Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38 38 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Rein Haljand, sum hevur kannað føroysku landsliðs­ svimj ararnar síðstu trý árini, var aftur í Føroyum herfyri, og niðurstøða hansara var tá, at svimjararnir ikki høvdu flutt seg so langt, sum væntað, men at teir eru lýdnir og ágrýtnir, so framvegis er nógv at arbeiða við, ið kann gera mun. Arbeiðsmátin hjá estiska professaranum er, at hann filmar og greinar svimjitekn­ ikkin, og hann hevur drúgvar royndir, ið ganga heilt aftur til 1972. Serliga hevur hann áhuga fyri Páli Joensen, og sum esti vil hann fegin hjálpa Norður­ londum fram á leið í altjóða svimjing. Nú hann aftur kannaði før oysku svimjararnar, kundi hann staðfesta, at í onkrum før um vóru feilir framvegis ikki rætt aðir, sum tey fingu at vita um bæði í fjør og fyrraárið, men í onkrum øðrum førum høvdu svimjararnir tikið við ráðunum. Sum heild vísti tað seg tó, at før oysku svimjararnir ikki fylgdu ráðunum í sama mun sum svimjarar aðrastaðni. Kortini tekur tað einki frá føroysku svimjarunum annars, tí tað er undrunarvert, at fleiri hava fingið so góð úrslit, sum tey hava – enntá uttan at hava fylgt vegleiðingini frá Rein Haljand, sum annars letur væl at svimjarunum, sum hann heldur hava góð evni. hilmarjan@sosialurin.fo Svimjarar smá framstig Svimjing Royndir og greiningar hjá estiska professaranum, Rein Haljand, geva fleiri av føroyskum toppsvimjarunum nakað at hugsa um, tí teir ikki gera nóg stór framstig í betringini av svimjiteknikkinum nÚ ER AT LURTA Okkara besti svimjari, Pál Joensen, fær her góð ráð frá estiska professaranum, Rein Haljand, sum kannar og greinar føroysku landsliðssvimjararnar Mynd: Svimjisambandið MTB-kappingin leygardagin 1 Høgni Rúnason Øster . . . . . . . . . . . 2 .00:23 2 Kári Simonsen . . . . . . . . . . . . . . . 2 .00:34 3 Matti Brøndsted . . . . . . . . . . . . . . 2 .03:55 4 Eli Christiansen . . . . . . . . . . . . . . 2 .21:20 5 Heini Harryson . . . . . . . . . . . . . . . 2 .25:35 6 Mikkel Hougaard . . . . . . . . . . . . . . . DNF Hilmar Jan Hansen Longu undan kappingini leygar­ dagin var greitt, at fleiri av teimum bestu súkklarunum ikki fóru at vera við, tí teir vóru á venjingarlegu uttanlands, har teir fyrireika seg til Oyggja leikirnar á Isle of Wight í summar. Tískil vóru ikki so nógvir súkkl arar við hesa ferð, sum tað plagar at vera. Hinvegin kundi roknast við, at teir seks, ið stillaðu upp til startin í Hoydølum, kundu gerast rættiliga javnir, og so var eisini. Tó var eitt glopp millum tríggjar teir fremstu og restina, men ymiskt var, sum gav kapp ingini spenning ávegis – og ikki minst, tá teir báðir fremstu komu á mál. Ásetti teinurin var umleið 34 kilo metrar, sum merkir átta um før í sera vakra umráðnum í Hoy dølum, ið millum annað fevnir um skógar­ vøksturin í viðar lund ini. Teinurin var á gøtunum yvir móti Boðanesi og inni í viðarlundini, og bæði startur og mál vóru við fimleikahøllina hjá studentaskúlanum. Hóast 34 kilometrar ikki ljóðar av so nógvum, so er talan avgjørt ikki um ein slættan tein, men hinvegin mótbrekkur, undanbrekkur, trapp­ ur og eina rúgvu av svingum. Hørð kapping Tað sást skjótt, at kappingin um at vinna, fór at standa millum Høgna Rúnason Øster og Kára Simonsen, tí teir fylgdust tað mesta av teininum í teir tveir tímarnar, tað tók teimum báðum at gjøgnumføra tey átta umførini. Teir skiftust um at vera tann fremri, men ongantíð var meira enn hálvur minuttur ímillum teir. Ikki kundu teir heldur taka sær av løttum, tí maðurin á triðja plássi, Matti Brøndsted, var ongantíð so mikið langt aftan fyri teir, at teir kundu kenna seg heilt tryggar. Sum so ofta er við súkkling, kann jú ein punktering ella avlopin keta vera nóg mikið til at broyta alt. Tá Høgni og Kári nærkaðust mál­ inum, vísti tað seg, at Høgni hevði meira at geva í endaspurtinum og var 11 sekund framman fyri Kára, sum so aftur var hálvanfjórða min­ utt framman fyri Matti. Kappingin um fjórða plássið stóð millum Eli J. Christiansen og Heina Harryson, sum vóru eitt fitt petti aftan fyri tríggjar teir fremstu, men har hevði Eli munin og var góðar fýra min utt­ ir framman fyri Harry. Hilmar Jan Hansen Móttøkan var í B36­húsinum, har dekkað var upp við pinnamati, køk um, hvítvíni, kaffi og øðrum, og sam bært B36­heimasíðuna hevði felagið ikki færri enn einar 500 føð ingar dags gestir seinnapartin mána dagin. Fleiri tóku orðið og røðararnir vóru Sámal Ímundarsson, for­ maður i B36, Heðin Mortensen, borgar stjóri, Christian Andreasen, FSF­forseti, Petur Elias Petersen, ÍSF­for seti, Dánjal Pauli Danielsen, HB­for maður, og Hans Birgir Hansen, B36­ari. Sum skilst, er ætlanin hjá B36 at hava eina stóra 75 ára veitslu í heyst, og óivað verður runda árið mark erað á ymsan hátt teir kom­ andi mánaðirnar. hilmarjan@sosialurin.fo Høgni vann í Hoydølum FjALLASÚkkLing Í harðari kapping við Kára Simonsen eydnaðist Høgna Rúnason Øster at vinna MTB-kappingina, sum var í Hoydølum leygardagin AvbjóðAndi Teinurin í kappingini leygardagin var á gøtunum yvir móti Boðanesi og inni í viðarlundini, og hann fevndi um mótbrekkur, undan­ brekkur, eina rúgvu av svingum – og trappur, sum her sæst aftan fyri Eli J. Christiansen Mynd: Tórshavnar Súkklufelag B36 hevði 500 gestir FóTbóLTUR Mong nýttu høvið til at heilsa uppá, tá B36 seinnapartin mánadagin hevði móttøku, nú felagið fylti 75 ár Mynd: Álvur Haraldsen Sámal Ímundarsson, for maður i B36 Mynd: Álvur Haraldsen