mikudagur 30. mars 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
Sosialurin
Oyggjablaðið
er harT
T svimja
SVIMJING Shaila millum Garðarnar telist millum bestu svimjarar okkara. Og nú ger hon enn
eina roynd at koma við til Oyggjaleikirnar í summar – á 7. sinni á rað. – Ja, eg havi nakað at
liva upp til, men eingin kemur sovandi til eina slíka kapping. Tí má eg bara venja og venja so
nógv sum eg kann, sigur 26 ára gamli svimjarin úr Susvim, ið er svimjifelagið í Suðuroy
Snorri Brend
Vágur: Tað er ein øgilig málageipan
her í svimjihøllini í Vági. Ungir
svimj arar eru farnir undir dagsins
venj ing henda seinnapartin.
Teir vita sjálvir av royndum, at
uttan venjing kemur ein ongan veg.
Og tað vita teir eisini av royndunum
hjá tveimum av ídnu svimjarum
teirra og okkara – Pál Joensen og
Shailu millum Garðarnar, ið bæði
eru í hyl inum saman við teimum
hesa løtuna.
Øll hava tey sett sær mál fyri
svimj ingina, og øll ynskja tey at
røkka teimum. Shaila sjálv er von
at seta sær høg mál, og hóast hon
hevur gjørt tað fleiri ferðir áður, er
tað altíð ein avbjóðing at halda fast
við málið.
– Ein má bara venja og venja
nógv, og serliga nú ið tað styttist
til Oyggjaleikirnar í summar. Tað
er strævið at venja so nógv, tá man
eisini hevur eitt arbeiði og eitt
heim at passa, sigur hon við brosi
á kinn.
Shaila millum Garðar hevur av
sonnum sligið ella svomið navn
sítt fast í føroyskari elitu-svimjing.
Á Oyggjaleikunum í 2009 vann hon
6 gullmerki fyri Føroyar. Hon hev-
ur sett fleiri føroysk met, og hevur
eisini luttikið í HM og EM-kapp-
ingum úti í heimi.
– Nú eri eg í eldra endanum av
svimjarunum. Men tað hevði verið
øgiliga stuttligt at sloppið við til
leikirnar á Isle og Wight í summar,
sigur ungi svimjarin, sum løtu
seinni hevur kavað í hylin og fer
stór svimj andi eftir stutta hylinum
í Vági.
Vónir hennara og hjá mongum
øðr um eru, at tann 50 metrar langi
hyl urin skjótt gerst veruleiki.
Oyggjaleikir
Shaila var ikki meiri enn átta ára
gomul, tá hon byrjaði at svimja av
álvara.
Hjá summum er hetta meiri at
meta sum ein stuttleiki, men hjá
Shailu gjørdist svimjingin bæði
ein stuttleiki og ein spennandi av-
bjóð ing, her hon er sloppin at royna
seg ímóti svimjarum úr nógvum
ymiskum londum.
– Akkurát hví eg byrjaði at
svimja, veit eg ikki rættiliga, men
tað hevur helst verið, tí onkur av
venindum mínum gjørdu tað. Tá so
Jón Bjarnason kom heim og byrjaði
við venjingum, helt eg fram at
venja, greiðir hon brosandi frá. – Og
tað geri eg altso enn, 19 ár seinni.
Hesi 19 árini hava verið bæði
spennandi og mennandi fyri frálíka
svimjaran av Tvøroyri, men sum nú
er búsett í Vági. Hon er komin aftur
til Føroyar og til hús við nógvum
heiðursmerkjum, men hevur har-
aftrat givið sær stundir til at venja
aðrar yngri svimjarar.
– Eg byrjaði við einum liði í
januar mánaði í fjør. Hetta førdi so
aftur við sær, at eg ikki fekk vant
so nógv sjálv.
– Men síðani í januar í ár havi eg
aftur vant sera nógv, tí í summar
ætli eg mær at umboða Føroyar á
Oyggja leikunum á Isle of Wight,
sig ur hon spent á málinum.
Fyrsta stigið á hesi leið er sjálv-
andi venjingin. Næsta stigið er út-
tøku kappingin, sum verður í apríl.
Seks ferðir
Vit hitta Shailu ein seinnapart
miku dag í svimjihøllini í Vági. Her
er hon av sonnum saman við góð-
um fólki:
Í eini enda av hylinum venur
tann navnframi Pál Joensen saman
við øðrum. Og uppi á kantinum
stend ur tann eins navnframi venj-
ari teirra, Jón Bjarnason.
– Eg veit bara, at skal eg við til
Oyggjaleikarnir í summar, og skal
eg fáa eitt gott úrslit, so má eg
venja, venja og aftur venja, sigur
hon álvarsom.
Og tað ger hon eisini. Umframt
tað at hon arbeiðir sum kondittari,
brúkar hon restina av frítíð síni
í hyl inum og saman við unnusta
sín um í húsunum, tey júst eru flutt
inn í.
– Eg venji seks ferðir um vikuna,
pluss styrkitrening, og onkutíð
eis ini sjey ferðir. Eg venji tó ikki
sunnu dag eins og hini, tí tá man
hev ur eitt arbeiði at passa, so má
man simpelthen halda frí onkutíð.
– Orsakað av mínum arbeiði fái
eg ikki vant um morgunin. Eg fari
til arbeiðis klokkan sjey, og fari so
beint í hylin aftaná arbeiðstíð – tað
vil siga umleið klokkan trý ella so.
Og so eri eg við hús klokkan 6-7 um
kvøldið, sigur ídni svimjarin, sum
fram vegis er venjari tríggjar ferðir
um vikuna hjá einum av svimji-
liðunum hjá SuSvim.
– So tú skilir, at svimjingin fyllir
sera nógv í mínum lívi. Alt hetta við
at ganga í býin og slíkt, ber illa til, tá
ein venur so hart.
Elski at svimja
Eitt er sjálvandi at byrja at svimja.
Annað er at halda á og halda á,
heilt til ein fer at nærkast teimum
27 árunum.
Orsøkin til, at Shaila framvegis
tímir at svimja er einføld: Henni
dámar sera væl at venja.
– Hetta við svimjingini hevur
verið ein stórur partur av mínum
lívi. Eg hugsaði onkutíð, at tað
hevði verið stuttligt at róð kapp,
men eg eri so altíð vend aftur til
svimj ingina.
– Satt at siga, dugi eg ikki at gera
einki. Mær dámar tí best at vera í
sving. Eg geri altíð okkurt, greiðir
hon frá.
At hon so eisini hevur fingið
úrslit av sínum stríði telur eisini
við á pluss-síðuni: Seks gullmerki
á Oyggja leikunum á Ålandi í 2009
er bert ein lítil partur av mongu
heiðurs merkjum hennara.
– Tað hevur gingið sera væl hjá
mær øll árini. Og tí er tað virkiligt
ringt at sleppa tí. Eg elski framvegis
at svimja.
snorri@sosialurin.fo
Seks gullmerki á Oyggja
leikunum á Ålandi í 2009 er
bert ein lítil partur av mongu
heiðursmerkjum hennara
OYGGJALEIKIR
Tað er serliga í greinum crawl og firvaldi at Shaila millum
Garðarnar hevur fingið sera góð úrslit. Í summar ætlar hon at
gera enn ein vørr – við Oyggjaleikunum á Isle of Wight
Mynd: Jens Kristian Vang