mánadagur 28. mars 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37
26
Sosialurin
Jonhard Hammer
Stjóri á Rás2
Vár í Gong,
Forkvinna, Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Kjak
Tí var Dánjal ikki við
í Hvonn Live
Ein partur av Hvonn Live
sendingini hjá Rás2 farna
vikuskifti var eitt innslag
um Fólksins Rødd hjá Kring
varpinum. Fólksins Rødd
hevur verið ein sera und ir
haldandi og nógv umrødd
sending. Tí vildi Rás2 gera
eitt innslag um sendingina.
Hugskotið var at fáa nøkur
av fólkunum at siga, hvussu
tey høvdu upplivað at vera
við í sendingini, hvørjar
reaktiónir tey hava fingið
eftir sendingarnar, hvussu
tað er at siga sína erligu
hugsan alment, hvussu tað
er at blíva landskend, og um
tað eru negativar fylgjur av
luttøkuni í eini slíkari sjón
varpsrøð.
Innslagið í Hvonn Live
skuldi rigga í eini cafésend
ing leygarkvøld, og tí vórðu
nøkur
redaktionell
val
gjørd út frá tí. Tað hevur ein
fjølmiðil sjálvsagt rætt at
gera – og verður noyddur at
gera allatíðina. Kringvarpið
hevur til dømis valt fólk
til Fólksins Rødd og hevur
harvið samstundis frávalt
túsundtals føroyingar, sum
umboða øll hugsandi sjónar
mið. Tað er einki óvanligt í
tí – soleiðis eru treytirnar í
fjølmiðlunum og í nógvum
øðrum viðurskiftum eisini.
Av royndum halda vit
okkum vita, at tað hevði
verið ov nógv við fimm ella
seks gestum afturat teimum
báðum vertunum í Hvonn
Live. Tað kundi blivið eitt
rótut og fløkt innslag. So vit
vildu hava tvey ella trý fólk,
sum umboðaðu sendingina
onkursvegna, við til innslagið.
Eina løtu var upp á tal at taka
fýra fólk við, men tað endaði
við, at tey vórðu trý fólk
Sonhard, Ingi og Arnfríð.
Tey hava kanska verið stóru
profilarnir í sendingunum,
og tey umboða eisini ymiskar
partar av landinum. Vit hildu,
at tey riggaðu væl til okkara
sending júst hesaferð, og vit
hildu eisini, at tey fóru at
rigga saman í sama innslagi.
Men tá mann ger eitt val, so
er tað eisini eitt frával. Og
hesaferð vóru Katrin, Danjal
og Aggi ikki boðin við, men
tað liggur eingin illvilji í tí
fyri tað. Vit kundu eisini
valt tey, og valt hini frá, og
so høvdu vit sjálvandi eisini
fingið eitt fínt innslag, sum
sjálvandi hevði verið nakað
øðrvísi. Men hesaferð valdu
vit so Sonhard, Inga og
Arnfríð.
Í
Fólksins
Rødd
hós
kvøldið var Dánjal sera mis
nøgdur við, at hann ikki varð
boðin við. Tað er harmiligt,
tí endamálið við sendingini
var ikki at gera fólk kedd.
Og høvdu vit vitað, hvussu
stóran týdning tað hevur
fyri Dánjal at sleppa fram
at
í
miðlunum
at
siga
sína hugsan, so kundu vit
kanska havt fingið hann við
onkurvegna. Og Dánjal skal
vera hjartaliga væl komin í
sendingar á Rás2, tá ið høvi
býðst til tað.
Men vit eru sera hørm um,
at Dánjal í stutta brotinum
í Fólksins Rødd kom við
fleiri skeivum pástandum
um sendingina og kom við
keðiligum
ákærum
ímóti
Rás2 og teimum fólkunum,
sum skipa fyri sendingini.
Dánjal segði, at hann var
tann einasti av teimum í
Fólksins Rødd, sum ikki var
boðin við til Hvonn Live
at hann einsamallur var
útihýstur frá sendingini. Tað
passar ikki. Hann var ein av
fleiri, sum ikki vóru boðin við
hesaferð.
Dánjal segði eisini soleiðis
í Fólksins Rødd hóskvøldið:
“Eg haldi, at tað er øgiliga
undarligt, at mann útiheldur
ein persón. Og serliga tá
ið teir persónarnir, sum
eru tiknir við í dag, verða
bidnir um at úttala seg um
religión og Gud, og hvat
veit eg”. Hetta er skeiv og
rættiliga misvísandi útsøgn.
