Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. mars 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 28. mars 2011 · Nr. 37 Sosialurin Høgni í Jákupsstovu redaktiónsleiðari, Dagur&Vika, Kringvarp Føroya Ljótt og ósak ligt, Edmund! Týskvøldið hevði Dagur & Vika eitt innslag um aft­ urvendandi atfinn ing arnar hjá Edmundi Joensen móti síni egnu samgongu og ikki minst sínum egna floks­ formanni og løgmanni. Innslagið vísir nakrar fáar av atfinningunum hjá Edmundi og umrøður eisini, hvussu løgmaður hev ur valt at handfara lemj andi kritikkin frá sín um floksfelaga og undan manni. Leysar kanónir eru als ikki ókendar í føroyskum politikki ­ hesuferð vildi Dagur & Vika seta sjón­ eykuna á avleiðingarnar av sjálvdráttinum hjá Ed mundi Joensen á Sam bandsflokkin og á før oysk an politikki. Tískil høvdu vit boðið stjórn­ mála frøðinginum Hallberu West í sjónvarpsstovuna at greina støðuna. Redaktiónin valdi ikki at hava Edmund Joensen við í innslagnum, tí ongar nýggj ar upplýsingar vóru lagdar fram. Allar upp lýs ­ ingar í innslagnum høvdu verið frammi áður, úr tíð­ indaskrivum hjá Ed mundi Joensen og so vóru útsagnir hjá honum og Kaj Leo Jo­ hannesen í útvarpi og sjón­ varpi endurtiknar og um­ røddar. Vit vildu lýsa og greina eina heild, ikki kjakast um hvørt dømi sær. Tá er Ed­ mund Joensen ikki tann besti gesturin í sjón varps stovuni. Og um nakar ivast, so kemur Edmund Joensen sanniliga til orðanna – gjøgnum alt innslagið. Edmund Joensen er royndur í føroyskum poli­ tikki og hann hevur styrkt seg við einum albrynjaðum spunasmiði. Longu fáar tímar eftir at innslagið hevði verið í sjónvarpinum fór Edmund Joensen í hernað. Hann skrivaði: "Er tað so livandi galið, at ein politiskur sveinur hjá Javnaðarflokkinum – fyri at seta kílar í Sambandsflokkin – borðreiðir við einari ”saft­ igari konflikt” millum Ed­ mund Joensen og Kaj Leo Johannesen í bestu senditíð í Sjónvarpinum?" Soleiðis byrjar ljóta álop­ ið frá Edmundi Joen sen á tíðindamannin hjá Degi & Viku. Nógv bendir á, at Ed mund Joensen veit, at Dagur & Vika hevur grein í sínum máli. Og tí fer hann beint eftir mann– in um. Tað snýr seg um at fáa tíðindamannin hjá Degi & Viku dálkaðan og illtonktan fyri at renna ørindi fyri ann an flokk. Taktikkurin er greiður ­ at flyta fokus. Tí Edmund Joensen vísir ikki á ein tann einasta feil við innslagnum. Greinin er reinur retorikkur, sum hev– ur til endamáls at fjala álopið hjá Edmundi Joensen. Edmund Joensen harm ­ ast í síni grein um, at Dagur & Vika ikki ferð inn í substansin í politisku málunum. Men Edmund Joensen má sum politik ari tola at hansara sjónarmið verða umrødd og viðgjørd ­ uttan at leggja persónliga eftir tíðindafólki. Nú veit eg ikki, hvørjum kóri Edmund Joensen prædikar fyri, men øll, sum hava fylgt eitt sindur við í føroyskum politikki, vita, at Edmund Joensen hevur koyrt solo í áravís. Dømini eru nógv fleiri enn tey, sum Dagur&Vika borðreiddi við týskvøldið um sjálvdráttin hjá Edmundi Joensen. Tað er týdningarmikið at sláa fast, at Dagur&Vika ar beiðir óheft av øllum ser­ áhugamálum. Soleiðis skal tað vera og soleiðis er tað! Vit royna at kasta ljós á, analysera, viðgera og per­ spektivera føroyska sam­ felagið. Hendan dagin setti Dagur&Vika sjón­eyk una á sjálvdráttin hjá einum tí royndasta før oyska politik­ aranum. Tí tað er ein áhuga­ verd og týdningarmikil søga. Edmund Joensen er ein heppin maður. Honum er unt at tæna Føroya Fólki meira enn flestu politikarar kunnu droyma um. Men hann vísir embætinum og sær sjálvum lítlan sóma við so ljótum og ósakligum álopum. Vit høvdu væntað meira! Eg vil við hesum taka frástøðu frá hesum ljóta álopi og boða frá, at redaktiónin stendur aftan fyri allar sjey minuttirnar og 41 sekundini. Dánjal Petersen 114 sekund av upptøku av Dánjal í Hvonn Live hevur sett Rás2 í ringt ljós Eg skyldi øllum at siga hvat veruliga hendi kring Hvonn Live og Fólksins Rødd leyg ar­ kvøldið 19. mars. Her kemur tann fulla søgan. Hvat gjørdi Dánjal á Hvonn Live at byrja við Tað byrjaði við, at Rás2 bjóð­ aði trimum luttakarum úr Fólksins Rødd til Hvonn Live. