nóg ofta, at eg elskaði teg?
Tá tú seinast koyrdi meg á flogvøllin, kysti meg á kjálkan
og ynskti mær eina góða ferð, visti eg ikki av, at hettar var
seinasta ferð, eg sá teg í hesum heimi. Eg fór avstað, sum um
at vit áttu nógvar løtur saman enn.
Tá eg sá teg aftur, var tú friðsælur, hevði eitt skálkabros
á tínum andliti. Ja tú líktist tær sjálvum, men tú var farin
tína ferð. Tú var ikki longur her í tí formi, sum vit kendu teg.
Hettar kendist óveruligt, ja ófatuligt.
Tó so tykist tú vera allastaðnis, har mín fótur stígur, og
hóast sorgina og saknin, er láturin, tú kveikti rundan um teg,
enn her, men sum eitt dempað ljós, og eg biði til, at ljósið ein
dag aftur fer at lýsa við fullari megi, eins og tú í hesi yrking
minnir okkum á.
Hevur tú, vinur mín, ja, hevur tú gloymt, at hyggja, lurta og
føla.
Minnist tú, hina ferðina tá eyga títt gleddist um blómur og
smá grøs í bøð og haga?
Tú hevur kanska gloymt, hvussu vakurt fuglaljóði kendist í
oyra tínum – Kanska tú minnist, hina ferðina tá tú vaknaði
– fyrst eyguni, so oyruni og síðan restin av kroppi tínum.
Er tú ikki ein heppin skabningur, sum hevur møguleika
at njóta sjón, hoyrn og so angan av lívinum – sum darrar
rundan um teg.
Minst til, tú ert krúnan av meistaraverkinum.
Liv lívið, tað er gjørt til tað sama.
Páll
Vit sita eftir her í undran, í fjálga heiminum, sum tínar hendur
hava formað og bygt. Sorgarbundnar, særdar, eyðmjúkar, og
takksamar fyri alt tú var fyri okkum.
Tú legði so nógvar dýrgripir eftir teg, áðrenn tú fór. Og
vit kunnu ei annað enn vera takksamar og goyma teir væl í
okkara hjørtum. Ein av hesum dýrgripum eru hesi orð tíni;
Sum titandi áarløkur, streymar lívið við tína lið. Tú situr við
áarbakkan - undrast og lurtar - darrandi lívs-tónarnir, lekja
sál tína, og sálin er ferðabúgvin, at møta stóra fossinum.
Páll
Lívið er so undarligt, so lítið, ið vit skilja. Sjálvt um deyðin
er tað tyngsta ein møtir á síni lívsleið, so er hann eisni ein
umráðandi lærdómur, sum vekir okkum til fulnar í eitt
andatak. Fær okkum at kenna lívið í sínum sanna formi í
eina stund. Ein fer at hugsa um tey, ein elskar. Um hvussu
umráðandi tað er, at lata tey vita av, at tey eru elskaði av
einum.
Deyðin skapar eisini eitt tómrúm í hjartanum hjá teimum,
sum sita eftir. Eitt rúm, ið eingin annar kann fylla upp
aftur. Eitt rúm vit mugu læra at liva við. Í hesum rúmi býr
kærleikin, og tó at hann er sárliga sáraður av missinum, er
hann sterkari enn nakrantíð áður. Nú eiga vit eisini eitt slíkt
rúm, og tað er títt rúm. Har búgva øll minnini og allar tær
dýrabaru løturnar, vit høvdu saman, og hettar rúmið verður
altíð títt góði babba!
Tú lividi eitt lív í kærleika. Tú lærdi meg so nógv um
kærleikan og um lívið. Tú vil altíð vera ein partur av øllum,
sum eg eri og geri. Ja tú sigur alt um kærleikan í hesi yrking
tíni til mammu;
Salta tárið, ið á kjálkan rennir, kemir ikki frá vøkrum
blómum,
ei heldur fáa vøkru og glaðu fuglarnir, ella heita sólini
kjálka mín vátan.
Innast inni í barmi mínum bylgist ein gleði,
um at hava teg til konu, sum er so stór, at hon seyrar út
millum eygnalokini.
Elski teg - maður tín.
Vit sakna teg. Tosa um teg hvønn dag. Gráta, flenna og nevna
títt navn við kærleika og hita, sum um tú enn var her hjá
okkum. Minnini um teg eru við til at forma okkum, sum leir
í einum lógva.
So elskaði vinur, pápi og maður, hvíl nú so væl og leingi, -
til vit møtast aftur undir stóra fossinum.
Dóttir tín
Eivør
Elskaði pápi mín