mikudagur 30. mars 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 30. mars 2011 · Nr. 38
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Strandingar fara ikki av næstniðasta
plássinum á stigatalvuni hetta
kapp ingarárið, nú teir bara hava
tveir dystir eftir. Men tað forðaði
teim um ikki fyri í gjárkvøldið at
spæla ein góðan dyst, tá Neistin var
á Skála. So mikið góður var dysturin
hjá StÍF, at tað rakk til ein sigur við
tveim um málum á muni.
Oddaliðið, sum longu langt
síð ani hevur tryggjað sær pláss í
FM-finaluni, mátti hinvegin fyri
aðru ferð á rað staðfesta, at alt ikki
koyrir heilt so væl, sum tað hevur
gjørt tað fyrr hetta kappingarárið.
Næstsíðsta sunnudag mátti Neistin
eisini lúta við tveimum málum fyri
H71, sum harvið rættiliga óvæntað
kundi melda seg inn í finalu-
kappingina – í øllum førum í eina
løtu…
Í dystinum á Skála í gjárkvøldið
menti Neistin sær ta vanligu
leiðsluna í fyrra hálvleiki, sum
eitt skifti var seks mál, men longu
í steðg inum var hon tódnað niður
í tvey. Nakað inn í seinna hálvleik
fór StÍF fyri fyrstu ferð framum,
og hóast liðini togaðust eitt sindur,
hildu strandingar fast síðstu tíggju
minutt irnar, so Neistin ikki skuldi
sleppa framum aftur – og tað helt
til endans.
Ivaleysur H71-sigur
Undan dystunum í gjárkvøldið
átti H71 eitt serligt »met« í Atlantic
Airways-kappingini, tí liðið var
tað einasta, sum hevði vunnið
á Neistanum og tapt fyri Team
Klaks vík. Nú eru hoyvíkingar ikki
longur teir einastu, ið hava bast
odda liðnum, men framvegis eiga
teir hin partin av metinum.
Ikki tí, hesa ferð gjørdi H71 einki
býtt, men spældi sannførandi og
trygt ímóti klaksvíkingum, sum í
veruleikanum ikki fingu eitt bein
til jørðina. Hetta var næstan sum
hjá manslandsliðnum á Dublin-
ferðini um vikuskiftið, tí her sást
beinan vegin munur á, og hann helt
sær væl og virðiliga.
Mitt í fyrra hálvleiki skoraðu
hoyvíkingar fimm ferðir á rað,
uttan at Team Klaksvík fekk nakað
mál, og tað sama var beinanvegin
í seinna hálvleiki, tá H71 fekk seks
mál í einum, og ímóti endanum.
Sam an við øllum hinum rakk hetta
væl og virðiliga til sigurin, ið gav
H71 tvær ferðir so nógv mál sum
Team Klaksvík.
Sostatt
livir
FM-finaluvónin
hjá hoy víkingum enn, og um teir
ikki seta stig til ímóti KÍF um
viku skiftið, verður tað heila bara
upp aftur meira spennandi, hóast
koll firðingar bara skulu hava eitt
stig aftrat fyri at fáa fulla vissu um
pláss í finaluni.
Hilmar Jan Hansen
At Neistin í gjárkvøldið tapti fyri
StÍF er nokk ikki tað, sum teir bláu
høvdu ætlað sær, og tað er eisini ein
mótsetningur til, hvussu suverent
Neista-liðið hevur verið fyrr hetta
kappingarárið. Men tað fær allíka-
væl ikki venjaran at skelva:
– Vit eru ikki sovnaðir, men
durva kanska eitt lítið sindur. Og
við til søguna hoyrir eisini, at vit
hava onkrar skaðar, so spælarar
sum Jugoslavi Djumic og Áki Mørk
ikki sleppa at spæla fullan dyst
nú, sigur Ingi Olsen, ið hinvegin er
fegin um ta mótstøðu, Neistin hev-
ur fingið síðstu dystirnar.
– Tað vísir seg, at mótstøðuliðini
geva okkum ein skarpan gang, tí
nú tey ikki hava so nógv at spæla
fyri, kunnu tey spæla frítt ímóti
okkum. Til dømis vóru strandingar
góðir í gjárkvøldið, meðan vit máttu
staðfesta, at hjá okkum vóru nøkur
ting, sum ikki riggaðu sum tey
skuldu.
Neista-venjarin sigur, at hann
heldur enn gjarna vildi vunnið
dystin í gjárkvøldið, men at tað,
at Neistin tapti, fortelur honum,
at liðið nú noyðist at koma upp í
hægri »gear«.
