Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 26 Sosialurin Oyggjablaðið Tað aT Hetta við svimjingini hevur verið ein stórur partur av mínum lívi. Eg hugsaði onkutíð, at tað hevði verið stuttligt at róð kapp, men eg eri so altíð vend aftur til svimj ingina TEY UNGU Tey í Susvim í Vági eru væl fyri við tí góða venjaranum, Jón Bjarnason. – Tað hevur alt at siga at hava ein góðan venjara, bæði fyri okkum sum eru í tí eldra endanum av svimjarunum og fyri tey, ið skulu taka við eftir okk­ um, sigur Shaila millum Garðarnar Mynd: Jens Kristian Vang Shaila millum Garðarnar hevur verið í teirri hepnu støðu, at hon hevur havt góðar venjarar øll árini. Tað byrjaði á Tvøroyri, tá Jón Bjarnason vandi teir lokalu svimjararnar. Og tað helt fram her í Vági hjá Susvim. At Shaila framvegis hevur góðan hug at svimja, kann hon í fyrstu syftu takka venjarum sínum fyri. – Eg haldi, at tað er so, at tá ein venjari tímir og brennur fyri sakini, so fær hann eisini okkum svimjarar at gera tað sama. At vit so eisini eru sloppin uttanlands at royna okkum, hevur bara gjørt áhugan enn størri, vísir hon á. Venjarin tímir