Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 8 Sosialurin Vilmund Jacobsen Nú samgongan eftir øllum at døma hevur rent seg í stór ar brotasjógvar, tí semja ikki er um játtanarkarmin fyri komandi fíggjarár, hev­ ur formaðurin í Fólka flokki­ num, Jørgen Niclasen, biðið løg mann umhugsað at skriva út nýval. ­ Vit hava heitt á løgmann um at umhugsa at útskriva ný val. Valstríð er komið í fíggj ar politikkin, og tað førir til ovurnýtslu, og tá er best at reinsa luftina, helt Jørgen Nicla sen, fyri í Degi og Viku í gjár kvøldið. Løgmaður, Kaj Leo Johanne sen, heldur seg hava fing ið eitt ógreitt svar frá Fólka flokkinum um, hvørt flokkurin er við í sam gongu­ ni ella ikki. Sum skilst, fer løg mað­ ur at hava fund við Jørg en Niclasen, for mann Fólka flok­ s ins og Aks el V. Johannesen, fíggj ar mála ráð harra, í dag. Stýgur kemur í Jacob Vestergaard, lands­ stýris maður í fiski vinnu­ mál um, hevur ikki hug at blanda seg upp í floks polit­ iska arbeiði hjá Jørgeni Nicla sen, sum hann annars sig ur seg taka fult undir við. Men hann sær fyri sær, at endar hetta við so stór ari samgongukreppu, at løg mað­ ur fer at útskriva val, kann hetta føra til, at fiskiflotin ikki sleppur á makrelveiði enn á sinni. ­ Eg havi skilt, at nóta­ skip ini, sum lítlan og ongan svart kjaft hava at fiska, bíða eftir kunnugerðini um makrel veiði. Nú vita vit ikki við vissu, hvussu nógvur makrel ur er í føroyskum sjóg vi í løtuni, tí tað enn so tíð liga upp á árið, og skip hava ikki verið og leitað. Men vit vita, at makrelur er longu í føroyskum sjógvi, tó at vit vita ikki, hvussu stórar nøgd­ irn ar eru enn. Jacob Vestergaard sigur, at kunngerðin, sum skal áse­ ta føroysku eginkvotuna og býta tilfeingið millum skipa­ bólk ar ar, helst verður klár at senda Fiskivinnuráðnum til ummælis í dag ella mána­ dagin. ­ Men um val verður út­ skrivað, kann øll prosessin draga út, og tá verður eingin kunn gerð lýst enn á sinni – og uttan kunngerð sleppa skip ini ikki til fiskiskap, sig­ ur hann. Saklig ósemja Vit loyvdu okkum at spyr ja Jacob Vestergaard, hvus su djúpt ósemjan millum Fólka­ flokkin og hinar sam gongu­ flokk ar nar stingur, nú tosað ver ð ur um nýval. ­ Í dagar og vikur hava vit tosa skilagott saman um viðurskiftini rundan um ein fíggjarligan leist og játtan ar­ karm in, og vit hava sakliga gjørt støðuna greiða yvirfyri hvørj um øðrum, men vit eru ikki samdir. Hann heldur, at allir part­ ar – hvør í sínum lagi ­ hava roynt at givið seg, men ásann­ ar samstundis, at semja var ikki um játtanarkarmin, tá fíggjarmálaráðharrin, Aksel V. Johannesen, bar uppskotið nið an í løgtingið. Tað eru ymisk viðurskifti í játtanarkarminum, sum Fólka flokkurin ikki tekur und ir við, og millum hesi er, at inntøkur frá sølu av fiski­ rætt ind um skulu geva 40 miljó nir krónur í komandi fíggjar ári. Hetta líkar ikki Jacobi Vester gaard, sum vísir á, at longu í fíggjarlógini fyri 2011 er ein eykaskattur – ella eitt tilfeingisgjald – álagt hvør­ ji miljón, sum ali­og fiski­ vinnan hava í avlopi. ­ Hetta samtykti løgtingið fyri nýggjár og er galdandi fyri