Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 Sosialurin Oyggjablaðið at mamman kundi vera við. Eftir konfirmasjónina fór Vera so niður til aftur til KURHUS, her nógvir føroyingar hava fingið viðger við góðum úrsliti. Tað var kortini eitt ið undraði Emil: Hvørja ferð hann fór heim, aftan á at hava vitjað hana, steðgaði framgongdin. - So tú kanst ætla, at eg var harmur um, at eg ikki var niðri meðan hon var í viðgerð har. Men man hevði arbeiði heima at røkja, eitt hús at betala og sonin sum gekk í skúla. Eg var tí noyddur at vera heima. - Men tú skilir, at tað var ikki lætt at ganga heima í Føroyum, tá konan var til uppvenjing í Danmark, sigur hann álvarsamur. Vera var á hesum stovninum fram til hálvan apríl árið eftir, og varð hon tá útskrivað. Tey mettu hana vera so fræga, at hon skuldi kunna klára seg heima og gera nøkur av teimum gerandisligu tingunum í einum heimi. Og soleiðis hevur tað gingið tey seinastu fýra árini. Vera er tveir dagar um vikuna á verkstaðnum inni á Bakka í Vági. Henni dámar væl at binda og brodera, men fær bert bundið, tí hon ikki fær brúkt vinstru hondina. - Vit hava roynt at halda stásið viðlíka, og at tað sær út til at vera framgongd í smáum við at ganga, endar maður hennara, Emil Mikkelsen frásøgn sína. snorri@sosialurin.fo EITT stað - Tað rættasta hevði ver ið at havt eitt stað til inten siva venjing, við fólki sum arbeiða sum eitt hold av sjúkr ar røkt- ar um, fysio tera peut um og ergo terapeutum, vísir Emil Mikkel sen á. Sum avvarðandi dugir hann at sígga týdningin av eini góðari og støðugari venj- ing fyri fólk, sum eru í somu støðu sum kona hansara. - Tað er fínt at hava hesi til boð ini gerandisdagar, men tað vísir seg ofta, at tað mest- sum steðgar upp leygar d- ag og sunnudag. Best hevði ver ið at fólk kundu komið til upp venjingar eisini um viku- skift ini. - Nú ið alt skal par ast, kundu tey brúkt eitt av teimum smáu sjúkra húsu- num til eitt slíkt endamál, vísir Emil á. HANDARBEIÐI - Mær dámar væl at brodera og binda. Men sum støðan er nú, fái eg bert bundið, tí eg fái ikki rættiliga brúkt mína vinstru hond, sigur 55 ára gamla Vera Müller Mynd: Jens Kristian Vang