fríggjadagur 1. apríl 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
8
VIKUSKIFTI
Hevur veturin verið tungur?
Nei, veturin hevur ikki verið tungur. Av tí,
at eg koyri millum bygdir til arbeiðis, síggi
eg so nógvan frálíkan kava, sum lýsir alt
landið upp. Náttúran er eisini so frágera
vøkur at koyra ígjøgnum, eisini um veturin,
at ringt er at gerast tungur í huga.
Hvussu eru reaktiónirnar
upp á Álvaratos?
Fólk hava tikið óvanliga væl ímóti sendingini.
Tey siga, at tað, sum sagt verður, er júst tað,
tey sjálv ganga og hugsa. Sendingin hevur verið
eitt sindur humoristisk, men tað álvarsama
kann saktans verða borið fram við humori.
Annars hevði tað verið keðiligt at lurtað eftir.
Dámar tær væl
at siga tína
hugsan um
samfelagsmál?
Ja, tað geri eg.
Samfelagið
hevur altíð havt
mín áhuga, so
tað fellur mær
lætt at hava
eina meining
um tingini. Sum
tíðirnar eru,
hugsi eg tó ofta,
at tað er løgið,
sum tingini verða
framd. Mangt
er paradoksalt.
Hvat dámdi tær, at tingmaður
kallaði Álvaratos skræpa?
At tingmaður sigur so, ber brá av, at hann
er desperatur eftir at verða sæddur og
hoyrdur. Hann hevði ivaleyst hildið tað verið
løgið, um eg segði tað sama um hansara
politkk. Løgið var tað, tí eg havi altíð hildið
Bill verið so sinniligan og siðiligan.
Tú hevur lætt lyndi. Hvaðani stavar tað?
Lyndið havi eg lætt, tað er púra rætt.
Tað kemur úr øllum ættum. Familjurnar
í báðar ættir eru lættar av lyndi, so eg
havi verið heppin at standa mitt ímillum,
tá gávurnar vórðu býttar út. Tað finnast
onnur roks í familjunum enn eg!
Tú ert útbúgvin lærari. Hvat
er ein góður lærari?
Ein góður lærari er ein, ið sær, um ein
næmingur hevur tørv á hjálp og stuðlar,
hóast hann ikki er biðin um at hjálpa.
Er føroyski fólkaskúlin ein góður skúli?
Fólkaskúlin er super, tí tankin um
skúlan er so góður. Tá tað so ikki riggar,
sum tað skal, kemst tað ofta av, at
okkurt ella fleri av liðunum svíkja.
Hvat kann gerast betri í fólkaskúlanum?
Fólkaskúlin hevði verið betri, um lurtað
varð eftir, hvat øll hava at siga, ikki minst
grasrøturnar. Teir nýggju frískúlarnir
eru sprotnir úr grasrótunum.
Hvat heldur tú
um føroyskan
politikk?
Føroyskur
politikkur er ein
vavgreytur, sum
illa finst skil á.
Poul Michelsen
ger helst tað
rætta við at
røra í grýtuni
av nýggjum.
Hvat hevði tú broytt í
Føroyum, um tú kundi?
Tað hevði verið skattir og avgjøld. Tað
loysir seg als ikki at stríðast og strevast
fyri at fáa nógva og góða løn. Tað hevði
loyst seg best hjá mær at farið í ALS í eitt
ella tvey ár, tí tá hevði eg havt næstan líka
nógv eftir og alla ta frítíð, mær lysti.
Hvør var stuttligari í Fólksins
Rødd, Sonhard ella Ingi?
Sonnard var MEGA stuttligur - serliga
á Hvonn Live. Ingi tykir mær heldur
álvarsamur, men hann hevði sanniliga
stuttligar viðmerkingar og ákoyringar.
heri jacobsen
Kanska skuldi
eg bara verið
í ALS
lagt tIl rættIs: Uni Arge
Hann Hoyrist Hvønn FRíggjaDag í sendingini
ÁlvaRaToS í útvarpinum, og Hann skilir
ikki, at BIll juSTInuSSEn kallaði sendingina
SkRæpa, tí Hann Helt TIngmannIn vera so
SIðIlIgan. um Hann kundi BRoyTT nakað í
FøRoyum, Hevði Hann broytt SkaTTIR og
avgjøld, tí tað loySIR als ikki at aRBEIða.
- eg Hevði FIngIð meira burturúr í alS, sigur
HERI jacoBSEn, lærari og vIðmERkjaRI
mynD: ÁLvur HArALdSEN
Fakta
Navn: Heri Jacobsen
Aldur: 45 ár
Útbúgving: Lærari og serlærari í orðblindni
Starv: Hvalvíkar skúli