mikudagur 30. mars 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Hvalba: - Tað burdi verið so einfalt at
tikið eina avgerð um ein nýggjan tunnil.
Men her fáa vit ikki stórvegis stuðul frá
landsins myndugleikum, slær Niels Olaf,
sum eisini er bygdaráðslimur í Hvalba.
fast.
Bæði hann og hundraðtals onnur
fólk skulu hvønn einasta dag koyra
gjøgnum henda tunnilin, sum varð
gjørdur í 1963. Nú hava tey fingið at
vita frá landsstýrinum, at ætlanin um
nýggjan Hvalbiartunnil er skotin út í
minst fimm ár aftrat, heilt til 2016.
Hetta er fallið mongum hvalbingi og
mongum sandvíkingi fyri bróstið.
- Hetta er einki minni enn ein
niðurgerð og ein gíðslatøka av einum
parti av landinum, sum haraftrat
er afturútsigldur, sigur Niels Olaf
avgjørdur. - Eg vóni ikki at tað er ov
leingi at bíða líka til 2016.
Hann vísir á, at teir einaferð tosaðu
um at byrja í 2011. So bleiv tað til 2013, og
nú altso enn longur út, samstundis sum
tunlarnir eldast ár undan ári.
- Nei, eg vóni ikki at tað er ov seint, tí
vandin er altíð fyri at okkurt álvarsamt
kann henda. Hetta málið hevur í øllum
førum skund.
Tons undir lofti
Liðin eru brátt 50 ár síðani tunnilin til
Hvalbiar varð skotin ígjøgnum, og tað á
fyrsta sinni bar til at koyra til Tvøroyrar.
Tá var talið av bilum ikki serliga stórt,
og teir vóru eisini av øðrum kaliber enn
í dag. Men nú er mangt sum bendir á, at
hann hevur tænt fyri seg.
Í einum lesarabrævi hevur sami Niels
Olaf víst á, at tað er ikki gott at vita,
hvussu nógv 100 tons ið sita leys undir
tunnilsloftinum og kanska detta niður
ein dag.
- Eg eri ikki serfrøðingur á økinum.
Men eg kundi eisini hugsað mær at
vita, hvønn skaða ið frostið hevur
gjørt
og
framvegis
ger
á
báðar
tunnilsmunnarnar.
- Har er loftið haraftrat tunt, og tí
eru hetta viðurskifti, ið eingin kann
útgreina til fulnar ella garantera uppá
nakran sum helst máta, vísir hann á. –
Eg trúgvi bara, at tað er "Onkur" sum
heldur hondina yvir okkum. Tað er tað
sum eg gangi út frá.
Samstundis sum ferðslan er økt og
er vorðin tyngri, hava fólk í ávísan mun
gjørt vart við støðuna tey seinastu 20
árini ella so.
- Nógv brøv eru farin higani frá og
til landsins myndugleikar, og øvugt,
kanska mest tá tíðirnar vóru góðar.
Men so skiftir aftur, og so tosar ein um
kreppu ein dag og yvirupphiting tann
næsta. Og soleiðis hevur tað gingi øll
hesi árini.
- Men eg seti ofta mær sjálvum tann
spurningin, hvar samvitskan er hjá
hesum ábyrgdarpersónunum.
Bundin
Fyri Niels Olaf er eingin ivi um, at
hesin tunnilin sum tann elsti í
kongaríkinum, bæði má og skal
dagførast til tørvin í 2011.
Hann hevur tí í talu
og skrift gjørt vart við
hesa støðuna, og tað
ger hann fegin enn
einaferð, nú umboð
fyri Oyggjablaðið
hava sett honum
stevnu við tun-
nils mun nan
Hvalbia r meg-
in.
-
Hetta
má gerast
nú, onga-
tíð
ov
skjótt, er
han sara
greiða út-
meld ing
til
land -
sins po li-
tikk a rar.
E f t i r
h a n s a -
ra
san n-
før ing
er
nógv ið tal ar
fyri eini slík -
ari
dag før ing:
Ein stór og ein
minni bygd eru
fullkomuliga bund-
nar at hesum sam-
band i num; í Hvalba
er
nógv
virk semi
á
flaka virki num;
fleiri fólk norð an-
fyri ar beiða aðra-
stað ni í oynni;
fleiri fólk koyra
til Hvalbiar at
arbeiða; og rætti-
liga nógv ur tons av
fiski verða koyrd bæði til Hval-
biar og frá Hval ba.
- Skal ein tí tosa um at fram-
hald andi menning, er neyðugt
at vit fáa ein størri og tryggari
tunnil sum skjótast.
snorri@sosialurin.fo
Tunnilin er eitt agg-
TUNNIL – Hvørt einasta val fáa vit lovað, at NÚ kemur tunnilin altso, men einki er hent til denna dag. Eg
skilji bara ikki, hví myndugleikarnir blíva við at drála í hesum spurningi, sigur Niels Olaf Eyvindsson úr
Hvalba. Hann er ein av teimum mongu sum framvegis bíðar eftir einum nýggjum Hvalbiartunli – higartil uttan
úrslit. – Tað skal ikki meiri enn hønuvit fyri at síggja, at tunnilin er eitt agg-etandi gamal hol sum er bæði
vandamikið og ótíðarhóskandi. Heilt erliga, havi eg ikki nøkur pen orð at brúka fyri at lýsa støðuna hjá okkum
Nógvir hundraðtals bilar koyra gjøgnum Hvalbiartunnilin hvønn
einasta dag. Tað eru kortini ikki allir teir størru bilarnir, ið sleppa
ígjøgnum og er hetta til stóran ampa fyri vinnulívið í Hvalba. – Vit
hava gjørt vart við støðuna í mong ár, men sum er verður ætlanin bara
útsett og útsett, sigur Niels Olaf Eyvindsson, bygdaráðslimur í Hvalba
Mynd: Jens Kristian Vang
ÓTÍÐARHÓSKANDI