Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 Sosialurin Edmund Joensen Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Hugsa tær hesa støðuna: Tú kemur inn í eitt sjónleikar­ hús, har fólk hava fyrireikað eitt undirhaldandi show. Tú visti ikki av tí, men tað vísir seg, at tú ert høvuðsevnið í showinum. Nógv ymiskt verður sagt um teg. Har koma eisini niðr­ andi sjónarmið, og spjøldur koma á teg. Tú fært t.d. at vita, at tú ert ein sonevnd ”leys kanón”. Einastaðni í undirhaldi­ num kemur ein klók kona á pallin. Hon fortelur øllum, hví tú ert so óskikkiligur, sum show­høvundurin heldur, at tú ert. Tað einasta, sum tann klóka konan ikki ger seg klóka uppá, er, hvørjar tankar tú hevur inni í tínum egna høvdi. Móti endanum á showi­ num heldur tú, sum rímiligt er, at tú manst fara at fáa høvi at koma á pallin at verja teg ímóti sjónarmiðunum í showi­ num. Í minsta lagi at gera við­ merkingar til tað, sum tann klóka konan heldur um teg. Men tað kanst tú gloyma alt um. Tú skalt ikki hoyrast. Ljósið verður sløkt, og showið er liðugt. Tín meining telur ikki. Showið snúi seg jú bert um at greina teg. Tá tú ert komin útum og stendur í túninum fært tú eyga á plakatina um leikin. Har stendur, at showið eitur: ”Karaktermorð í bestu senditíð”. Nakað soleiðis, sum lýst er omanfyri, upplivdist eitt innslag og eitt eftirfylgjandi interview um undirritaða, sum Dagur og Vika sendi týs­ kvøldið 22. mars 2011. Hvør leyp á hvønn? Eg loyvdi mær 23. mars alment at finnast at hesum arbeiðsmátanum, ið Dagur og Vika leggur fyri dagin. Tað er eftir mínum tykki ikki í lagi at hunddálka fólk uttan at geva teimum møgu­ leikan at svara kritikkinum. Tann 25. mars kemur ein redaktiónsleiðari í Sjónvarpi­ num, Høgni í Jákupsstovu, út við einum spruttandi lesarabrævi. Hann letst vera eymur og harmur um, at Edmund Joensen hevur gjørt eitt álop á Sjónvarpið. Her má eg rætta mannin. Tað vóru fólk aftan fyri Dag og Viku, sum framdu eitt álop á undirritaða. Fakta er nú einaferð fakta. Rætturin til at svara álopum Mítt høvuðspoeng gongur ikki uppá, at eitt álop er gjørt. Tað skal ein politikari sjálvandi tola. Eisini tá álopið er heldur ósakligt. Hinvegin eigur ongin – heldur ikki ein politikari – at tola eina djúpt óetiska fram­ ferð, har hógvarnir enntá stinga undan. Eg fasthaldi, at persónar, ið eru fyri álopi í einum fjøl­ miðili, skulu fáa møguleika at verja seg og svara kritikki­ num. Tað er heilt grund­ leggjandi. Nú eri eg alt annað enn serkønur í fjølmiðlaetikki. Tað er ikki mítt øki. Tí havi eg spurt meg fyri hjá fakfólki bæði í Føroyum og uttan­ lands. Eg vil vita, hvussu fjølmiðlaetikkurin og tær journalistisku spælireglurnar eru á hesum øki. Svarið, eg havi fingið, er dokumenterað í fjølmiðla­ etiskum reglum í Føroyum, Danmark og Noreg. Og svarið peikar ein og sama veg: Tann, sum er fyri álopi ella kritikki í einum fjølmiðili, skal hava høvi at svara. Rættiliga greiður etikkur Í donsku pressuetisku reglun­ um stendur soleiðis: »Angreb og svar bør, hvor det er rimeligt, bringes i sammenhæng og på samme måde«. Í