fíggjarárið, sum vit eru í, legg ur landsstýrismaðurin aftrat. Hann vísir á, at hetta er tað, sum samgongan hevur sam tykt skal vera galdandi, með an roynt verður at finna fram til eina varandi skipan á økinum. ­ Vit halda tað ikki vera rætt í óðum verkum at fara at áleggja vinnuni enn størri gjøld. Ymiskar meiningar Jacob Vestergaard vísir til bólk ar, sum hava sitið og ar beitt við hesum máli og sig ur, at niðurstøðurnar av arbeið num hjá bólkinum, sum hann setti kunnu les ast á heimasíðuni hjá Fiski mála­ ráð num. ­ Bólkarnir arbeiddu við spurninginum, hvussu teir sóu eitt tilfeingisgjald, og her vísti bólkurin, sum Fiski­ mála ráðið setti, á, at til ber at skatta serligt avlop – og ein annar máti var at bjóða kvot ur út. Landsstýrismaðurin held­ u r, at søla av fiskirættindum er ikki nakað, sum eigur at fremjast soleiðis eftir fumm­ um, men má viðgerast bæði væl og virðiliga, um hetta yvir høvur kann koma upp á tal. ­ Eg haldi tað tí vera heilt burt ur við at seta 40 miljónir krón ur á inntøkusíðuna fyri 2012 vísandi til sølu av fiski­ rætti ndum. Hetta kunnu vit í Fólkaflokkinum ikki standa modell til, samstundis sum almenni raksturin av sam­ felag num verður øktur, sum hann málber seg. Hann heldur tað eisini hanga í alt ov leysum lofti, sum fíggjarmálaráðharrin skjýt ir upp til tess at røkka hes um 40 miljónunum fyri fiski rættindi í 2012. ­ Alt annað líka koma tey skip, sum njóta gott at eini vón andi góðari makrelveiði í ár, at rinda skatt eftir sam tykt ini á løgtingi um skatting av serligum yvir­ skoti í 2011. Okkum líkar ikki, at samgongan soleiðis upp á kvamsvís fer at upp fin na eitt nummar tvey – á inn­ tøku síðuni og soleiðis eisini á útreiðs lu síðuni hjá vinnuni, sum landsstýrismaðurin tek ur til. Ikki blanda seg Í einum trúnaðarskjali, sum uttanlandsnevndin sendi Jacobi Vestergaard fyrr í ár, mæl ir ein stórur meiriluti í nevndini til, at umleið 60.000 tons av føroysku egin kvotu ni av markreli í ár verður lutað Havstovuni til royndir og annars verður seld hægstbjóðandi. ­ Uttanlandsnevndin er sjálvandi vælkomin við tilmælum um, hvussu Før­ oy ar skulu takla hesi við ur­ skif ti mótvegis teimum, vit stan da yvirfyri. Hann helt, at sjálvandi eig ur nevndin at hava sín ar meiningar um, hvørji før­ oysku sjónarmiðini mót veg­ is hinum tjóðunum eiga at verða, og hon eigur so leið is eisini at hava sínar mein ing­ ar um vísundaligar kann ing­ ar. ­ Men, hvussu ávísa býti her heima fer fram, haldi eg persónliga liggur uttan fyri virkisøkið hjá uttan lands­ nevndini, segði Jacob Vester­ gaard tá við Sosialin. vilmund@sosialurin.fo SAMGONGUKREPPA Um val verður útskrivað nú, kann allur nótaflotin og partvís heimaflotin verða raktur. - Øll prosessin at útskriva makrelloyvi kemur draga út, og tá verður eingin kunngerð lýst enn á sinni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður - Alt annað líka koma tey skip, sum njóta gott at eini vónandi góðari makrelveiði í ár, at rinda skatt eftir samtyktini á løgtingi um skatting av serligum yvirskoti í 2011, sigur Jacob Vestergaard Nótaflotin kemur í klemmu av nývali