mikudagur 30. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
Sosialurin
Ólavur Hátún
Kjak
Nýtt heimsatlas
undir landi (1)
Nógv hevur verið skrivað og
talað fyri og ímóti í sambandi
við, at nýtt føriskt heimsatlas
eina tíð hevur verið í umbúna.
Hóast hvørki málfrøðingur
ella geografur fari eg her at
loyva mær sum leikmaður at
geva onkrar av mínum sann
føringum til kennar.
Um innanlandsviðurskifti
havi eg nýliga í greinastubba
borið okkurt fram, sum ikki
skal verða endurtikið her.
Men fara vit longur út frá
landi, so hava har verið at
finningar um, at bankar hava
fingið nýggj heiti. At føringar
við ár í hond hava róð út á
Fugloyarbanka,
Sandoyar
banka, Skeivabanka o.s.fr., og
at hesir tí hava fingið førisk
nøvn, er so sjálvsagt. At ytri
bankar, sum nú at kalla
eru vorðnir heimasjógvur,
hava fingið førisk nøvn í
staðin fyri tey fyrrverandi
útlendsku – Ytribanki fyri
Bill Baileybank, Ytsibanki
fyri Lúsabanki (sum onki
hevur við lýs at gera, men er
ein avbronglan av onkrum
fronskum) og Bankaryggur
fyri Wyville Thomson Ridge
tykir mær at vera bæði
rímiligt og rætt.
Leita vit nú eystur um
hav, finna vit á kortinum
vælljómandi norrøn heitir
sum Ermarsund og Eystara
salt (eftir mínari áskoðan
vóru Ermasund og Eystra
salt betur í samljóð við okk
ara mál) fyri Ensku Kanalina
og Eystursjógvin. Men hyggja
vit nærri at Norrakortinum,
eru har nøvn sum Bjørgvin
(Bergen), Harðangur (Hard
anger), Stavangur (Stavang
er) og Líðandisnes (Lindes
nes), ið neyvan fáast at festa
røtur í okkara máli.
Um Norðurhøvdi veruliga
er ein høvdi (høgt nes við
lægri lendi innanfyri), veit eg
ikki; men íslendingar, danir,
sviar og eisini týskarar brúka
norska navnið Nordkap
sviar og íslendingar tó við
tveimum pum, sum vit
eisini kundu gjørt. Haldi
ikki, vit skulu firnast fyri
orðinum kap(p), sum heldur
ikki er upprunaorð í hinum
norðurlandamálunum.
At brúka heimlig førisk
heitir sum høvdi, nes, tangi,
nípa ella nakkur og í altjóða
høpi geva teimum rúmari
merking kann vera gott og
rætt; men tá tú her eystan
fyri Norðurhøvda / Norðkapp
fært eyga á Kolanesið, tá má
tykjast, at farið er um mark.
Nes verður í Móðurmáls
orðabókini lýst sum “heldur
mjátt og langt landaøki, sum
stingur seg út í sjógv”, meðan
hálvoyggj er “stórt og breitt
nes”,
og
Kolahálvoyggin
má tí vera rættari heiti. Tað
hevði jú eisini sæð løgið út
við heiti sum Iberiska Nesið
um hálvoynna Spania og
Portugal í einum.
Danmark skal nú (eins og
á íslendska kortinum) eita
Danmørk. Tað er tað neyvan
orsøk til. Í bíbliusøguni lósu
vit um hirðarnar á markini,
og í Móðurmálsorðabókini
stendur mark at hava somu
merking sum mørk. At donsku
landspartarnir Jylland, Fyn og
Sjælland nú eita Jútland, Fjón
og Sæland á okkara máli, tað,
haldi eg, er ein vinningur.
Men skaldaheitið Burgundar
hólmur er ov knortlut fyri tað
lættara Bornholm.
Oyland
fyri
Öland
í
Svøríki – ja, hví ikki? Men
skal Stockholm nú heldur
eita
Stokkhólmur,
skuldi
so
t.d.
Hanstholm
itið
Hansthólmur?
Líta vit at landanøvnum
í Europa, havi eg hug fyrst
at tríva í navnið Pólland.
Ivaleyst er tað her íslendska
ávirkanin,
sum
ger
seg
galdandi. Men í íslendskari
stavseting
er
tann
lítla
skákstrikan accent aigu so
nógv meira algongd enn hjá
okkum, soleiðis at íslend
ingar í so mongum førum
siga og skriva ó, har vit hava
o – t.d. í orðum sum póstur,
fóstur, rómantiskur, október
+ eitt ótal av øðrum dømum
Haldi tað snøggasta vera
at skriva Poland, tí her er ikki
talan um nakran Pól. Nakað
føriskari
verður
navnið
heldur ikki við at skriva ó, tí
langt o er vanligt í føriskum
máli. Aftrat hesum kemur, at
vit við at skriva ó í staðin fyri
o fáa tvinnanda framburð á
okkara máli sama við Róm
niðanfyri.
( um íslendska handils
ketan Bónus ynskti at givið
førisku deildini føriskt mál
snið, átti navnið her at verið
Bonus við o).
Í vestri liggur landið,
sum vit altíð eins og danir,
týskarar, íslendingar, samar,
finnar, eysturíkarar og sveits
arar hava kallað Holland, men
sum nú skal eita Niðurlond.