føroysku reglunum um góðan fjølmiðlasið stendur: »Tey, ið standa fyri skot­ um, eiga skjótast til ber at sleppa at svara, um ikki álop og atfinningar eru partur av einum framhaldandi orða­ skifti«. Og í norsku pressuetisku reglunum stendur: »De, som er blitt utsatt for angrep skal snarest mulig få adgang til tilsvar, med mindre angrep og kritikk inngår som ledd i en løpende meningsudveksling«. Metingin hjá fakfólkunum, eg havi verið á tal við, er, at innslagið og eftirfylgjandi interviewið í Degi og Viku tann 22. mars kunnu fatast sum eitt álop. Edmund Joen­ sen stóð fyri skotum, og tað var Sjónvarpið sjálvt, sum loysti skot av. Harnæst er fakliga met­ ingin, at innslag og interview eru ikki liður í »en løpende meningsudveksling«, sum t.d. norsku reglurnar áseta. Undirritaði hevur ikki havt nakra ”løbende meningsud­ veksling” við Sjónvarpið um hetta. Grundgeving hjá Høgna heldur ikki Øll vita, at reglur kunnu tulkast ymiskt. Her er tó ávís grund til at halda, at fólkini handan nevnda innslag og interview hava ikki hildið seg til fjølmiðlaetiskar megin­ reglur. Høgni í Jákupsstovu, redak­ tiónsleiðari, hevur soljóðandi grundgeving fyri, at undir­ ritaði ikki skuldi hava møgu­ leika at svara kritikkinum: »Redaktiónin valdi ikki at hava Edmund Joensen við í innslagnum, tí ongar nýggjar upplýsingar vóru lagdar fram«. Her er heilt galið hjá Høgna í Jákupsstovu. Tað er púra líka mikið, um nakað nýtt kemur fram í innslagn­ um ella ikki. Grundgevingin hjá redak­ tiónsleiðaranum stríðir ímóti fjølmiðlaetisku reglunum í øllum trimum londum. Tað er ikki ein haldbar grundgev­ ing, at ”ongar nýggjar upp­ lýsingar komu fram”. Niðurstøða: Fólkini aftan fyri innslagið og interviewið gjørdu galið. Tey noktaðu tí hunddálkaða møguleikan at svara einum álopi. Hetta er trupulleikin, og tú eigur hann, Høgni í Jákupsstovu! Álop fyrireikað í 3 mánaðir Tann firtni redaktiónsleiðarin kemur við vilja ikki inn á nakrar relevantar og sera áhugaverdar spurningar, ið Vágaportalurin hevur reist í grein tann 23. mars: Hvussu ber tað til, at ein ávísur tíðindamaður hevur fyrireikað álopið á Edmund Joensen í einar tríggjar mánaðir? Hvussu ber tað til, at innslagið upprunaliga varð steðgað í Útvarpinum? Er hugsandi, at metingin í Útvarpinum var, at innslagið var ikki borðbart, og tí varð tað steðgað? Høgni í Jákupsstovu skal hóskandi fáa møguleika at svara hesum spurningum alment. Tann persónliga og briksl­ andi partin av lesarabrævi­ num hjá Høgna í Jákupsstovu lati eg liggja. Hann sigur mest um redaktiónsleiðaran sjálvan og hansara óheftni. Til seinast skal eg leggja afturat, at hvørki Dagur og Vika, Høgni í Jákupsstovu ella politisku sveinar hansara fara at hava nakra sum helst ávirkan á, at Edmund Joensen eisini frameftir heldur seg til sambandspolitikk og sigur tingini akkurát sum tey eru. Karaktermorðið heldur fram Millumleiðslan í Kringvarpinum blástemplar, at tað er í lagi at hunddálka fólk, uttan at tey dálkaðu sleppa at verja seg Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum Fyri fýra árum síðani var nógv talað um