mikudagur 30. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
10
Sosialurin
MSc Corporate Communica
tion and Public Affairs
Eg fekk tíverri alt ov lítið
við av Fiskivinnutinginum
týsdagin 22. mars, men tað
eg hoyrdi av orðaskiftinum
móti endanum fekk meg at
hugsa eitt sindur, og tískil
hesar fáu reglur.
Tað sigst at lykilin til
framgongd á øllum økjum
fyri eina familju ella eitt sam
felag er samanhald millum
fólkið, sínámillum virðing
og grundleggjandi vælvild.
Og at, hinvegin, spjaðing,
klandur og stríð hevur ómeta
ligar kostnaðir við sær av
alskyns slag — burturspilt
orka, mist tíð, peningaligur
missur og annað, fyri ikki at
tala um óneyðugt stress og
versnaða heilsu fyri mong.
Um
munurin
millum
hesar báðar mótpólar í grund
ini er óendaligur, átti lítil ivi
at verið um hvat ið er best
fyri eitt lítið samfelag sum
Føroyar. So hví keglast vit
so í heilum um líkt og ólíkt,
ístaðin fyri at finna gott
felags stev?
Uttan mun til at okkara
áhugamál kunnu vera ymisk,
vildi eg hildið at tað er avger
andi at vit læra okkum at
draga somu línu í stórum
málum. Um ikki annað, so
mugu vit kunna vísa við
okkara
samskifti
at
vit
virða tilveruna hjá hvørjum
øðrum.
Í tann mun vit ikki kunnu
semjast um bestu leið at
ganga — tað veri seg innan
útbúgving, mentan, vinnu,
búskap, ella annað — skylda
vit tó hvørjum øðrum eina
viðurkenning av at alt sum
eitur politikkur og samfelags
lig menning snýr seg fyrst
og fremst um menniskju: alt
vit gera hevur avleiðingar
upp á gott og ónt fyri menni
skjaligar umstøður, livikor
hjá fólki, og viðurskifti mill
um persónar.
Tey ið vilja fremja umfat
andi broytingar t.d. á fiski
vinnu økinum, uttan mun
til hvussu væl skikkað tey
meta seg vera til at vísa
vegin og taka avgerðir fyri
onnur, hava tí eina moralska
skyldu til at tosa við tey sum
verða beinleiðis rakt í sínum
gerandisdegi av slíkum broyt
ingum. Tey hava ikki bara
eina skyldu til at virða teirra
vitan og umhugsa týdningin
av teirra arbeiði — tey hava
alt at vinna við at gera so.
Avgerðir sum verða tiknar
uttan eitt sterkt grundarlag
enda ofta við at koma
afturum aftur.
Út frá einum samskiftis
sjónarmiði er tað burturvið
at viðgera inntriv sum kunnu
fáa stórar avleiðingar fyri
onnur uttan hóskandi hoyr
ingar og grundigar forkann
ingar, hetta bæði fyri at
tryggja nøktandi grundvitan
til at byggja avgerðir á, og fyri
at vísa virðing fyri teimum
sum kunnu fáa óhepnar
fylgjur í sín part. Alt annað
er órímiligt og vil fáa ringar
avleiðingar. Neyvan nakað
man í longdini vera meira
skaðiligt fyri eitt samfelag
enn tann harmur og tann
illvild sum stendst av at fólk
ikki verða vird, fáa sínar
royndir, sítt innlit, og sítt
stríð og strev gjørt til einkis,
ella upp á aðrar mátar verða
viðfarin órættvíst.
Hetta er ikki bara heilt
grundleggjandi
fyri
gott
samskifti men eisini fyri
stabilitetin í einum fólkaræði.
Tað snýr seg hóast alt um
nakað so týdningarmikið
sum álit, trúvirði, og etisk
virðir, og harvið óbeinleiðis
um alt annað eisini, íroknað
samfelagsbúskap.
Mong eru samd um at
okkurt má gerast fyri at
vinna betri viðurkenning
fyri føroyskar fiskavørur
og føroyska fiskiveiði. Men
júst hvørjar broytingar eru
neyðugar
og
ynskiligar?
Hvussu tryggja vit at fleiri
føroysk
fiskarí
kunnu
vinna MSC (ella møguliga
aðra) ecolabel góðkenning?
Verður nóg nógv gjørt fyri
at dokumentera yvir fyri
útlendingum hvussu okkara
fiskivinna er skipað? Kunnu
vit finna betri mátar til at
áseta talið á fiskidøgum uttan
at fáa órógvandi alment kjak
á hvørjum ári? Hvat er komið
burtur úr skipanini við “fyri
bils stongdum leiðum” og
hvussu leingi skulu hesar
leiðir vera stongdar? Hvussu
skulu fiskiloyvir handfarast
í framtíðini?
Fyri
at
tryggja
eina
trúverda tilgongd í slíkum
spurningum ræður tað fyrst
og fremst um at samskifta
virðiliga; síðani at viðgera
sakliga hvat enn ið kemur
á dagsskrá, og hareftir taka
sunnar og rættar avgerðir
sum so kunnu gjøgnumførast.
Ikki umvent, at fyrst taka
avgerð og so royna sum
best at gjøgnumføra uttan
veruligt grundarlag.
Tað finnist góður lesnaður
um ítøkiligar mannagongdir
v.m. tá talan er um konsulta
tión sum amboð fyri avgerða
tøku í bólkum. Og tað er
púra greitt at óneyðug og
undirgravandi polarisering
kann, við rættari kunning og
røttum hugburði, vendast til
dynamiska styrki.
Eg haldi ikki vit kunnu
brúka sum standard umber
ing at øll hini eru treisk, hop
leys, ella ómøgulig at sam
skifta við!
