mikudagur 30. mars 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
18
Sosialurin
Oyggjablaðið
Eingin kann
liva av útró
ÚTRÓÐUR – Spyrt tú um eg livi av útróðri? Tað er faktiskt ein rættiliga áhugaverdur spurningur, skal
eg siga tær. Men svarið er altso nei, sigur 62 ára gamli útróðrarmaðurin í Vagi, Bjarni Brattaberg
avgjørdur. – Støðan hjá okkum er soleiðis, at eingin kann liva av útróðuri í dag. So einkult er tað
Snorri Brend
Vágur: Hann hevur ligið við nógv
um útsynningi hetta seinasta sam
døgrið. Nú er ikki frítt, at Bjarni er
blivin eitt sindur ótolin. Ótolin eftir
at kunna loysa frá bryggju aftur.
Seinnapartin mikudagin var
hann farin oman í útróðrarbát sín,
Norðfarið sum liggur við bryggju í
Vági. Hann hugsar nógv um kalva
línuna, sum hann setti fyrradagin.
Tað er altíð okkurt sum skal
riggast til áðrenn ein slíkan túr.
Veðr ið er batnað so mikið, at hann
nú ætlar sær út at draga hesa góðu
línu.
– Ein maður skuldi koma her
klokkan fýra, og so fara vit avstað,
sigur Bjarni spentur á málinum.
Hann fer innar í stýrihúsið. Har
er okkurt, sum hann skal hyggja
eftir. So er tað ikki eftir.
Til Noregs
Eins og mangir aðrir útróðrarmenn,
hevur Bjarni eisini verið í øðrum
fiskiskapi, fyri at fáa tað at mala
runt fíggjarliga.
– Nei, eingin livir av útróðri í
dag, hóast vit fegnir vildu tað, vísir
hann á.
– Tað átti sjálvandi, sjálvandi at
verið so, at man kundi livað av tí.
Fyri at fáa eina ársinntøku
plagar Bjarni at sigla nakrar mán
aðir um árið við einum báti, ið er
heima hoyrandi í Norðurnoregi.
Men spyrt tú útróðrarmenn
um, hví tað er so, eru helst mangar
ymiskar frágreiðingar um orsøk
ina.
So sum so
Ein avgjørd orsøk er í øllum før um
hon, at fiskiskapurin er so vána
ligur. Ein onnur er prísurin.
– Ja, prísurin kundi sanniliga
eisini verið væl hægri, slær Bjarni
rimmarfast.
Hann lýsir hetta við einum dømi
úr hansara egna gerandisdegi:
Síðani í oktober mánaði í fjør
hevur hann drigið íalt 790 stampar.
Best sum útróðurin var komin í
gongd, misti hann eitt skrúvublað
og varð tí noyddur at leggja stilt í
eina alt ov langa tíð.
– Men tað bilti heilt erliga einki, tí
har var heldur einki at fáa akkurát
tá, vísir Bjarni á. – Men síðani fyrst
í januar mánaði havi eg roynt og
roynt, men úrslitið hevur verið so
sum so.
100 krónuseðlar
Síðani í januar hevur hann drigið
einar 650 stampar og hevur fingið
35 tons íalt, meginparturin toskur.
Hetta hevur aftur eini 50 kilo uppá
stampin.
– Men so skal ein heldur ikki
gloyma, at prísurin fyri veiðuna
bert er 12 krónur kilo. Og tað gevur
so 600 krónur fyri stampin, greiðir
hann frá.
Hesar 600 krónurnar verða
síð ani býttar soleiðis: Tann fyrsti
100krónuseðilin fer til Uppboðs
søluna; teir báðir næstu seðlarnir
fara til egning, agn og húkar; tann
fjórði fer til tann mannin, ið Bjarni
hev ur við sær til útróðrar; og so fáa
Bjarni og báturin ein 100krónuseðil
í part.
– Um tú roknar mína inntøku
út, hesar tríggjar mánaðirnar av
árinum, sært tú hvussu nógv man
fær burturúr at vera útróðrarmaður,
ella hvussu lítið.
– Og so mást tú heldur ikki
gloyma, at hetta skal eitast at vera
besta fiskitíð, sigur hann álvar
samur. – Skal tað bera til at liva
sum útróðrar maður má prísurin
verða minst 15 ella 18 krónur netto
fyri kilo.
Hinvegin veit Bjarni eisini av
royndum, at fiskurin í síni heild
er ov lítil, men at tað er ein heldur
betri prísur fyri tann stóra fiskin.
snorri@sosialurin.fo
Sum útróðrarmaður
fylgir Bjarni væl við
tí sum hendir innan
fiskivinnuna og tí sum
fiskifrøðingar siga
og meta um útlitini.
Her hava teir
mangan sagt frá,
hvussu nógv hýsa er og
skal vera í føroyskum
far vatni, og hvussu
lítið av toski er her.
– Besta tíð til hýsu
er frá oktober og fram
ímóti mars mánaði.
Men heilt erliga má
eg undrast yvir, hvar
henda góða hýsan
er? Eg havi so í øllum
førum ikki sæð nakað
til hana, staðfestir
hann. – Eftir míni
meting, er hon ikki
meiri enn 5 til 10
pro sent av veiðuni.
– Eg má tí spyrja
hesi fólkini, hvar er
hýsan? Er hon endað í
svartkjaftatrolunum?
Ella eru tað hemarar
nir, sum hava etið
hana? Eg veit so bara
tað, at hon er ikki her á
teimum leiðunum, har
hýsan eigur at vera.
Hvar er
hýsan?
Tann fyrsti 100-krónuseðilin fer til
Uppboðssøluna; teir báðir næstu seðlarnir
fara til egning, agn og húkar; tann fjórði
fer til tann mannin, ið Bjarni hevur við sær
til útróðrar; og so fáa Bjarni og báturin ein
100-krónuseðil í part
MUNUR Á
– Tað er tungt at fáa tað at bera til fíggjarliga, sigur útróðrarmaðurin, Bjarni Brattaberg úr Vági.
Fyrr var prísurin upp ímóti 20 krónum fyri kilo, meðan hann í dag er einans 12 krónur
Mynd: Jens Kristian Vang