Dánjal var ikki einsamallur
“útihýstur”, og tað var eingin
spurningur
um
religión
spurdur í sendingini. Prátið
snúði seg ikki um átrúnað
og skuldi ikki verða eitt
kjak um átrúnað. At Ingi so
hevði onkra viðmerking um
átrúnað, er nakað annað,
men fólk vórðu ikki biðin
at úttala seg um religión í
sendingini.
Sum
tað
triðja
fekk
Dánjal tað at ljóða, sum at
hann einsamallur var úti
hýstur frá sendingini, tí
hann er trúgvandi. Tað er
rættiliga álvarsom ákæra at
koma við og hevur absolutt
einki hald í veruleikanum.
Vit útihýsa ikki fólki á
Rás2 av átrúnaðarligum or
søkum. At Dánjal var ein
av teimum, sum ikki varð
boðin við, var av heilt øðrum
orsøkum, sum tað er greitt
frá omanfyri. Kanska kundi
Dánjal frameftir hugsa seg
eitt sindur betur um, áðrenn
hann ógrundað ákærir og
dømir fólk á slíkan hátt. Og
kanska kann Dánjal hugsa
um, hvat fræ hann hevur
sátt millum fólk við sínum
útsagnum – og hvussu tað
kann ganga út yvir fólk,
sum av órøttum standa fyri
skotum av hansara ákærum.
YvirLýsing
Pensjóns
nýskipanin
Sera drúgva arbeiðið við
pen sjónsnýskipanini er nú
liðugt frá embætis mann
asíðu og er lagt til Føroya
Løgting. Í hesum sambandi
verður 1. viðgerð tann 29.
mars.
Føroya Løgtingi kunn
ugt, eru flest øll fak fe løg,
herundir
eisini
Fe lag ið
Føroyskir
Sjúkra røktar
frøðingar, sera ónøgd við,
at einki svar er komið uppá
tey
hoyringsskriv,
sum
eru latin til teir stovn ar
í lands umsitingini, sum
hava arbeitt við pensjóns
nýskipanini.
Ein av orsøkunum til
hesa ónøgd er, at ávís púra
nýggj viðurskifti nú eru
at finna í uppskotinum
til pensjónsnýskipan. Eitt
av hesum viðurskiftum
er ætlanin um, at øll tey,
ið tann 1. januar 2012 eru
yngri enn 55 ár og hava ein
pensjónsuppsparing uttan
lands, skulu byrja at gjalda
til nýggjan veitara.
Limir í Felagnum Før
oyskir
Sjúkrarøktar frøð
ing ar hava í ára tíggju
spart upp til eftirløn í PKA.
At løgtingið við lóg, við so
stuttum skotbráði, noyðir
limir felagsins at byrja
inngjaldan til nýggja skipan
er sera óheppið. Felagið
hevur ikki havt møguleika
at geva viðmerkingar til
hetta inntriv í upp spar
ingar leistin
hjá
limum
felag sins. Hetta eru felagið
og mongu limir tess sera
ónøgd við.
Tí heitir Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
á
Føroya Løgting um at taka
hesa ætlan úr pen sjóns
nýskipanini og eisini bera so
í bandi, at Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
framyvir
verður
hoyrt,
tá ætlanin er at gera so
týðandi inntriv í viðurskifti
hjá limum felagsins.
YvirLýsing
Undirritaðu fakfeløg fegnast um at arbeitt verður við
pensiónsskipan fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
Vit eru, í hesum sambandi, vorðin kunnaði um at ætl
anin er at flyta ta pensiónsskipanina, sum vit hava verið
limir í síðani í 60 árunum, til Føroyar.
PKA er eftir okkara tykki ein góð, demokratisk og
samhaldsføst skipan, ið vit eru sera væl nøgd við. Í
Føroyum finst ongin skipan á sama støði og tískil halda vit
at tað er púra burturvið at vit verða tvungin í eina skipan,
sum á ongan hátt gevur okkum somu rættindi.
Allir okkara limir hava gjørt eina avtalu við PKA, sum
vit sjálvsagt hildu fór at vera galdandi til vit fóru frá við
eftirløn, og sostatt eisini hava tilrættalagt okkara ellisár
útfrá.
At nýggir limir fara í eina nýggja skipan, er ein onnur
søk, men hettar krevur gjølla fyrireiking saman við
fakfeløgunum.
Vit vilja framhaldandi vera verðandi í okkara pensións
kassa og fara undir ongum umstøðum at góðtaka at verða
flutt.
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Fysioterapeutfelag Føroya
Kost og føðslufelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Frá Hvonn Live leygarkvøldið 19. mars Mynd: Álvur Haraldsen