Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 Sosialurin arnir fingið øroyum ur Eyðun Joensen, sum held ur, at júst hendan hug­ burðsbroytingin kann vera ein onnur orsøk til, at nýtslan av heilivági móti tunglyndi er økt seinastu tíggju árini. Sálarfrøðingurin heldur seg nevniliga hava varhugan av, at tað er vorðið alsamt vanligari og meira alment góðtikið at venda sær til læknan, tá ið sinnið bilar. – Tað er ikki longur skomm og vanæra at venda sær til læknafrøðina fyri sinnið. Tú freistast til at siga, at tað varnið at leita upp­ læknaskapin, sum var fyrr, í dag næstan er vorðið ein tíðar­trend, heldur Eyðun Joensen. Um so er, heldur sálar frøð­ ingurin, at tað er at fegnast um. Tað merkir nevniliga, at alsamt fleiri taka sjúkuna í álvara. So var ikki fyrr, tá til dømis Eyðun Joensen byrjaði sítt yrki á psykiatrisku deild á Landsjúkrahúsinuwwm fyrst í sjeytiárunum. – Tá var tað stór skomm yvirhøvur at vísa seg har úti. Summi komu í úlpu við hettuni fastbundnari um høvdið fyri ikki at verða kend aftur. Onnur kravdu at sleppa framat eftir arbeiðstíð fyri ikki at verða sædd av øðrum, minnist Eyðun Joensen, sum hevur varhugan av, at gáttin inn á deildina er vorðin væl lægri. Heilivágurin vorðin betri Ein triðja orsøk kann vera, at heilivágurin móti tunglyndi við árunum er blivin mun­ andi betri. – Eydnubollin, til dømis, er serliga náðiligur á tann hátt, at hjáárinini eru fá. Við gamla antidepressiva heili­ váginum kundu fólk hinvegin tysta herviliga ella ristast illa við bæði hond og fóti, sigur Eyðun Joensen. At eydnubollin rig gar, vitna tølini frá lands apotek­ aranum eisini um. Umleið tveir triðingar av tí, sum verð ur innflutt til Føroya, er eydnubollar. Restin er fyri tað mesta sterkari heiliv­ águr móti tunglyndi av álvar­ samari slagi. Eyðun Joensen vísir á, at fyrr var úrvalið av heilivági móti tunglyndi rættiliga av­ markað. Øll fingu tað sama. – Tað var sum at skjóta spurvar við kanónum. Løð­ ingin í heiliváginum var sera breið og tískil eisini sterkari, sigur Eyðun Joensen. Í dag megnar heilivágs­ ídnaðurin at gera heilivág, sum rakar neyvari. Og tað er ídnaðurin ikki bangin fyri at siga hart. – Ídnaðurin nýtir nógvan pening til at marknaðarføra tílíkan heilivág, sum hann spinnir gull burturúr, sigur sálarfrøðingurin. Viðgerðarkrøvini økt Ein fjórða orsøk kann vera ein annar tíðarinnar andi, sum sálarfrøðingurin heldur vera vorðnan týðiligari seinnu árini – nevniliga fólksliga kravið um skjóta viðgerð. Tað merkir, at fólk leita sær til tann effektiva heilivágin heldur enn at gera sær dælt av øðrum meira náttúrligum viðgerðarhættum, so sum ljósviðgerð og kognitiva terapi, sum bæði taka longri tíð. – Tað tekur tíð, og tíð kostar – bæði hjá tí, sum gongur í viðgerð, og hjá tí, sum fremur viðgerðina, sum jú skal hava løn fyri tað. Tí kann tað vera freistandi hjá bæði sjúklingi og lækna at royna at loysa trupulleikan við at fáa heilivág útskrivaðan. Tí tað er skjótt og lætt og neyvan so kostnaðarmikið og strævið sum langtíðar viðgerðirnar, sigur Eyðun Joensen, sum kortini er varin við at staðfesta, at óneyðuga nógvur heilivágur verður útskrivaður í dag. Hann vísir tó á, at fyrr plagdi tíðin at lekja sálarligu sárini. – Fyrr løgdust fólk í koyggj una í vikur ella má­ naðir. Tey ótu kanska illa nokk; men eingin visti reiði­ liga hví. Knappliga kundi hetta menniskjað koma fram í ljósið aftur, greiðir sálar­ frøð ingurin frá. finnur@sosialurin.fo Fakta Tølini, sum Landsapotekarin nýtir til at staðfesta nýtsluna av heilivági móti tunglyndi, stava frá mongdini av samlaða heiliváginum, sum verður innfluttur til Føroya, harav meir enn helvtin er sonevndu eydnubollarnir. Tølini verða síðani umroknað til eindina DDD, sum svarar til tað, sum ein persónur í miðal nýtir dagliga yvir eitt ár. Hetta talið verður síðani býtt við hvønn túsund íbúgva. Nýggjastu føroysku tølini fyri 2010 skulu takast við ávísum fyrivarni, tí fólkatalið er ikki dagført, sigur Landsapotekarin. Heilivágur móti tunglyndi (DDD/1000 íbúgva): Føroyar Danmark 1999 15,5 31,5 2000 18,2 34,7 2001 21,9 41,4 2002 24,1 46,4 2003 28,3 52,2 2004 33,5 55,2 2005 35 59,9 2006 39,3 64,7 2007 42,7 69,9 2008 47,6 73,4 2009 52,1 77 2010 56 - Eydnubollin, til dømis, er serliga náði­ ligur á tann hátt, at hjáárinini eru fá Tað er ikki longur skomm og vanæra at venda sær til lækna­ frøðina fyri sinnið