At enda vil eg ynskja
politiskum
myndugleika,
vinnu,
vísindafólkum,
og
øllum pørtum góðan arbeiðs
hug og góða eydnu.
Búi Tyril
Kjak
Alt at vinna við at
samskifta virðiliga
Ein stutt viðmerking til
Fiskivinnutingið tann 22. mars
Frank Davidsen
Sørvági
Fólksins ogn, tað veri seg allar olju og
gaskeldur við ófatiligum virðum lat hann
bara so hissini nøkrum fáum persónum
fyri lítið og lætt. Fleiri av hesum monnum
liva nú í marglæti og stytta sær stundir
við at keypa fótbóltsfelag, marglætishús
og marklætisbátar. Tað sakar ikki so nógv,
um eitt milliarda hall er á hvørjum ári, tí
ogn russiska fólksins fíggjar hesar útvaldu
liberalkommunistar.
Føroyar er eitt fiskivinnusamfelag burtur
av. Hóast tað so liggja okkara sjóverjuskip
við bryggju stóran part av árinum, tí eingin
fígging er til oljunýtslu.
Vit hava ein gamlan trolara, sum er
umleið ára gamal, ið skal eitast at vera
eitt havsóknarskip. Samstundis er tørvur
á einum 1520 milliónum krónum fyri at
okkara sjómenn kunna fáa ta trygd við eini
optimalari bjargingartyrluskipan, sum teir
so sanniliga hava brúk fyri aftan á sorgar
leikin sunnan fyri Suðuroynna í november
2009.
Tað var eisini um reppið, at ikki fleiri
mans sjólótust norðanfyri, tá útrórarbátur
teirra knappliga fekk ógvusligan leka. At
okkara sjóverjuskip lógu surrað við bryggju,
sá okkara fiskimálaráðharri ikki nakran
trupulleika í, tí, sum hann segði, tað vóru
onnur skip úti á feltinum, sum kundu taka
sær av hesum.
Og samstundis sum okkara tilbúgving
bæði á sjógvi og í luftini liggur í andaleypi,
tí sitandi fiskimálaráðharri og teir undan
honum als ikki hava givið sær far um trygd
ina hjá okkara fiskimonnum, so ætlar sami
fiskimálaráðharri, eins og Jeltsin á sinni, at
luta makrelkvotuna, ið hevur eitt milliarda
virði, til teir persónar, sum bara hann aleina
tekur avgerð um. Tað skal eingin uttan
landsnevnd ella nakar annar hava ávirkan
á, og enn minni skal nakað tilfeingisgjald
leggjast á hesi risa virði, ið eru ogn Føroya
fólks.
Nei ikki talan um, at nakað avgjald skal
leggjast á hesi virði. Avgjøld, sum millum
annað kundu verið eitt lítið ískoyti til eitt nú
eina optimala tilbúgving á sjónum og eina
tyrlubjargingarskipan og eitt nýmótans
havsóknarskip.
Meðan tað ikki finnast betri fiskimenn
í heiminum enn okkara fiskimenn, so hava
vit havt heimsins vánaligasta seljara av
okkara vørum, eins og okkara ríka tilfeingi
av pelagiskum fiski er latið russum og
øðrum fyri spottprís. Ár um ár hava
Russar fingið fleiri hundraðtúsund tons av
svartkjafti í býti fyri kvotuna eystanfyri,
og eg eri ivaleysur í, at prísurin fyri
svartkjaftin hevur ikki verið stórt meira
enn Høvdavirkið í Leirvík hevur fingið fyri
tey turkaðu høvdini, teir selja til Afrika.
Samstundis so gorrar formaður Fólka
floksins framhaldandi um, hvussu høgt
skattatrýstið er á hansara hart forvunnu
lønum, og hvussu høgt kostnaðarstøðið er
í Føroyum.
Álvaratos, er tað so løgið, at kostnaðar
støðið og skattatrýstið er so høgt í okkara
samfelagi, tá ein hugsar um fjarleikan frá
meginlandinum, eins og tað ofta verður
tosað um, at tað er undrunarvert, at vit
yvurhøvur klára at lívbjarga okkum at
hesum kørgu oyggjum.
Systirflokkur Fólkafloksins í Danmark,
teir Konservativu, hava somu politisku
grundsjónarmið
sum
Fólkaflokkurin,
nevnliga lítlan og ongan skatt og tá serliga
fyri teirra veljarar, ið sita á hægstu rók.
Danir hava svarað aftur við at geva teimun
konservativu ein politiskan lúsing, tí veljarin
er meira at sær komin, tí teir eru fult greiðir
yvir, at skattur eins og solidaritetur skal til
fyri at reka eitt vælferðarsamfelag.
Tað var tann tíð tá stavnamaður Fólka
floksins legði upp til, at tað føroyska sam
felagið hevði nógv at læra av Isle of Man, har
bankavinnan og skattaspekulasjón vóru við
til at gera Isle of Man til eitt skattaparadís.
Ein løgin flokkur sum við sínum fiski
vinnupolitikki hevur koyrt okkara fiski
vinnu á ørmundarhús, samstundis sum
okkara tilbúgving, ið skal tryggja okkara
fiskimonnum ta trygd, teir hava uppiborið,
liggur í skeljasori vegna vantandi fígging.
Ímeðan situr fiskimálaráðharrin sum ein
annar einaræðisharri og lutar fólksins ogn
út, sum hann finnur tað fyri gott, meðan
restin av samgonguni situr sum ryssa uppi
yvur deyðum fyli.
Liberalkommunisman
blómar her á landi
Miðskeiðis í hálvfemsunum gjørdist Jeltsin
fremsti talsmaður hjá liberalkommunismuni