– Hetta snýr seg eisini um
motiva tión, og tí eri eg onkursvegna
glaður fyri, at strandingar komu
ímóti okkum við fullari ferð. Tað
kann gera, at vit rakna við, so vit
eru púra klárir, tá teir avgerandi
finalu dystirnir verða spældir, sigur
Ingi Olsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Atlantic Airways Deildin Menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin máL
tapt máL
munur
stig
1 Neistin
23
801
643
158
41
2 KÍF
21
597
542
55
28
3 H71
22
621
585
36
24
4 VÍF
22
626
577
49
23
5 Kyndil
22
569
583
-14
21
6 StÍF
22
580
591
-11
15
7 Team Klaksvík
22
521
794
-273
2
Sunset Deildin Kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin máL
tapt máL
munur
stig
1 Neistin
23
657
514
143
36
2 Stjørnan
21
592
493
99
35
3 Tjaldur
22
616
532
84
33
4 VB
22
568
550
18
24
5 Kyndil
23
530
586
-56
14
6 VÍF
21
473
586
-113
7
7 StÍF
22
438
613
-175
5
H71-Team Klaksvík 42-21 (20-11)
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
H71: Sigmundur Dahl 6, Hans Kári Hansen 6, Bogi Krossteig 5, Rógvi Sørensen 5, Dánjal Tórgarð 5 (1),
Rúni West Højgaard 4, Magnus á Rógvu 4, Esbern Patursson 3, Bogdan Florea 2, Ári J. Olsen 2
team Klaksvík: Hanus Norðberg 6 (1), Dánjal Kjærbo 5, Andrias Ellingsgaard 3, Óli Jacobsen 3,
Sámal T. Olsen 2, Jón Jacobsen 1, Vilhelm Vilhelmsen 1
StÍF-Neistin 35-33 (17-19)
Dómarar: Tummas Juul Thomsen & Magnus í Króki
stÍF: Sveinur Justinussen 10, Leivur Justinussen 8, Jógvan Berg 5 (2), Jóannes Prestá 5, Marius Joensen 4,
Jógvan G. Joensen 2, Jørmund Joensen 1
neistin: David Edvardsen 9 (1), Heini Hanusarson 9, Jugoslav Djumic 5, Áki Mørk 3, Teitur Magnusson 2,
Ingi Olsen 2, Sjúrður Thomassen 2, Guðfinnur Thorsteinsson 1
Hilmar Jan Hansen
Hetta kemst av, at Neistin bara
hevur spælt 21 dystir, meðan
Tjaldur hevur spælt 22 og
Neistin 23.
Sostatt
hevur
Stjørnan
fleiri skot eftir í byrsuni enn
hini bæði, og eitt av teimum
kunnu klaks víkskvinnur loysa
av í kvøld klokkan 19.45, tá tær
spæla ímóti VÍF í Vestmanna.
Hetta er dysturin, sum bleiv
útsettur mikukvøldið 16. mars,
tí Stjørnan tá ikki hættaði sær
úr Klaksvík, tí veðrið var so
vánaligt.
Vinna klaksvíkskvinnur í
kvøld á VÍF, yvirtaka tær aftur
oddasessin og fara eitt stig
fram um Neistan og fýra fram
um Tjaldur. Neistin hevur bara
ein dyst eftir, sum er á heima-
vølli ímóti júst Stjørnuni, sum
hinvegin eisini skal spæla
heima ímóti StÍF. Tjaldur hev-
ur eftir at spæla úti ímóti VB
og heima ímóti VÍF.
hilmarjan@sosialurin.fo
Ingi fegin um mótstøðu
Manshondbóltur – Eg vildi sjálvandi helst vunnið
á StÍF, men hinvegin kunnu vit fegnast um, at vit fáa
mótstøðu frá øllum, nú FM-finalurnar nærkast, sigur
spælandi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen
durva bara
– Vit eru ikki sovnaðir, men durva
kanska eitt lítið sindur, staðfestir
venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen,
eftir at oddaliðið í gjárkvøldið
tapti annan dystin á rað
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF køvdi Neistan
Manshondbóltur
Aðru ferð á rað fór
Neistin tómhentur
av vølli, tá StÍF í
gjárkvøldið vann
á Skála. Og H71
gjørdi einki býtt,
tá Team Klaksvík
vitjaði í Hoyvík
stinnir strandingar
StÍF gekk í gjárkvøldið í fótasporunum hjá H71 og vann á oddaliðnum,
Neistanum, sum nú brádliga hevur tapt tveir dystir á rað
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Kvinnuhondbóltur Enda-
spurturin í Sunset-kappingini er í
gongd, og í løt uni liggur Stjørnan
best fyri av øllum, hóast Neistin
enn er eitt stig frammanfyri
Stjørnan til
Vestmanna
Savnsmynd: Álvur Haraldsen