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, tí Rás2 kann bjóða hvørjum tey vilja í sín ar sendingar. Sendingin byrjar meðan eg siti heima við vinfólki. Sum sendingin frálíður blívi eg meir og meir keddur um, at tað ikki var ein mótvekt í sendingini, hetta tí eg helt ein ávísan bólk í landinum verða órætt­ víst umtalaðan av einum luttakara í sendingini. Eg taki meg saman at fara om­ an at tosa við redaktørin av sendingini og siga honum mína hugsan til síðani at koma heimaftur til gestirnar. Eg kundi havt bíðað inntil dagin eftir, men valdi at fara oman og avgreiða tað við kassa 1. Eg setti meg í bilin og fór oman á Hvonn, har eg einsæris vildi hitta redaktørin fyri sendingin. Orsøkin var, at eg gjarna hevði viljað vart nøkur av teimum ákærum, sum heglaðu yvir summi gudstrúgvandi í landinum. Eg havi verið virkin innan kjak í Danmark og Onglandi, og tí hevur tað mín stóra áhuga at verja tey kristnu sjónarmiðini. Eg vildi ikki fara oman at broyta upp á ta áður tilrættisløgdu Hvonn Live sendingina, tí fór eg ikki inn frammanfyri, har sjálv sendingin og áhoyrarar vóru. Men backstage møtti eg bæði luttakararnar úr Fólksins Rødd og Rás2. Niðri á Hvonn hoyri eg so, at eg var tann einasti sum ikki varð boðin við (hetta er tann veruligi sannleikin og ikki nakað eg fann uppá á staðnum). Og tað er líkamikið hvørjum eg hoyrdi tað frá, eg vil, at speirekingin skal enda her og eg má taka ábyrgd fyri mínum egnu útsøgnum. Tað merkti so, at út av fimm høvuðspersónum úr Fólksins Rødd var eg tann einasti sum ikki varð boðin við. Hetta ger ilt verri og í tí løtuni kenni eg meg sjálvan órættvíst viðfarnan. Og táið eg so byrji at tosa við redaktørin, byrjar kamera­ maðurin hjá KVF at taka uppá. Tað sum hareftir hendi síggja fólk upp á 114 sekund í Fólksins Rødd fylgj andi hóskvøld. Eg komi við nøkrum ákærum móti Rás2, sum seinni vístu seg ikki at vera rættar. Eg sigi, at eg var tann einasti, sum var útihýstur úr sendingini, og at luttakararnir vóru bidnir at úttala seg um Gud og religión. Eg segði, at Rás2 tísskil ikki hevði líka breiða viftu í Hvonn Live sendingini sum KVF hevur havt í Fólksins Rødd. Hetta var ikki satt, og tí má eg taka fulla ábyrgd av hesum, sum eg segði. Eg skyldi tí Eyðun Klakkstein, Johnhard Hammer og Rás2 eina umbering. Eftir hendingina í Hvonn ringdi eg til Katrin Kallsberg fyri síðani at finna útav, at tað sum eg fekk at vita niðri á Hvonn leygarkvøldið og sum eg segði við KVF ikki var satt. Katrin varð aldrin boðin við til sendingina. Nú bleiv bílætið heilt øðrvísi. Týsdagin fór við KVF vest ur til Sandavágs at taka sein­ asta part av Fólksins Rødd upp, og eg vónaði, at teir ikki vístu brotið av mær á Hvonn hóskvøldið. Eg sat við krimpaðum tærnum hós­ kvøldið, bíðaði í spenningi og mín sann um sendingin ikki skuldi enda við mær og mínum útsøgnum í Hvonn. Vágaportalurin ringdi beint eftir sendingina og spurdi meg um sendingina. Eg segði honum sum var, at eg hevði misskilt tað, men tá segði hann mær, at hann hevði lagt tíðindini út á heima síðuna áðrenn hann ringdi “tí hann visti ikki betur”. Og táið kjakið á vaga­ portal.fo tók seg upp og stjórin á Rás2 skrivaði eina grein á sama portali, so mátti eg gera vart við meg um mínar feilútsøgnir. At enda skal eg siga, at mær dámar væl Rás2 eg ynski ikki at føra nakað ringt ljós omanyvir Rás2. Men tað gjørdi eg við mínum útsøgnum og tað vil eg gjarna rætta uppá. Eg reageraði útfrá míni bestu sannføring men var hon skeiv. Tí vóni eg at Rás2 kann bera yvir við mær.