Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 16 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Øravík: Kvøldið fyri – sunnukvøldið 18. desember – hevði Vera verið á kvøldvakt sum sjúkrasystir. Arbeiðið gekk sum tað skuldi, men tað var kortini eitt ið darvaði henni í arbeiðinum. Hon følir slíka høvuðpínu, og bað tí um at fáa mált blóðtrýstið. Tað sá út til at vera í lagi, men fekk tó skipað tað so, at hon kundi sleppa heim eitt sindur fyrri, umleið klokkan 22. Á henda hátt kundi hon fáa sovið eitt sindur, áðrenn hon skuldi møta í dagvakt klokkan 8 morgunin eftir, mánamorgunin 19. desember. Tað gjørdi hon kortini ikki, og hevur heldur ikki verið til arbeiðis har síðani. Snimma henda morgunin var Emil farin út at geva kríatúrunum, men innafturkomin undraði hann seg yvir, hvar Vera mundi vera. - Eg kom inn aftur, og farið so at vita, um hon ikki ætlaði sær at koma upp og til arbeiðis. Tá sigur hon, at ein æðr er brostin í høvdinum á henni, og at hon hevur ein sovorðnan kvalma og vildi spýggja, greiðir Emil frá. Emil vildi sjálvur beinanvegin fáa fatur á lækna, men hon bað hann bíða. Hann avgjørdi kortini at ringja fyri at siga frá, hvussu vorðið var. Og so gekk tað skjótt: Ein sjúkrabilur kom ýlandi til Øravíkar, hagani hon varð flutt á Suðuroyar Sjúkrahús har hon varð stabiliserað, tí hon skuldi beinanvegin flytast til Havnar, klokkan 16 við Smyrli. Røntgan Á Landsjúkrahúsinum varð Vera beinanvegin send í Røntguna, har tiknar vórðu myndir av høvdinum. Við nútíðar tøkni vórðu myndirnar av heilanum sendar til Ríkissjúkrahúsið umvegis alnótina. Og her fingu teir staðfest, at ein æðr var skrædnað. - So byrjaðu teir at tosa um at senda hana niður til Danmarkar. Men nú koma sonurin og eg í trupulleikar, tí hvørgin okkara hevði tonkt so langt, at man skuldi enda í Danmark soleiðis uttan víðari, greiðir Emil frá. Har stóðu teir so uttan pass og klæðir, og skuldu til Danmarkar. Tað varð tó ordnað soleiðis, at teir fingu eitt fyribils pass til vega og kundu fylgja við Veru á Ríkissjúkrahúsið. Tað var vorðið heldur seint, tá hon varð løgd í eina song, har varð tikin journal upp, blóðroyndir og tílíkt, áðrenn teir báðir feðgarnir seint um kvøldið komu á Sjúklingahotellið at verða um náttina. Svøvnurin var ikki drúgvur, tí longu morgunin eftir klokkan 8 vórðu teir uppringdir av Ríkissjúkrahúsinum. Men hetta vóru kortini eini boð um, at teimum ikki nýttist at koma á sjúkrahúsið fyrrenn á middegi. Lunga klappað saman Nakað áðrenn klokkan 12 vóru teir báðir á sjúkrahúsinum, fyri at bíða eftir at Vera skuldi koma aftur á deildina. Henda bíðitíðin var drúgv, tí ikki fyrrenn klokkan 14.30 kom hon. - Hon royndi at siga eitthvørt við okkum, men tað var ikki til at skilja hvat ið hon segði, sigur Emil. - Læknin spurdi meg, um hvat tað var ið hon vildi siga, men tað visti eg ikki. Hon peikaði á skrá uppeftir, men vit funnu ikki beinanvegin útav, hvat tað var sum hon vildi siga. Aftaná at hava tonkt seg um ein løtu, funnu teir fram til, at hon helst hevur viljað spurt um vinstra fót. Sjálvt um hon var langt burturi, so hevur hon uttan iva merkt, at okkurt var áfatt. Eitt annað sum eisini bagdi var, at lunguni vóru klappað saman, og tí varð hon løgd í respirator, fekk sondu, eins og ein rúgva av tøkni var fest til hana og sum skuldi halda eyga við henni. - Tú kanst ætla, at vit báðir vóru sera keddir um støðuna hjá henni. Eg valdi tí