altjóða universitet... og so nógv annað. Vallyfti í Føroyum eru, nakað sum veggja­ prýði, óbindandi karmar ið saktans kunnu skiftast út Sjálvstýrisflokkurin lov­ aði undan farna vali at upp­ raðfesta hægri útbúgving. Vit søgdu tá, at lestrarpláss­ ini skulu vera á leið eins nógv og talið á lestrarsøkj­ andi. Ávísur vøkstur hevur verið, men vit standa stórt sæð í stað – og nú eru serliga nógv á miðnámi, sum fara av landinum, um vit ikki greitt boða frá, at talið av lestrarplássum og útboðið av ymiskum útbúgvingum fara at hækka munandi komandi árini. Túsund eru bert byrjanin. Hugsa um, hvat túsund pláss merkja. Jú t.d. at tveyhundrað lesandi ár­ liga kunnu taka síðsta hálvárið av danskari út­ búgving í Føroyum; at tveir pedagogflokkar árliga fáa netútbúgving sína av Frælsi­ num heldur enn av Danner; at tveyhundrað útlendingar árliga taka hálvár av útbúgving síni í Føroyum; at tveyhundrað tilkomin fólk árliga taka nøkur stak­ skeið sum eftirútbúgving; og so at fólk svarandi til einar 4­5 flokkar sleppa úr miðnámi og á eina føroyska hægri útbúgving. Meir er tað ikki. Túsund pláss forsláa ikki til ta størru verkætlan, sum má vera at øll føroysk lesandi skulu kunna velja at taka antin byrjan ella enda ella alla útbúgving sína í Føroyum. Heldur ikki til, at tilkomin fólk kunnu útbúgva seg av nýggjum til aðra yrkisleið. Heldur ikki at eftirútbúgva tey mongu, sum skifta yrkisleið ella koma heim aftur við minni enn 100 % viðkomandi útbúgvingum úr útlandinum (eintal bundið er ógvuliga passandi at brúka júst her). Vit hava ikki ráð, mjarr, mjarr, mjarr Løgnasta við at sita á tingi er, at álopini á ætlan Sjálvstýris um fleiri lestrar­ pláss koma fyrst og fremst frá vinstru og frá teimum yngru við hægri útbúgving. Vit mugu hava búskapar­ vøkstur fyrst, heldur ein, vit mugu út at læra okkum tolsemi, heldur annar, vit hava ikki ráð, tí vit skulu fyrst byggja skúla í Marknagili, so byggja Fróð­ skaparsetur, sigur triðji. Hetta er alt tvass. Mestu sannlíkindi fyri búskapar­ vøkstri fáast við at hava nógvan ungdóm undir viðkomandi útbúgving nærhendis verandi vinnu okkara. At lesa virkis­ búskap, KT ella leiðslu við parttíðar lærarum av Bakkafrost, Formula ella úr Vinnuhúsinum, ella at lesa miðlafrøði ella fyrisiting við lærarum úr vørpum ella miðfyrisiting, má vera meiri viðkomandi enn verandi tilgongd. Serliga, um hesi lesandi so fara út í minst hálvt ár at menna seg á júst teumum skúlum (ymsa­ staðni) ið hava allarfremsta kunnleika á ávísum øki. Vit hava ovmikið av hølum í Føroyum. Bæði (Risa)Fróðskaparsetur, Eftirskúlin í Suðri og aðrar skúlaverkætlanir mugu umhugsast, so tær byrja í verandi hølum, sýna dygdir og avrik, so skulu campus og høli ivaleyst koma. At siga, at vit ikki hava ráð at skipa lestrarpláss, er sum at siga, at vit ikki hava ráð at seta sleppingarlomb við, ella ikki hava ráð at keypa maskinur, ella annars ikki hava ráð at gera íløgur, tí raksturin er so tungur. Íløgur mugu koma fyrst, rakstur lagast hareftir. Lestrarpláss eru íløga, ikki rakstur. Og túsund pláss? Forslær ikki! Túsund og eitt pláss