Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 6 Sosialurin Finnur Jensen Hóast sjúkan helst hevur herjað í Føroyum líka síð­ ani fyrsta dagin, tá írsku munkarnir settu búgv fyri 1400 árum síðani, hava vit enn ikki funnið eitt felags navn til heilivágin móti henni. Kanska er í tøkum tíma, at tey málkønu finna eitt orð fyri tað, sum danir rópa ”antidepressive”, tí veruleikin er, at heilivágurin oftari og oftari liggur á føroysku tungu – bókstaviliga. 2500 føroyingar – ella seytj andi hvør føroyingur – tekur í dag heilivág móti tung lyndi, vísa tøl frá Lands­ apotekaranum. – Reint matematiskt kundi tað sæð út sum, at seinastu tíggju árini er tað vorðið trýfalt so hugtungt at vera Palleba og Marsanna; men eg eri sannførdur um, at veruleikin neyvan er so einfaldur, sigur Eyðun Joen­ sen, sálarfrøðingur, sum ikki ivast í, at føroyingar altíð hava stríðst við tunglyndi. Hann heldur, at minst fýra ymisk viðurskifti spæla inn, og helst er orsøkin til øktu nýtsluna av heilivági móti tunglyndi ein blandingur av øllum fýra. Strongd kann vera orsøkin Eyðun Joensen útilokar kortini ikki møguleikanum, at økta nýtslan av heilivági móti tunglyndi skyldast, at fleiri føroyingar ganga tunglyntir. Sálarfrøðingurin vísir á, at fleiri og fleiri stríðast við strongd í hesum tíðum, tá alt gongur við rúkandi ferð. – Varandi strongd er vorð­ in ein nýggj fólkasjúka, og okkurt bendir á, at eitt ávíst samband er millum strongd og tunglyndi. Tað er jú ótol­ andi at vera varandi strongd­ ur, sigur Eyðun Joensen. Tølini frá landslæknanum vísa, at meðan seytjandi hvør føroyingur tekur heili­ vág móti tunglyndi, er talið lutfalsliga hægri í t.d. Dan­ mark, har trettandi hvør tek­ ur heilivág regluliga. Ein orsøk kann júst vera, at samfeløgini á evropeiska megin landinum koyra í hægri geari enn lívið á før­ oysku klettunum. – Danir liva jú í eini verð við hægri ferð og kanska strangari krøvum til gerandisdagin, og tí ger­ ast danir kanska skjót ari strongdir enn vit føroy­ ingar. Tað kundi vera ein heimagjørd sniðkað for klár­ ing, sigur pensióneraði sálar­ frøðingurin, sum kortini fæst við at granska í sálarfrøðini í frítíðini. Hugburðsbroyting mótvegis sálarsjúku At lutfalsliga fleiri danir taka heilivág móti tunglyndi kann eisini skyldast, at danir eru meiri sinnaðir at leita upp læknaskapin fyri sinnið. – Vit hava jú lyndið til at siga, at føroyingar eru eini tvey ár aftan fyri hinar norðurlendingarnar í bæði verumáta og hugburði, sig­ Eydnubolla fótafEsti í f 2500 føroyingar taka regluliga heilivág móti tunglyndi. Tað er trífalt so nógv sum fyri tíggju árum síðani, vísa tøl frá Landsapotekaranum. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, metir Eyðun Joensen, sálarfrøðingur. – Varandi strongd er vorð in ein nýggj fólkasjúka, og okkurt bendir á, at eitt ávíst samband er millum strongd og tunglyndi. Tað er jú ótol andi at vera varandi strongd ur, sigur Eyðun Joensen.