Vit vita, at hetta hevur sína
málsøguligu
grundgeving;
men mær tykir hana ikki at
vera so sannførandi, at hon
gevur orsøk til at skifta yvir.
Landsnavn við fleirtalsmerki
gevur í okkara máli eisini
tvørleika í sagnorðinum, at
t.d Niðurlond liggja, Niður
lond hava o.s.fr., tá talan jú
bert er hetta eina landið.
Í mínum hugaheimi um
fata Niðurlond Holland og
Belgia.
Flyta vit okkum nú í ein
lágan
landsynning
koma
vit m.a. til Schweiz. Sviar og
danir brúka her upprunastav
ingina; men norðmenn skriva
Sveits. Soleiðis hava føringar
stavað fyrr, og soleiðis haldi
eg, at vit skuldu skrivað, tí z
ber her í sær ts, sum tað eisini
hoyrist á skandinaviskari
tungu. Eisini er tað praktiskt
í skrift og úttalu at kunna
gera mun á einum sveitsara
og einum sveisara.
Eitt lítið land liggur kroyst
inn ímillum Sveits, Týskland,
Eysturríki og Italia, sum
okkara heimsatlas stavar
Liktinstein. Samar, finnar,
sviar, norðmenn, íslendingar,
týskarar og sveitsarar stava
her eins og fólkið har á
staðnum Lichtenstein. Hví
skulu vit tá gera okkum upp
sum málsligir serstøðingar?
Upprunastaving dregur jú
eisini ynskiliga uppruna
framburðin við sær.
(Framhald)
Var so heppin sjálvan framløgudagin at ogn
ast hesa helst bestu bók á sínum øki, sum
prentað er á føroyskum síðan tær báðar
bíbliutíðingarnar fyrst í tjúgundu øld.
Vit bæði, konan, fóru fáar dagar seinni
um Danmark til Los Angeles, og á teirri
16 tíma longu flogferðini eydnaðist mær
at lesa bæði hjartanøtrandi og skelkandi
søguna um jødarnar úr enda í annan.
Ivaleyst eru mong ummæli longu skrivað;
men eg gjørdist so hugtikin av hesi fleiri
túsund ára gomlu frásøgn, at eg mátti royna
at festa tað á blað ella rættari:á telduna, sum
tað nú fyri tað mesta nevnist.
Eitt nágreiniligt ummæli ber næstan
ikki til at gera av tí, at hvørt orðið hevur
síðu eftir síðu líka stóran týdning, sum
tað næsta, fyri ikki at tala um myndir og
yvirlitskort.
Hugstoytt er at lesa um, hvussu vit, ið
nevna okkum kristin, av fyrstan tíð gingu
á odda í týningini av jødunum, har kross
ferðirnar á allan hátt festu seg sum størsti
skammblettur í kristnu átrúnaðarsøguni,
fyri ikki at tala um hópdrápini á muslimar
á somu ferðum – allar tríggjar trúðargreinir
sprotnar av somu rót – jødadóminum!
Ikki nakað ringt um átrúnað at siga,
sum hvør í sínum lagi gevur troyst og
vón fyri framman og mælir til at fara við
næsta tínum, sum tú kundi hugsað tær, at
næstin fór við tær sjálvum – nei, orsøkin
til ræðuleikarnar í navni Guds liggur uttan
iva í valdsgirndini hjá okkum
sjálvum, sum enn á okkara
døgum
við
jøvnum
millumbilum setir
alla mannaætt
ina í vága.
Sonne skrivar í formælinum, at bókin
eisini er ætlað sum søguligt tilfar hjá les
andi, og skal eg her bara skoyta upp í og
mæla til, at vit øll – ung sum gomul – seta
okkum aftur á skúlabonk og lesa bókina,
sum í hvørjum húsi eigir at standa lið um
lið við halgubók.
I Los Angeles búgva – sambært Hansi og
Sonna – uml. ein millión av jødum, sum vit
hava ávíst tilknýti til, og fingu vit frá einum
teirra hetta frálíka yvirlt yvir upprunan til
jødadómin, haðan fyrst Kristnitrúgvin og
seinni Islam eru sprottin:
Í miðuni Etz Hayim – Lívsins Træ ella
Ygdrasil – tvinnað kring Dávastjørnuna.
Fylgja vit klokkuni, merkir ovasti rund
ingur høgrumegin Ruben og teir næstu
í raðfylgju Simeonn, Levi, Judah, Dan,
Napthali, Gad, Asher, Issackar, Zebulun,
Joseph og Benjamin, allir synir Jákup
patriark, abbasonur Abrahams.
Hetta búmerki jødanna, um ein so kann
siga, hongur yvir hurðini inn í Mount
Sinai Chapel í Mount Sinai Temple í Los
Angeles.
Við hesum vilja vit ynskja øllum eini
GLEÐILIG JÓL, ALT GOTT Í KOMANDI
ÁRI OG Á SO MANGAN HÁTT VIÐ TØKK
FYRI 2010
Los Angeles, 14. desember 2010
Kirsten og Heini Olsen
Ummæli av bókini
»SØGAN UM
JØDARNAR«
ið vit hava teimum báðum, frásøgumanninum
Hans Holm, lektara og fjølmiðlamanninum
Sonne Smith, fyri at takka