at senda boð eftir systur míni at koma til mín at stuðla okkum í hesi sváru tíðini. Tí eg tonkti sum so, at hon kundi vera ein góður stuðul, til at spyrja um ymiskt í samband við sjúkuna hjá Veru, greiðir Emil víðari frá. Ikki heim Nú var av álvara farið at nærkast jólum, og tríggjar dagar undan jólum kemur læknin sum hevur gjørt skurðviðgerina at tosa við teir. Hann segði, at alt hevði gingið væl, men – at tað var eitt men: Ein forkálkning var losnað, tá teir skuldu taka útgerðina burtur aftur, sum var gjøgnum lyskuna. Hetta førdi til at hesin setti seg sum ein blóðtøppur í heilanum. - Tá sigur hann, at teir einki kundu siga um gongdina og støðuna, fyrrenn um 10 samdøgur. Tað er tann kritiska støðan viðvíkandi spasmum, tí vandi var fyri at æðranar kundu krympa saman. Men tíbetur hevði ein heilivág móti hesum. - So vit gingu bara og bíðaðu eftir at Vera skuldi koma fyri seg aftur. Hon varð flutt á ymsar deildir, so hvørt sum hon batnaði, við tí fyri eyga at hon skuldi flytast heim. Men hetta vóru vit báðir ikki so sinnaðir fyri, gjørdi Emil púra greitt. Bíðitíð Teirra ynski var heldur hinvegin, at hon skuldi til uppvenjing í Danmark. Umvegis Landssjúkrahúsið varð tí søkt um at sleppa til eitt stað sum kallast Espøderup. - Hetta er eitt fyrrverandi ortopedhospital, men sum nú bleiv brúkt sum rehabiliteringssentur. Men tað vísti seg, at tað var bíðitíð at sleppa inn á tað. So her var ikki annað at gera, enn at senda Veru aftur á Landssjúkrahúsið at bíða, til pláss varð á Espøderup, sigur Emil. Tað vísti seg tó, at vera illveður í Føroyum hesar dagarnar, og tí vildu tey ikki taka Veru við fyrrenn mikudagin 11. januar. Hesin túrurin heim gekk sera gott, ikki minst tí, at systur Veru var við sum sjúkrasystir. Vera varð innløgd á E3 til tess at koma fyri seg aftur, inntil hon kundi sleppa niður aftur í februar. Meðan hon er á E3 fekk hon venjing í at sita og balansera, og seinni at ganga. Umsíðir upprann dagurin, tá hon skuldi fara til Danmarkar og inn Espøderup, her hon var næstu sjey mánaðirnar. Seinni stóð henni í boða at verða flutt á KURHUS, sum er eitt spesialsentur til heilaskaddar sjúklingar. - Vit fóru so til Dianalund at hyggja eftir hesum staðnum. Tá helt Vera fyri, at tað var vert at royna, um so var at Landssjúkrahúsið vildi játta pening til viðger har, sigur Emil, sum kundi gleðast um, at hetta varð játtað teimum. Gott úrslit Næsta avbjóðingin hjá teimum var konfirmasjónin hjá soninum. Hann skuldi verið fermdur um várið, men tey avgjørdu at hava hana um heystið ístaðin, soleiðis Ein æðr brast í høvdinum SJÚKA Hetta var ein vanligur mánamorgun eina slaka viku undan jólum í 2005. Fólk gera seg til reiðar at fara til arbeiðis, - øll uttan 55 ára gamla Vera Müller í Øravík. Hon orkaði ikki á føtur, av eini einstakari orsøk: Ein æðr var brostin í høvdi hennara og hon var tí ikki før fyri at fara til arbeiðis. – Henda dagin gloyma vit ongatíð, og eg var onkran dagin langt niðri í kolkjallaranum. Men tíbetur er hon komin rættiliga væl fyri seg, sigur maður hennara, Emil Mikkelsen. Sum her gevur sína versjón av hesi fyrstu tíðini. – Vit royna bara at halda stásið viðlíka, sum hann tekur til Tað var ikki lætt at ganga heima í Føroyum, tá konan var til uppvenjing í Danmark FELAGS Tvær ferðir um vikuna er Vera Müller á verkstaðnum inni á Bakka í Vági. – Her er fínt at vera, sigur hon (uttast høgrumegin) Mynd: Jens Kristian Vang