Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 12 Sosialurin Snorri Brend Mánadagin fekk tilhaldið Hugnin á Sandi so vitjan av Absalon Matras og Anskari Hansen, ið eru knýttir at Rumeniahjálpina. Absalon ger einar 6 túrar árliga við bussi sínum til Rumenia við hjálp av ymiskum slagiðstøddu børn­ ini kostar umleið 100.000 krónur um árið. Í tilhaldinum hava tey m.a. bundið og gjørt onnur pløgg, sum nú fara til Rumenia við bussinum hjá Absalon. Tilhaldið Hugnin hevur verið við at stuðla í nøkur ár, veit Sandoyarportalurin at siga. Absalon Matras nýtti høvið at greiða frá vitjanum sínum, og nevndi, hvussu stór neyðin er í Rumenia, og hvussu stórur tørvur er á hjálp. Hann segði frá, at mamm­ ur fara frá sínum børnum, tí tær hava ikki mat til tey, so tey ganga einsamøll, heilt niður í 4 árs aldur og bidda mat. Absalon segði eisini, at onkur kanska undrar seg yvir, hví hann ikki tekur mat við til tey. Men støð er hon, at hetta hevur hann ikki loyvi til. Absalon fer avstað á nýggjan túr til Rumenian við Norrønu í morgin. Skotið í 25 ár Sundalagið: Í ár eru liðin 25 ár síðani Sunda Byrsufelag sá dagsins ljós. Hetta ætlar tey í fe­ lagnum ikki at lata fara aftur við borðinum uttan markering. Í hesum sambandi verður skjótibreytin hjá felagnum opin fyri almenninginum leyg­ ardagin 16. apríl, tá øll eru vælkomin at royna seg við nøkrum skotum. Til ber at lána byrsu og patrónir. Felagið bjóðar ein drekkamunn og ann­ að gott, so tað skuldi ligið væl fyri at lært ítróttina at kenna henda dagin. Sunda Byrsufelag hev ur í roynd og veru longu fingið eina føð­ ingardagsgávu, um ein kann siga tað so. Á býráðsfundi í Sunda kommunu mánakvøldið varð samtykt, at lata felagnum 6.000 krónum í stuðli til tiltøk í sam­ bandi við 25 ára deg­ num. snorri@sosialurin.fo 25 ár Sunda Byrsufelag hevur í ár verið til í fjórðings øld Sandingar binda til Rumenia HJáLPArTILTAK Hesa seinastu árini hava fólk á Sandoynni givið sítt íkast til hjálpararbeiðið sum føroyingar gera í Rumenia. HJArTASKErANDI Absalon Matras greiðir frá neyðini í Rumenia. Í morgin fer hann nýggjan túr hagar við hjálp til tey fátæku Mynd: sandportal.fo áHUGI Lurtað verður við áhuga eftir tí sum Absalon og Anskar greiddu frá Gongd kemur nú á summar­ húsbyggingina á Sandi Randi Jacobsen Nýggja byggisamtyktin fyri Sands bygd er nú góðkend av Innlendismálaráðnum, og harvið ber til at fara undir at byggja sethús, ger kampingøki og byggja summarhús. Á fundinum mánakvøldið samtykti kommunu­ stýrið, at fermetraprísurin fyri grundstykkini til summarhús skal vera 415 krónur fyri fermeturin. Hetta er sama upphædd, sum kommunan rindar fyri at ogna sær jørðina. Grundstykkini eru millum 250 og 400 fermetrar. Sett prís á grundstykkini