Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 Sosialurin Leo Poulsen Fimm átøk skulu setast í verk í samband við innflyt­ ing arpolitikk. Tað sigur ein arbeiðsbólkur, sum í tvey ár hevur viðgjørt ein komandi integratiónspolitikk. Fyrst og fremst skal ein samskipari setast at geva ymisku myndugleikunum ráð um integrasjón og tryggja, at tiltøk, ið arbeiðsbólkurin mælir til, verða sett í verk, stuðla upp undir hvørt annað og verða ment so hvørt, sigur arbeiðsbólkurin í álitinum. Bólkurin hevur hugt nógv at skipanini í Íslandi, har tey hava ein stovn, Fjøl­ menningasetrið, sum millum annað kunnar útlendingar um rættindi teirra í Íslandi. – Tá ið til dømis lógir og mannagongdir, ið onkurs­ vegna ávirka útlendingar, verða skipaðar, hevur stovn­ urin stór an týdning sum ráðgevi. Kommunur hava eis ini møguleika at venda sær til Fjølmenningasetrið og leita sær ráð, tá ið nógvir út lendingar koma til komm­ unurnar, sigur arbeiðs bólk­ urin. Men mest álvarsama til­ takið, ið setast skal í verk, er eitt byrjanarskeið, sum útlendingar skulu ígjøgnum, fyri at fáa ikki­avmarkað uppihaldsloyvi. Talan er um eitt skeið í føroyskum máli, mentan og um føroyska sam­ felagið. Bólkurin mælir til, at skeið­ ið skal vera stað ið, áðrenn til ber at fáa uppihaldsloyvi, sum ikki er tíðarbundið. Bólk urin mælir eisini til, at Mentamálaráðið í samstarvi við Innlendismálaráðið ger námsætlanir fyri hvørt skeið ið sær, ásetir krøv til undir vísingartilfarið og ger av, hvørjar førleikar tey, sum undirvísa í hesum læru­ grein um, skulu hava, sigur ar beiðsbólkurin. Børn undir skúlaaldur Sambært verandi fólka skúla­ lóg fáa næmingar við før­ oyskum sum ann að mál í boði 20 eyka undirvísingartímar, men arbeiðsbólkurin mælir til, at nýggj føst skipan verður gjørd um eyka undirvísing í føroyskum til næmingar í fólkaskúlanum, sum hava føroyskt sum annað mál. Eyka undirvísingin skal verða sett í verk samstundis sum byrjanarskeiðið verður bygt upp. Men tað verður eisini mið að móti børnum, sum eru undir skúlaaldur. Har sigur arbeiðsbólkurin, at tað er týdningarmikið, at børn, ið hava føroyskt sum annað mál, so tíðliga sum til ber fara at nýta føroyska málið. – Tess fyrr børnini byrja at nýta málið, tess betur verða tey fyri málsliga og minni tørv hava tey á mál undir­ vísing, tá ið tey verða meira tilkomin, verður sagt. Nevndur verður eisini møguleikin, at Gigni fer á heimavitjan eins og gjørt verð ur hjá foreldrum at ný­ føddum børnum. – Við hesi heimavitjan kann Gigni eggja foreldrum at lata barnið fara á dagstovn, so barnið fær møguleika at nýta føroyska málið so tíð­ liga sum gjørligt, sigur ar­ beiðsbólkurin. Eitt annað, sum mælt verð ur til, er, at ein tulkingar­ tænasta verður sett á stovn. – Fleiri myndugleikar hava víst á, at tørvur er á tulkatænastu. Sam skiftis­ trupul leikar gera ofta um seg, tá ið útlendingur skal til samrøðu hjá einhvørjum føroyskum myndugleika. Ein tulkatænasta kann verða stór hjálp hjá báðum pørtum, sigur arbeiðsbólkurin. Kostar Men alt hetta skal festast í eina integratiónslóg. – Bólkurin heldur, at stórir fyrimunir eru við at skipa integra sjónspolitikkin í eini integrasjónslóg. Við eini integrasjónslóg eru allar ætlanirnar ásettar í lóg ini – einki ivamál er um, hvør ætlanin er, og hvussu viðurskiftini skulu verða skipað. Við eini inte­ grasjónslóg hava landsins mynd ugleikar bundið seg til at fáa ásettu skipanirnar at virka, og peningur má verða játtaður, so skipanirnar kunnu fáast at virka, sigur arbeiðs bólkurin. Bólkurin heldur eisini, at ein annar fyrimunur við at hava eina integrasjónslóg er, at útlendingar fáa betri møguleikar at kunna seg um rættindi og skyldur og fáa at vita, hvørjar sanksjónirnar eru, um lógin ikki verður hildin. Lógin skal vera greið og ikki geva innflyt arum falskar vónir, ið kunnu elva til tvørleikar, sum bæði sosialt og fíggjarliga fara at kosta Føroyum dýrt. Men hetta gerst ikki fyri einki. Arbeiðsbólkurin metir, at teir umleið 100 tímarnir í føroyskum og 50 tímarnir um samfelagsviðurskifti fara at kosta umleið 1,8 milliónir krónur um árið. Eyka undirvísingin í fólka skúlanum verður leys­ liga mett til at kosta umleið 4,4 milliónir krónur. Í hesi metingini verður roknað við umleið 90 næmingum, sum í miðal hava tørv á trim um tímum um vikuna. Hartil verður mett, at ein samskipari fer at kosta eina millión krónur um árið Oman á hetta kemur so undirvísingartilfar, sum ar­ beiðsbólkurin ikki hev ur mett um, og so tann tulk­ ing ar tænastan, sum eisini verður hildin at verða neyð­ ug. Annika Olsen væntar tó, at neyðugt er, at hesin peningur verður funnin á fíggjarlógini fyri komandi ár, tá Føroyar yvirtaka útlendingamál, kom fram á tíðindafundinum gjára morgunin. Nú skulu útlendingar læra føroyskt Gjáramorgunin handaði ein arbeiðsbólkur Anniku Olsen eitt álit um integratiónpolitikk, sum millum annað gongur út upp á at gera eina integratiónslóg sum ásetur, at útlendingar skulu standa eitt byrjunarskeið, fyri at fáa ikki-tíðarásett uppihaldsloyvi Annika Olsen fekk handað integratiónsálit frá arbeiðsbólkinum, har Gunvá á Lofti var forkvinna Mynd: Jens Kristian Vang