Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 28 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Hov: Høllin í Skúladeplinum í Hovi var fullsett av kvinnum og monn um, sum vildu vita meiri um sjúk una tunglyndi, ið rakar ein stór an part av fólkinum. Á fund inum sang Eyðun Nolsør nakr ar áðr enn sangir, áðrenn Regin Jóanesarson úr Vest manna greiddi frá, hvussu tað er at liva við tung­ lyndi. Skilligt var, at hetta evnið hug tók áhoyrararnar. Eftir hetta fekk Tormóður Stórá, sálarlækni orðið, har hann greiddi frá um sjúkuna og hvørjir við gerð­ ar møguleikar eru tøkir fyri tung­ lyndisrakt. Aftaná hesar framløgurnar var høvið hjá teimum omanfyri 100 áhoyrar unum at seta fram spurn­ ingar og annars gera við merk ingar til evnið. Á fund inum kom fram, at einir 2500 føroy ingar eru merktir av tunglyndi so ella so í dag. Helst er hetta orsøkin til, at høllin í Skúladeplinum var fullsett, eins og støðan hevur verið á øðr­ um støðum kring landið eisini. Hesir fundirnir kring landið er partur av endamálinum hjá Sinnis­ bata, sum er at upplýsa og seta orð á hvat sálarsjúka er. Vágur: Tað verður eitt stórt framstig fyri tey eldru og tey sinnisveiku, tá ellis­ og røktarheimið, saman við økis deplinum fyri sinnisveik verð ur liðugt. Henda verkætlanin fevnir um eina saman bygging av tveimum stovn um oman­ fyri Vatnið í Vági. Ellis­ og røktarheimið verður góðar 2500 fermetrar stórt og fer at hýsa 24 bú fólkum, meðan økis depilin til sinnisveik verður góðar 1400 fermetrar stórur og fer at hýsa 8 búfólkum og tveimum um lættingar­ plássum. Bygningurin er soleiðis inn rætt aður, at økisdepilin fer at halda til í niðaru hæddini og ellis­ og røktar heimið í teimum báðum ovaru hædd unum. Tað eru fýra tær sunn­ astu kommunurnar í Suðuroynni sum fíggja hetta. Sambært heimasíðuni hjá lands verki er kostnaðurin mettur til 57 mió krónur, har økisdepilin kostar 23 mió krónur. snorri@sosialurin.fo Stórur áhugi fyri tunglyndi Tunglyndi Seinastu mánaðirnar hevur Sinnisbati gjørt eitt átak fyri at upplýsa um tunglyndi. Í farnu viku var túrurin komin til Suðuroyar POSiTiVT Regin Jóanesarson úr Vestmanna dugdi væl at greiða frá síni sjúku. – Tað lættir um, tá ein sleppur at fortelja frá um depressjón, segði hann SnOTiligT Nýggi bygningurin her við Vatnið í Vági tekur seg væl út í landslagnum Tvey fyri eitt Vágsvegur 22 | FO-900 Vágur | Tel. 733000 | vagur@vagur.fo Vælkomin til Vágs www.vagur.fo Sosialurin 341800 undiRTØKA Omanfyri 100 fólk høvdu leitað sær í Skúladepilin í Hovi at luttaka í fundinum hjá Sinnisbata Myndir: Jens Kristian Vang