Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 8 Sosialurin Lagt til rættis: Árni Joensen – Tað, sum vit nú síggja, er úrslitið av reglunum um, hvussu nógvan tosk vit kunnu fiska, og hvussu nógv vit kunnu taka burt­ ur úr stovninum, sigur Björn Ævarr Steinarsson, sum er fiskifrøðingur á hav rannsóknarstovuni í Reykjavík, við Morgun blað­ ið. Hann sigur, at málið við at avmarka fiskiskapin eftir toski er at fáa mest møguligt burtur úr stovninum yvir eitt longri áramál. Her um­ framt hevur tann politiski myndugleikin sett eitt minstamark fyri, hvussu stór ur gýtingarstovnurin skal verða í 2015. Íslendsku fiski frøðing­ ar nir søgdu í fjør, at toska­ stovnurin fór at verða størri í ár, og tað fer vænt andi at síggjast aftur í kvotu­ ásetingini fyri næsta fiskiár. – Okkara royndir vísa, at tað er vorðið munandi meiri av stórum toski tey seinastu árini, og tað, sum vit nú hoyra frá góðum fiskiskapi, samsvarar eisini við tað, sigur Björn Ævarr Steinarsson. Havrannsóknarstovan hevur júst gjørt tær ár ligu vármátingarnar av toska­ stovninum, og úrslitið kemur tíðliga í næsta mánað. Miðvís stovns­ røkt gevur úrslit Tað kemur ikki óvart á íslendsku fiskifrøðingarnar, at skip og bátar fáa meiri av stórum toski nú enn fyri nøkrum árum síðani Umleið 20 prosent av teimum fyritøkunum, sum ætla sær av landinum at gera íløgur, siga, at tær gera tað, tí har fáa tær betri atgongd til ar­ beiðsmegi við tí neyðuga førleikanum. Tað er vísir ein spurnar­ kanning, sum Dansk Industri hevur skipað fyri, og sum 368 fyritøkur hava verið við í. Kent Damsgaard hjá ídnaðarfelagnum sigur við Jyllands­Postin, at hendan gongdin er vorðin ein trupul leiki fyri tað danska samfelagið. – Hetta fer at hava við sær, at teir donsku løn­ tak ararnir, sum eru dýrir, standa við ótíðarhóskandi framleiðslutólum, sum geva minni og minni, sigur hann. Jan Rose Skaksen, sum er professari á Hand ils ­ háskúlanum í Keyp manna­ havn, stúrir eisini fyri gongd­ ini. – Verður endin tann, at dýr donsk arbeiðsmegi stendur við gomlum maskinum, fer tað at gera trupulleikarnar við vørumenning enn størri, sigur hann við Jyllands­ Postin. Danska vinnulívið ger íløgur uttan fyri Danmark Næstan helmingurin av teimum stóru donsku fyritøkunum, sum ætla sær at gera íløgur í framleiðslutól, fara at gera íløgurnar uttan fyri Danmark Helvtin av sendi ­ tilfarinum var íslendskt Helmingurin av send­ ing unum, sum vóru í íslendska ríkis sjón­ varp inum í fjør, var ís­ lendskt senditilfar. Tað kom fram í sambandi við ein fyrispurning í Altinginum nú um dag­ arnar. Í svarinum frá menta málaráðharanum stóð, at 50,7 prosent av tilfarinum, sum sjón­ varpið sendi í fjør, var ís lendskt, 26,1 prosent var av amerikonskum upp runa, og 7,5 prosent var norðurlendskt til­ far. Orsakað av kapp­ ingar viðurskiftum vildi ráðharrin ikki upplýsa, hvat sjónvarpið rindaði fyri tað amerikanska og tað norðurlendska til­ farið. Ætlaði at drepa 17 fólk Rætturin í svenska bý­ num Linköping kom fyrradagin til ta niður­ støðu, at ein 26 ára gamal maður í býnum skal hava dóm fyri at hava havt ætlanir um at myrða 17 fólk. Aftonbladet skrivar, at undir húsarannsókn heima hjá manninum fann løgreglan ein lista við nøvnunum á 17 per­ sónum, sum ar beiða hjá ymsum myndug leik um, og sum høvdu tikið av­ gerðir, sum ikki gingu tí 26 ára gamla á møti. Rætturin hevur ikki ásett revsingina enn, tí sálarfrøðingar skulu fyrst kanna sinnisstøðuna hjá manninum, skrivar Aftonbladet. Olja frá Goða fossi hóttir sjófugl Olja, sum lak úr íslendska farmaskipinum Goða­ fossi, tá tað fór á land við Oslofjørðin í februar, kann hótta sjó fuglin, sum heldur til í tí friðaða økinum Grønningen. Halvard Olsen, sum arbeiðir hjá Lillesund kommunu, sig ur við Aftenposten, at myndugleikarnir royna at avmarka skaðan. Grønningen er ein ar 30 fjórðingar frá stað­ num, har Goðafoss fór á land tann 17. februar. Nakrar dagar seinni varð skipið togað avaftur og haðani til Odense til umvælingar. Fyritøkan Danfoss hevur gjørt nógvar íløgur uttanlands. Hendan deildin er í Týsklandi (Mynd: Danfoss)